Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
20. mai 1996 Nr. 67
Løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 21 frá 22. mars 1979 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 121…
Í løgtingslóg nr. 21 frá 22. mars 1979 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 21. mai 1993, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 3, 4 og 5, § 9, stk. 3 í fyrsta og seinasta setningi, § 11, stk. 2, § 12, stk. 2, § 14, stk. 1 og 2, § 20, stk. 8, § 22, stk. 2, § 22a, stk. 6, § 23, stk. 2 í fyrsta setningi, § 24, stk. 3, § 26, § 28, stk. 6 og stk. 7 í fyrsta setningi, § 29, stk. 3, § 30, stk. 1, § 33, stk. 2, § 34 stk. 8, § 35, stk. 1, 2, 3 og 4, § 37, § 38, § 40, § 44, stk. 2 og 4, § 45, stk. 3, § 47, stk. 4, § 48, § 50 og § 51 verður orðið "Landsskúlaráðið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 2) Í § 15, § 28, stk. 2, § 29, stk. 2, § 33, stk. 1, § 35, stk. 5 og § 36, stk. 1 og 2, verður orðið "Landsskúlaráðnum" broytt til: "landsstýrismanninum". 3) Í § 20, stk. 7, § 23, stk. 2 í øðrum setningi, § 28, stk. 7 í seinasta setningi, § 33, stk. 1, pkt. 5, § 34, stk. 3, § 49 og § 52 verður orðið "Landsskúlaráðið" broytt til: "landsstýrismaðurin". 4) Í § 20, stk. 6, § 21, § 25, stk. 3 og § 56, stk. 4 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 5) Í § 22, stk. 1 verður orðið "landsstýrið" broytt til: "landsstýrismaðurin". 6) Í § 30, stk. 5 og § 32 stk. 2 verður orðið "landsstýrinum" broytt til: "landsstýrismanninum". 7) Í § 22a, stk. 5 verður orðið "Landsskúlafyrisitingin" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 8) Í § 29, stk. 3 verður orðið "Skúlafyrisitingin" broytt til: "Landskassin". 9) Í § 29, stk. 3 verður 3. setningur: "og verða tær býttar......" strikaður. 10) Í § 29, stk. 3, í 5. setningi verða orðini "av skúlafyrisitingini" broytt til: "úr landskassanum". 11) Í § 29, stk. 3 verður seinasti setningurin strikaður.
§ 2 Í løgtingslóg nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar verða gjørdar hesar…
Í løgtingslóg nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 1 og § 6, stk. 1 verður orðið "landsstýrinum" broytt til: "landsstýrismanninum". 2) Í § 3, pkt. 1 verður orðið "landsstýrisins" broytt til: "landsstýrismansins". 3) Í § 3, pkt. 5 og § 5 verður orðið "landsstýrið" broytt til: "landsstýrismaðurin".
§ 3 Í løgtingslóg nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 3, § 4, stk. 1, § 5, stk. 1 og 3 og § 13 verður orðið "Føroya Landsstýri" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 2) Í § 5, stk. 1, § 6, stk. 4, § 12, stk. 1 og 4, § 15, stk. 2 og § 16, stk. 2 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 3) Í § 1, stk. 2 og § 15, stk. 1 verður orðið "Landsskúlaráðið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 4) Í § 4, stk. 1, pkt. 1 verður orðið "Landsskúlaráðið" broytt til: "landsstýrismaðurin". 5) Í § 4, stk. 1, pkt. 2 og 4 verður orðið "Landsskúlaráðnum" broytt til: "landsstýrismanninum". 6) Í § 3, § 4, stk. 2, § 6, stk. 2 í triðja setningi og § 10, stk. 3 verður orðið "Landsskúlafyrisitingin" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 7) Í § 6, stk. 2 í fjórða setningi verður orðið "Landsskúlafyrisitingina" broytt til: "landsstýrismannin". 8) Í § 6, stk. 3 í seinna setningi og § 8, stk. 2, pkt. 1 verður orðið "Landsskúlafyrisitingin" broytt til: "landsstýrismaðurin". 9) Í § 7, stk. 3 í seinasta setningi, stk. 4 í øðrum setningi og § 8, stk. 2 í fyrsta setningi verður orðið "Landsskúlafyrisitingini" broytt til: "landsstýrismanninum". 10) Í § 8, stk. 1 verður orðið "Landsskúlafyrisitingarinnar" broytt til: "landsstýrismansins".
§ 4 Í løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m. verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m. verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 2, § 5, stk. 3, § 7, stk. 2, § 13, stk. 4, § 15, stk. 1, § 17, stk. 2 og § 21 verður orðið "Landsskúlafyrisitingin" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 2) Í § 10 verður orðið "Landsskúlafyrisitingini" broytt til: "landsstýrismanninum". 3) Í § 18, stk. 3 verður orðið "Landsskúlafyrisitingin" broytt til: "landsstýrismaðurin". 4) Í § 4, stk. 3, § 5, stk. 2, § 9, stk. 2 og 3, § 13, stk. 2, 5 og 6, § 15, stk. 2, § 17, stk. 3 og § 19, stk. 4 verður orðið "Landsskúlaráðið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 5) Í § 8, § 12, stk. 3, § 13, stk. 1 og § 17, stk. 1 verður orðið "Lands-skúlaráðið" broytt til: "landsstýrismaðurin". 6) Í § 14, stk. 2 og 3 verður orðið "Landsskúlaráðsins" broytt til: "landsstýrismansins". 7) Í § 16 verður orðið "Landsskúlaráðnum" broytt til: "landsstýrismanninum". 8) Í § 5, stk. 1, § 9, stk. 1, § 11, stk. 3 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin".
§ 5 Í løgtingslóg nr. 69 frá 7. juni 1984 um stuðul til musikkskúlar verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 69 frá 7. juni 1984 um stuðul til musikkskúlar verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2, stk. 3, § 6, stk. 2 og § 7, stk. 2, verður orðið "Landsskúlaráðið" broytt til: ”Landsstýrismaðurin". 2) Í § 3, stk. 1, § 5, stk. 2 og § 6, stk. 1, verður orðið "Landsskúlaráðnum" broytt til: ”landsstýrismanninum". 3a) Í § 7, stk. 1 verður orðið "landssskúlastjórin" broytt til: "landsstýrismaðurin". 3b) Í § 7, 1. stk. verður orðið "Landsskúlafyrisitingina" broytt til: "landsstýrismannin". 4) Í § 3, stk. 2, pkt. 5 og § 8, stk. 2 verður orðið "Landsskúlafyrisitingini" broytt til: "landsstýrismanninum".
§ 6 Í løgtingslóg nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, § 6, stk. 2, § 8, § 9, stk. 4, § 12, stk. 1, § 17, stk. 2, § 21, § 24, stk. 4 og § 29, stk. 2 verður orðið "Landsskúlastjórin" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 2) Í § 12, stk. 2 í fyrsta og øðrum setningi verður orðið "landsskúlastjórin" broytt til: "landsstýrismaðurin". 3) Í § 17, stk. 1 verður orðið "landsskúlastjóran" broytt til: "landsstýrismannin". 4) Í § 4, § 13, § 16 og § 28 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 5) Í § 12, stk. 3, § 26 og § 27 verður orðið "landsstýrið" broytt til: "landsstýrismaðurin". 6) Í § 10, stk. 1 og § 25, stk. 2 verður orðið "Landsskúlaráðið" broytt til: "landsstýrismaðurin" 7) Í § 14, § 18, stk. 2 og § 19, stk. 2 verður orðið "Landsskúlaráðið" broytt til: "Landsstýrismaðurin".
§ 7 Í løgtingslóg nr. 36 frá 13. mai 1959 um útgávu av skúlabókum, sum seinast broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslóg nr. 36 frá 13. mai 1959 um útgávu av skúlabókum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 24. oktober 1978, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður orðið "Landsskúlastjórin" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 2) Í § 2 verður orðið "landsstýrinum" broytt til: "landsstýrismanninum".
§ 8 Í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað verða…
Í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 1 verður orðið "landsstýrinum" broytt til: "landsstýrismanninum". 2) Í § 1, stk. 2 verðurorðið "landsstýrisins" broytt til: "landsstýrismansins". 3) Í § 5, stk. 2 og § 12, stk. 4 verður orðið "landsstýrið" broytt til: "landsstýrismaðurin". 4) Í § 6, § 9, stk. 1 og 2, § 11, stk. 1 og 2 og § 13 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 5) Í § 8 verður orðið "landsskúlafyrisitingin" broytt til: "landsstýris-maðurin". 6) Í § 10 verða orðini "Skúlamyndugleikarnir seta og loysa..." broytt til: "Landsstýrismaðurin setir og loysir...". 7) Í § 12, stk. 1 verður orðið "Landsskúlastjórin" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 8) Í § 12, stk. 2 verður orðið "landsskúlastjóranum" broytt til: "landsstýrismanninum".
§ 9 Í løgtingslóg nr. 49 frá 5. mai 1987 um grundútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og…
Í løgtingslóg nr. 49 frá 5. mai 1987 um grundútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður orðið "Landsstýrinum" broytt til: "Landsstýrismanninum". 2) Í § 2, stk. 3 og § 3, stk. 2 verður orðið "Landsskúlaráðið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 3) Í § 2, stk. 5 verður orðið "landsskúlaráðnum" broytt til: "landsstýrismanninum". 4) Í § 3, stk. 1 og § 6 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 5) Í § 4, stk. 2 verður orðið "landsstýrið" broytt til: "landsstýrismaðurin". 6) Í § 4, stk. 3 verða orðini "Læruráðið" broytt til: "Landsstýrismaðurin".
§ 10 Í løgtingslóg nr. 47 frá 28. apríl 1992 um støðisútbúgving innan tøkni verða hesar broytingar…
Í løgtingslóg nr. 47 frá 28. apríl 1992 um støðisútbúgving innan tøkni verða hesar broytingar gjørdar: 1) Í § 1, stk. 1 verður orðið "Landsstýrinum" broytt til: "Landsstýris-manninum". 2) Í § 3, stk. 3 og § 4, stk. 2 verður orðið "landsstýrinum" broytt til: "landsstýrismanninum". 3) Í § 3, stk. 1 og 2, § 7, stk. 3, § 8, stk.2 og § 9, stk. 3 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landssstýrismaðurin". 4) Í § 6, stk. 1 og § 10 verður orðið "Landsskúlaráðið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 5) Í § 6, stk. 2 verður orðið "Landsskúlafyrisitingin" broytt til: "Landsstýrismaðurin".
§ 11 Í løgtingslóg nr. 128 frá 21. mai 1993 um tøkniligar yrkisútbúgvingar verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 128 frá 21. mai 1993 um tøkniligar yrkisútbúgvingar verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður orðið "Landsstýrinum" broytt til: "Landsstýrismanninum". 2) Í § 4, § 5, stk. 2, § 6, stk. 3, § 10, stk. 1 og 2, § 11 stk. 3, § 16, stk. 1 og 2, § 17, stk. 4, § 21 og § 22, stk. 1 og 2 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin" 3) Í § 5, stk, 1 og 3, § 9, § 18, stk. 1 og 2, § 19, stk. 2 og § 20, stk. 1 verður orðið "landsstýrið" broytt til: "landsstýrismaðurin". 4) Í § 18, stk. 1, § 20, stk. 1 og § 21 verður orðið "landsstýrinum" broytt til: "landsstýrismanninum". 5) Í § 5, stk. 1 verða orðini "Eftir tilmæli frá vinnuskúlaráðnum setir landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin setir". 6) Í § 9 verða orðini "eftir tilmæli frá vinnuskúlaráðnum" strikað. 7) § 10, stk. 4 verður orðað soleiðis: "Næmingi, sum skiftir útbúgving, kann verða veitt ískoytisskeið". 8) Í § 11, stk. 3 og § 18, stk. 2 verða orðini "eftir tilmæli frá vinnuskúlaráðnum" strikað. 9) § 21 verður strikað, og §§ 22 og 23 verða broyttar til: "ávikavist § 21 og § 22". 10) "Kapittul 6" verður broytt til: "Kapittul 5" og "Kapittul 7" verður broytt til: "Kapittul 6".
§ 12 Í løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai 1993 um hægri tøkniliga útbúgving verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 129 frá 21. mai 1993 um hægri tøkniliga útbúgving verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 1 verður orðið "Landsstýrinum" broytt til "Landsstýris-manninum". 2) Í § 2, stk. 2 og § 10, stk. 2 verður orðið "landsstýrinum" broytt til: "landsstýrismanninum". 3) Í § 2, stk. 3, § 3, stk. 2, § 4, stk. 2 og 5, § 7, stk. 3, § 8, stk. 3, § 9, § 10, stk. 3, § 11, stk. 2 og § 13 stk. 2 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 4) Í § 6, stk. 1, § 11, stk. 1 og § 13, stk. 1 verður orðið "landstýrið" broytt til: "landsstýrismaðurin". 5) Í § 12 verður orðið "Landsskúlaráðið" broytt til: "Landsstýrismaðurin".
§ 13 Í løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 um hægri handilsútbúgving verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 um hægri handilsútbúgving verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 1 verður orðið "Landsstýrinum" broytt til: "Landsstýrismanninum". 2) Í § 2, § 4, stk. 2, § 8, stk. 1 og 2, § 9, stk. 2 og 3, § 12, stk. 1 og 2, § 13, stk. 3, § 14, stk. 2, § 17, § 18, stk. 3, § 19, § 20 og § 22, stk. 2 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 3) Í § 3, stk. 1, § 10, stk. 1, § 15 og § 22, stk. 3 verður orðið "landsstýrið" broytt til: "landsstýrismaðurin". 4) Í § 16, stk. 2 verður "Føroya Landsstýri" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 5) Í § 18 , stk. 2 verður orðið "landsstýrinum" broytt til: "landsstýrismanninum".
§ 14 Í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 21. mai 1987, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður orðið "Landsstýrinum" broytt til: "Landsstýrismanninum". 2) Í § 7, stk. 1 og § 8 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 3) Í § 4, stk. 1 verður orðið "Landsskúlastjórin" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 4) Í § 4, stk. 2 verður orðið "landsskúlastjórin" broytt til: "landsstýrismaðurin". 5) Í § 2, stk. 3 verður orðið "Landsskúlafyrisitingini" broytt til: "landsstýrismanninum".
§ 15 Í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og…
Í løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður orðið "Landsstýrinum" broytt til: "Landsstýrismanninum". 2) Í § 2 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 3) Í § 3, stk. 3, verður orðið "Landsskúlafyrisitingini" broytt til: "landsstýrismanninum". 4) Í § 5, stk. 1 og 3 verður orðið "Landsskúlastjórin" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 5) Í § 5, stk. 2 verður orðið "landsskúlastjórin" broytt til: "landsstýrismaðurin".
§ 16 Í løgtingslóg nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 7…
Í løgtingslóg nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 7 frá 16. januar 1990, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § stk. 1 og 2, § 2, stk. 1 og 2 og § 3 verður orðið "Landsstýrinum" broytt til: "Landsstýrismanninum".
§ 17 Í løgtingslóg nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 1 og 4, § 5, stk. 1, § 9, § 13, stk. 1 og 2 og § 15, stk. 1 og stk. 2 verður orðið "Landsstýrið" broytt til: "Landsstýrismaðurin". 2) Í § 4, stk. 1, pkt. 2 og 3, § 6, stk. 1 og 3, § 11, stk. 1 og § 15, stk. 1 verður orðið "landsstýrinum" broytt til: "landsstýrismanninum". 3) Í § 15, stk. 1 í seinna setninginum verður orðið "Føroya Landsstýri" broytt til: "landsstýrismanninum".
§ 18 Henda lóg fær gildi 29. juli 1996, og samstundis verður allur danski teksturin í lógunum strikaður
Henda lóg fær gildi 29. juli 1996, og samstundis verður allur danski teksturin í lógunum strikaður. Tórshavn, 20. mai 1996 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Eilif Samuelsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(15)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
15 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.