Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
1. desember 1978 Nr. 101
Løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 29. mai 2017
§ 1 1) Eftir reglunum í hesi lóg verður latin studningur úr landskassanum til fólkaháskúlar, ið hava…
1) Eftir reglunum í hesi lóg verður latin studningur úr landskassanum til fólkaháskúlar, ið hava tað sum høvuðsendamál at læra ungdómin føroyskt mál, siðmenning og føroyska mentan og at vekja ans hjá ungdóminum fyri andligum virðum, ítrótti og rørslu. Skúlarnir kunnu annars leggja dent á einstakar lærugreinir, skúlarnir mugu tó ikki vera próvskúlar ella búgva undir prógv.
§ 2 2) Áðrenn studningur verður latin, skal skúlin við møguligum serdeildum verða góðkendur av…
2) Áðrenn studningur verður latin, skal skúlin við møguligum serdeildum verða góðkendur av landsstýrismanninum. Góðkenningin skal verða knýtt at einum einstaklingi ella einum felag. 2. stk. 1) Fyri at fáa studning má skúlin árið fyri í minsta lagi hava havt 12 ársnæmingar. Næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarndi aldur sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv, verða roknaðir uppí.
§ 3 2) 1) Studningur til fólkaháskúlar verður latin soleiðis
2) 1) Studningur til fólkaháskúlar verður latin soleiðis: 1. Til keyp av húsum og til bygging ella umbygging av húsum til fólkaháskúla verða eftir landsstýrismansins góðkenning, sum rentu- og avdráttarfrítt lán latin 50% av virðinum eftir virðismeting. 2. Til keyp av innbúgvi og undirvísingaramboðum verða latin 50% av kostnaðinum. 3. Til lønina hjá skúlaleiðaranum verða latin 100%. 4. Til allar aðrar rakstrarútreiðslur, heruppií útreiðslur til læraralønir, ljós og hita, leigu, umvæling av húsum v.m., undirvísingartilfari, matur, trygging o.s.fr. verða latin 70% av kostnaðinum. 5. Til eina eftirlønarskipan eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin fyriskipar.
§ 4 Læraralønir verða at góðkenna av landsstýrinum
Læraralønir verða at góðkenna av landsstýrinum.
§ 5 2) Studningur verður latin til næmingar skúlans eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í…
2) Studningur verður latin til næmingar skúlans eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í samráð við skúlaleiðaran.
§ 6 2) Leiðsla skúlans sendir á hvørjum ári innan 1. oktober landsstýrismanninum grannskoðaðan…
2) Leiðsla skúlans sendir á hvørjum ári innan 1. oktober landsstýrismanninum grannskoðaðan roknskap frá farna fíggjarárinum og fíggjarætlan fyri komandi fíggjarárið til góðkenningar saman við undirvísingarætlan fyri komandi skúlaárið í høvuðsheitum. 2. stk. Endalig undirvísingarætlan verður send landsstýrinum á hvørjum ári innan 1. juni fyri fyrra undirvísingarhálvár og innan 1. december fyri seinna undirvísingarhálvár.
§ 7 Henda lóg fær gildi frá 1. apríl 1979, og samstundis fer løgtingslóg nr. 48 frá 1. juni 1961 um…
Henda lóg fær gildi frá 1. apríl 1979, og samstundis fer løgtingslóg nr. 48 frá 1. juni 1961 um studning til fólkaháskúlar úr gildi. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 29. mai 2017. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 §§ 2 og 18.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.