Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Nr. 66 29. mai 2017

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar

(Siðmenning, rørsla, lækkað aldursmark og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, sum broytt við…

Í løgtingslóg nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, 1. pkt orðað soleiðis: “Eftir reglunum í hesi lóg verður latin studningur úr landskassanum til fólkaháskúlar, ið hava tað sum høvuðsendamál at læra ungdómin føroyskt mál, siðmenning og føroyska mentan og at vekja ans hjá ungdóminum fyri andligum virðum, ítrótti og rørslu.” 2. Í § 2, stk. 2, verður 2. pkt. orðað soleiðis: “Næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarndi aldur sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv, verða roknaðir uppí.” 3. Í § 3, nr. 4 verður aftan á “undirvísingartilfari” sett: “matur, ”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 29. mai 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 99/2016

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙