Føroyskt amboð til lógargransking

Ikki bara eitt svar.
Eitt svar, tú kanst kanna.

Lógarinnlit hjálpir tær at finna, skilja og kanna føroyskar rættarkeldur við greiðum keldutilvísingum og sjónligum avmarkingum.

Ert tú løgfrøðingur ella arbeiðar við lóggávu og vil royna Lógarinnlit í arbeiðinum? Set teg í samband.

Ein einfaldari arbeiðsgongd
01Finn keldu í lógasavninum
02Spyr Lógarinnlit um hana
03Kanna keldur og ásetingar
01
Arbeiðsgongdin

Leita. Kanna. Tak støðu.

Amboðið er gjørt til lógargransking, ikki til frítt AI-prát. Lógasavnið gevur tær almennu keldurnar og lestrarstovuna; samrøðurnar fara fram í Spyr Lógarinnlit, sum koyrir á Open WebUI og er knýtt at tí sama keldusavininum og lesur tann veruliga lógartekstin.

Leita í keldum

Fá yvirlit yvir viðkomandi føroyskar lógarheimildir, fyrst og fremst frá logir.fo.

Kanna grundarlagið

Sí, um keldurnar stuðla svarinum, og fá ávaring um veikar ella mótsigandi keldur.

Far til upprunakelduna

Sí ásetingar, útdráttir, støðu og leinkju, so tú kanst eftirkanna svarið.

Sí samanhangin

Finn lógirnar, sum eru knýttar at eini keldu, og far skjótt millum tær við greiðari frágreiðing um, hvussu tær hanga saman.

02
Hví tað hevur týdning

Meira gjøgnumskygni í einum svari.

Keldugrundað: svarini skulu byggja á keldur úr keldusavninum.
Galdandi ella áður galdandi: keldustøðan verður gjørd sjónlig. Støðan kemur frá logir.fo og vísir ikki, hvør regla galt á einum ávísum degi ella í einum ávísum føri.
Greiðar avmarkingar: veikt grundarlag skal ikki fjala seg aftan fyri eitt sannførandi svar.
Samanhangur: tengdar rættarkeldur gera tað lættari at skilja og kanna lógarverkið sum heild.
Til hvønn?

Til fólk, sum arbeiða við lóggávu.

LøgfrøðingarMálsviðgerar í almennum stovnumSamsvar og HRBankar og trygging

Gott at vita: Lógarinnlit er eitt amboð til gransking og yvirlit yvir rættarkeldur. Tað er ikki løgfrøðilig ráðgeving. Kanna altíð keldurnar, áðrenn tú tekur eina avgerð við støði í svarinum.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙