Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
22. juni 2026 Nr. 62
Kunngerð um at veita næmingastudning til fólkaháskúlar
Við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, sum broytt við § 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verður ásett:
§ 1 Næmingastudningur verður veittur fólkaháskúlunum sambært § 3 av tí upphædd, sum á hvørjum ári…
Næmingastudningur verður veittur fólkaháskúlunum sambært § 3 av tí upphædd, sum á hvørjum ári verður sett av á løgtingsfíggjarlógini til hetta endamál, undir játtanini til fólkaháskúlar.
§ 2 Næmingastudningurin verður goldin fólkaháskúlunum eftir umsókn frá skúlunum. Næmingar, sum søkt…
Næmingastudningurin verður goldin fólkaháskúlunum eftir umsókn frá skúlunum. Næmingar, sum søkt verður um studning til, skulu undirskriva umsóknina.
§ 3 Næmingastudningurin er eins fyri allar næmingar skúlans. Studningurin kann í mesta lagi verða kr.…
Næmingastudningurin er eins fyri allar næmingar skúlans. Studningurin kann í mesta lagi verða kr. 100,00 um dagin. Um játtanin á løgtingsfíggjarlógini ikki røkkur, verður studningurin lækkaður samsvarandi.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 22. juni 2026 Bárður á Lakjuni (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.