Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. juni 1988 Nr. 62

Løgtingslóg um ávísar skúlar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 3. apríl 2001

§ 1 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at seta á stovn niðanfyri nevndu nýggju útbúgvingar

1) Landsstýrismanninum verður heimilað at seta á stovn niðanfyri nevndu nýggju útbúgvingar. 2. stk. 1) 2) 3) Landsstýrismanninum verður heimilað at fara undir projektering og bygging av skúlabygningum til niðanfyri nevndu verandi útbúgvingar og komandi útbúgvingar: 1) Gymnasiala útbúgving á Kambsdali. 2) Gymnasiala útbúgving í Klaksvík í Norðuroyggjum. 3) Gymnasiala útbúgving í Vági í Vágs kommunu í Suðuroy. 4) Sjóvinnuskúla í Hovi í Hovs kommunu í Suðuroy. 5) Yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað í Vestmanna í Norðurstreymoy við deild í Vágum. 6) Yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað í Runavík í Eysturoy. 7) Maskinskúla í Tórshavn. 8) Skeiðháskúla á Sandi í Sandoy. 9) Sjúkrahjálparaskúla í Vágum.

§ 2 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at byggja næmingaheim við teir í § 1 nevndu skúlar

1) Landsstýrismanninum verður heimilað at byggja næmingaheim við teir í § 1 nevndu skúlar. 2. stk. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað saman við løgtingsins fíggjarnevnd at taka upp neyðturvilig lán til tær í hesi lóg nevndu projekteringar og byggingar.

§ 3 1) Landsstýrismanninum verður heimilað saman við løgtingsins fíggjarnevnd at taka upp…

1) Landsstýrismanninum verður heimilað saman við løgtingsins fíggjarnevnd at taka upp neyðturvilig lán til tær í hesi lóg nevndu projekteringar og byggingar.

§ 4 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er vorðin kunngjørd

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er vorðin kunngjørd. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, har § 18 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 29. juli 1996, og samstundis verður allur danski teksturin í lógunum strikaður.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 7 frá 16. januar 1990. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 3. apríl 2001.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar · innanhýsis
Galdandi · 3. apríl 2001
Broytingar
broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing · innanhýsis
Galdandi · 20. mai 1996
Broytingar
broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar · innanhýsis
Galdandi · 16. januar 1990
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙