Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
21. mai 1993 Nr. 127
Løgtingslóg um hægri handilspróvtøku, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 13. mai 1997
1. táttur Stevnumið
2. táttur Atgongd til útbúgvingina
3. táttur Innihaldið í útbúgvingini
4. táttur Próvtøka
4. A táttur Leiðsla
5. táttur Fígging
6. táttur Áðrenn ásetanir
7. táttur Gildisskipan
1. táttur
Stevnumið
§ 1 Landsstýrismaðurin verður sbrt. § 2 í rammulóg nr. 54 frá 14. februar 1979 heimilað at skipa fyri…
Landsstýrismaðurin verður sbrt. § 2 í rammulóg nr. 54 frá 14. februar 1979 heimilað at skipa fyri hægri handilsútbúgving. Stk. 2. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at hon veitir handilsgymnasialt støði undir hægri framhaldslestri og er við til at menna næmingarnar persónliga og geva teimum fatan av samfelagnum og menning tess við serligum denti á viðurskifti vinnulívsins.
(Strikað).
§ 3 Útbúgvingin fer fram á skúlum, sum landsstýrismaðurin góðkennir til hetta endamál
Útbúgvingin fer fram á skúlum, sum landsstýrismaðurin góðkennir til hetta endamál. Stk. 2. Útbúgvingin verður skipað sum 3 ára skúlaundirvísing, og er býtt í 2 partar, 1. part, sum er støðisárið innan fyrisiting, handil og skrivstovu, og 2. part, sum er ein 2 ára útbúgving til hægri handilspróvtøku.
§ 4 Nærri reglur um sjálvlesandi, stakgreinalesandi til hægri handilspróvtøkur og um 1-ára skeið til…
Nærri reglur um sjálvlesandi, stakgreinalesandi til hægri handilspróvtøkur og um 1-ára skeið til hægri handilspróvtøku verða ásettar av landsstýrismanninum. 2. táttur Atgongd til útbúgvingina
§ 5 Tann, sum hevur staðið støðisárið innan fyrisiting, handil og skrivstovu, kann verða tikin upp…
Tann, sum hevur staðið støðisárið innan fyrisiting, handil og skrivstovu, kann verða tikin upp til 2. partin av útbúgvingini.
§ 6 Næmingur, sum hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans verður eftir umsókn tikin upp í…
Næmingur, sum hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans verður eftir umsókn tikin upp í útbúgvingina til tað í § 5 nevnda støðisárið, um upptøkuskúlin metir, at næmingurin er førur fyri at fylgja undirvísingini og taka útbúgvingina til ásettu tíð. Stk. 2. Upptøkan til 2. partin av útbúgvingini er treytað av, at upptøkuskúlin grundað á úrslitið í støðisárinum framvegis metir, at næmingurin er førur fyri at fylgja undirvísingini og taka útbúgvingina til ásettu tíð. Stk. 3. Næmingur, sum hevur staðið støðisárið eftir stk. 1, kann velja at halda fram í yrkisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu.
§ 7 Næmingur, sum hevur staðið støðisárið innan fyrisiting, handil og skrivstovu, ella sum hevur í…
Næmingur, sum hevur staðið støðisárið innan fyrisiting, handil og skrivstovu, ella sum hevur í minsta lagi samsvarandi førleika, kann eftir umsókn takast upp, um upptøkuskúlin metir, at hann er førur fyri at fylgja undirvísingini og taka útbúgvingina til ásettu tíð. Stk. 2. Upptøkuskúlin kann treyta upptøkuna av, at næmingurin tekur ávísar vallærugreinir ella tekur ávísa eykaundirvísing.
§ 8 Landsstýrismaðurin tryggjar, at allir skikkaðir næmingar sambært § 6, stk. 2 kunnu verða tiknir…
Landsstýrismaðurin tryggjar, at allir skikkaðir næmingar sambært § 6, stk. 2 kunnu verða tiknir upp í útbúgvingina. Umsøkjarar, sum verða tiknir upp sambært § 6, stk. 2 og § 7, eru javnsettir. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um atgongu- og upptøkutreytir til útbúgvingina.
§ 9 Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, sum hann ynskir, treytað av, at skúlin hevur pláss
Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, sum hann ynskir, treytað av, at skúlin hevur pláss. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um samstarv millum skúlar um býtið av næmingum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri áleggja einum skúla at seta útbúgvingina á stovn ella at taka upp eitt ávíst tal av næmingum. 3. táttur Innihaldið í útbúgvingini
§ 10 Hægri handilsútbúgvingin fevnir um lærugreinir úr einari handilsgymnasialari lærugreinarøð, sum…
Hægri handilsútbúgvingin fevnir um lærugreinir úr einari handilsgymnasialari lærugreinarøð, sum landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur um, og møguligar lærugreinir frá øðrum gymnasialum útbúgvingum. Stk. 2. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at umleið tveir triðingar av undirvísingini eru kravdar lærugreinir úr tí handilsgymnasialu lærugreinarøðini, meðan restin eru vallærugreinir. Stk. 3. Lærugreinirnar í tí handilsgymnasialu lærugreinarøðini eru skipaðar í stigum. Næmingarnir skulu í minsta lagi velja tvær vallærugreinir á A-stigi. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at undirvíst verður í øðrum lærugreinum.
§ 11 Tær kravdu lærugreinirnar eru lærugreinir úr tí handilsgymnasialu lærugreinarøðini
Tær kravdu lærugreinirnar eru lærugreinir úr tí handilsgymnasialu lærugreinarøðini. Stk. 2. Vallærugreinirnar eru a) lærugreinir, sum byggja á kravdar lærugreinir úr tí handilsgymnasialu lærugreinarøðini, b) aðrar lærugreinir úr tí handilsgymnasialu lærugreinarøðini, og c) lærugreinir annars, sum nøkta áhugamál og tørv næminganna. Stk. 3. Næmingurin kann velja vallærugreinir, sum verða bjóðaðar fram av einum øðrum gymnasialum útbúgvingarstovni, sambært § 12, stk. 1.
§ 12 Landsstýrismaðurin ásetir reglur um samansetingina av vallærugreinum, harundir, um næmingur, sum…
Landsstýrismaðurin ásetir reglur um samansetingina av vallærugreinum, harundir, um næmingur, sum er tikin upp upp eftir § 6, stk. 1, skal velja ávísar vallærugreinir í støðisárinum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, at einstaki skúlin skal bjóða næmingum, sum eru tiknir upp til hægri handilsútbúgving, ávísar vallærugreinir.
§ 13 Næmingum við serligum fakligum tørvi, kunna verða bjóðaðir stuðulsundirvísing
Næmingum við serligum fakligum tørvi, kunna verða bjóðaðir stuðulsundirvísing. Stk. 2. Næmingar, sum hava serligan tørv, kunnu fáa serliga undirvísing ella sernámsfrøðiligan stuðul eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 3. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini á skúlanum í longri tíð, verða undirvísingartiltøk framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, sum landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 4. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur. 4. táttur Próvtøka
§ 14 Undirvísingin til hægri handilsútbúgving endar við hægri handilspróvøku
Undirvísingin til hægri handilsútbúgving endar við hægri handilspróvøku. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur fyri hægri handilspróvtøku, herundir um krøv og próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl, ársmet og eftirmeting. Stk. 3. Kæra um avgerðir tiknar í samband við próvtøku, herundir um áseting av próvtali, kann innan 2 dagar aftaná at avgerðin er kunngjørd næminginum leggjast fyri landsstýrisannin sambært reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur. 4. A táttur Leiðsla
§ 14 a Skúlastjórin/deildarstjórin er dagligur leiðari skúlans og hevur ábyrgd av námsfrøðiligum…
Skúlastjórin/deildarstjórin er dagligur leiðari skúlans og hevur ábyrgd av námsfrøðiligum virksemi skúlans mótvegis landsstýrismanninum. Stk. 2. Skúlastjórin/deildarstjórin hevur námsfrøðiligu ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum á skúlanum mótvegis landsstýrismanninum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum/deildarstjóranum boð í námsfrøðiligum málum. Stk. 4. Skúlastjórin/deildarstjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum, herímillum um upptøku av næmingum. Stk. 5. Skúlastjórin/deildarstjórin heldur próvtøku og skrivar prógv. 5. táttur Fígging
§ 15 Undirvísingarútreiðslur til útbúgvingina verða útgoldnar eftir reglum sum landsstýrismaðurin ásetir
Undirvísingarútreiðslur til útbúgvingina verða útgoldnar eftir reglum sum landsstýrismaðurin ásetir. Stk. 2. Studningur kann verða veittur til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið.
§ 16 Undirvísingin er ókeypis fyri næmingarnar
Undirvísingin er ókeypis fyri næmingarnar. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um næmingagjøld fyri stakgreinaundirvísing og sjálvlesandi í samband við undirvísing og próvtøku. Stk. 3. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlanum at taka gjald fyri ljóstøk til nýtslu í undirvísingini. 6. táttur Áðrenn ásetanir
§ 17 (Strikað)
(Strikað).
§ 18 Ein treyt fyri góðkenning av undirvísingarførleika er, at lærarin hevur eina hóskandi útbúgving…
Ein treyt fyri góðkenning av undirvísingarførleika er, at lærarin hevur eina hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni. Stk. 2. Lærarar skulu í seinasta lagi 2 ár eftir starvssetan hava staðið ástøðiliga og verkliga námsfrøðiliga próvtøku. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um stk. 1 og stk. 2.
§ 19 Kærur yvir avgerðir skúlastjórans/deildarstjórans í námsfrøðiligum málum og málum, sum viðvíkja…
Kærur yvir avgerðir skúlastjórans/deildarstjórans í námsfrøðiligum málum og málum, sum viðvíkja næmingum, kunnu innan 5 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin sambært reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
§ 20 Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg við tí endamáli at fremja…
Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg við tí endamáli at fremja royndar- og menningarvirksemi. Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemið má ikki minka um møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgving sum støði undir hægri framhaldslestri ella rættindi teirra í øðrum førum.
§ 21 Skúlin skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum næmingunum kunnu verða fyri undir…
Skúlin skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum næmingunum kunnu verða fyri undir skúlagongdini.
§ 21 a Næmingarnir hava møtiskyldu og skyldu at lata inn allar kravdar skrivligar uppgávur.…
Næmingarnir hava møtiskyldu og skyldu at lata inn allar kravdar skrivligar uppgávur. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hetta. 7. táttur Gildisskipan
§ 22 Henda lóg kemur í gildi 1. august 1993
Henda lóg kemur í gildi 1. august 1993. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu lógin skal nýtast fyri tær útbúgvingar, sum eru byrjaðar, men ikki endaðar, áðrenn henda lógin kemur í gildi. Stk. 3. 1 ára skeið til hægri handilspróvtøku kann lesast eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 §§ 13 og 18. Í gildi 29. juli 1996. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 13. mai 1997.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.