Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. apríl 1992 Nr. 50

Løgtingslóg um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996

§ 1 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at reka skúla og venjingarskip til fremjing av teimum…

1) Landsstýrismanninum verður heimilað at reka skúla og venjingarskip til fremjing av teimum útbúgvingum, sum eru nevndar í § 3.

§ 2 1) Landsstýrismaðurin setir útbúgvingarráð fyri útbúgvingar sambært hesi lóg og ger reglugerð…

1) Landsstýrismaðurin setir útbúgvingarráð fyri útbúgvingar sambært hesi lóg og ger reglugerð fyri virki tess.

§ 3 Á maskinskúla kunnu fara fram hesar útbúgvingar

Á maskinskúla kunnu fara fram hesar útbúgvingar: 1) Dugnaskaparútbúgving í motorpassing, 2) motorpassaraútbúgving, 3) maskinmeistaraútbúgving, 4) elinnleggjaraútbúgving og sterkstreymsteknikaraútbúgving. Stk. 2. Eftirútbúgving í teimum útbúgvingum, sum eru nevndar í stk. 1, pkt. 1)-4) og royndarútbúgvingar kunnu eisini fara fram á maskinskúla. Stk. 3. 1) Fyrireiking og próvtøka til dugnaskaparútbúgving í motorpassing og motorpassaraútbúgving eins og eftirútbúgving sambært stk. 2 kunnu eisini fara fram á øðrum skeiðum eftir góðkenning frá landsstýrismanninum.

§ 4 Næmingarnir skulu fáa ein part av undirvísingini umborð á venjingarskipi og við simulatori

Næmingarnir skulu fáa ein part av undirvísingini umborð á venjingarskipi og við simulatori.

§ 5 1) Landsstýrismaðurin skipar fyri próvtøkuni

1) Landsstýrismaðurin skipar fyri próvtøkuni. Stk. 2. Til próvtøkuna verða havdar skrivligar og munnligar royndir við próvdómarum, sum landsstýrismaðurin útnevnir. Próvdómarar í maskin- og ellæru skulu hava hægsta maskinmeistaraprógv ella samsvarandi prógv. Stk. 3. Landsstýrismaðurin gevur teimum, ið staðið hava próvtøkuna, próvbræv.

§ 6 Landsstýrið ásetir nærri reglur um

Landsstýrið ásetir nærri reglur um: a) treytir fyri upptøku á maskinskúla, b) undirvísingarskipan, lærukrøv og lærugreinir, c) próvtøkuhald, herundir krøv til tær einstøku próvtøkurnar, próvtalsgeving og próvdøming, d) útbúgvingarkrøv til lærarar.

§ 7 Maskinskúlin skal tryggja næmingar móti óhappi undir sigling við venjingarskipi og…

Maskinskúlin skal tryggja næmingar móti óhappi undir sigling við venjingarskipi og bjargingarroynd og á eldsløkkingarskeiði.

§ 8 Henda løgtingslóg fær gildi 1. august 1992

Henda løgtingslóg fær gildi 1. august 1992. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
útbúgving av manning á skipum o. ø. · innanhýsis
Galdandi · 24. apríl 2001
Broytingar
broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing · innanhýsis
Galdandi · 20. mai 1996

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙