Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. mai 1993 Nr. 129
Løgtingslóg um hægri tøkniliga útbúgving, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996
Kapittul 1 Stevnumið
Kapittul 2 Atgongd til útbúgvingina
Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini
Kapittul 4 Próvtøka
Kapittul 5 Aðrar ástanir og gildiskoma
Kapittul 1
Stevnumið
Kapittul 1 Stevnumið
Landsstýrismanninum verður sbrt. § 2 í lóg nr. 54 frá 14. februar 1979 “for Færøerne om handelsskoler, tekniske skoler samt maskinmester- og maskinistskoler” heimilað at skipa fyri hægri tøkniligari útbúgving. Stk. 2. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at hon veitir gymnasialt, tøkniligt støði undir framhaldandi og hægri útbúgving og er við til at menna næmingarnar persónliga og geva teimum fatan av samfelagnum og menning tess við serligum denti á viðurskifti vinnulívsins.
Útbúgvingin verður skipað sum 2 ára skúlaundirvísing. Stk. 2. Útbúgvingin fer fram á skúlum, sum eru góðkendir av landsstýrismanninum til hetta endamálið. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um útbúgvingina.
Skipað kann verða fyri stakgreinaundirvísing ella fyri serliga skipaðari undirvísingargongd til tess at vetia tilkomnum: a) grundarlag fyri framhaldandi og hægri útbúgving, b) ískoyti til eina frammanundan lokna útbúgving ella c) hóskandi førleika fyri starvi í vinnulívinum. Stk. 2. Stakgreinaundirvísing kann samansetast til eina útbúgving av pørtum frá fleiri gymnasialum útbúgvingum. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um hetta. Kapittul 2 Atgongd til útbúgvingina
Kapittul 2 Atgongd til útbúgvingina
Tann, sum verður tikin upp til útbúgvingina, skal hava tikið 1. og 2. eindina í støðisútbúgvingini innan tøkni, sbr. løgtingslóg nr. 47 frá 28. apríl 1992 sum støðisútbúgving innan tøkni. Stk. 2. Umsøkjari, sum longu hevur nomið tilsvarandi kunnleika í skúla ella í starvi, kann sleppa undan kravdu støðisútbúgvingini ella pørtum av henni. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um hetta. Stk. 3. Upptøkan er harumframt treytað av, at skúlin, við støði í úrslitinum frá støðisútbúgvingini, sbr. stk. 1, ella tí kunnleika, umsøkjarin longu hevur nomið, sbr. stk. 2, metir, at umsøkjarin kann fullføra útbúgvingina í vanligu tíðini, og at pláss er í skúlanum.
Landsstýrismaðurin kann í serligum føri áleggja einum skúla at seta útbúgvingina á stovn ella at taka upp ávíst tal av næmingum. Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini
Kapittul 3 Innihaldið í útbúgvingini
Í útbúgvingini eru lærugreinir úr einari gymnasialari, tøkniligari lærugreinarøð, sum landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um, umframt møguliga lærugreinir frá øðrum gymnasialum útbúgvingum. Stk. 2. Í útbúgvingini eru umleið tveir triðingar av undirvísingini kravdar lærugreinir og ein triðingur vallærugreinir. Stk. 3. Meginparturin av teimum kravdu lærugreinunum verða skipaðar í stigum. Næmingur skal í minsta lagi velja tvær lærugreinir á hástigi.
Tær kravdu lærugreinirnar verða skipaðar samsvarandi teirri í § 6 nevndu lærugreinarøð, meðan vallærugreinirnar eru: a) lærugreinir, sum byggja á tær kravdu lærugreinirnar, b) aðrar lærugreinir frá lærugreinarøðini og c) lærugreinir, ið annars nøkta áhugamál og tørv næminganna. Stk. 2. Næmingar kunnu velja lærugreinir á øðrum gymnasialum undirvísingarstovnum, um tær verða skipaðar samsvarandi stk. 1. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um samanseting av vallærugreinum og kann áleggja einum skúla at bjóða ávísar lærugreinir.
Næmingur, sum hevur tørv á tí, kann fáa serundirvísing ella annan sernámsfrøðiligan stuðul. Stk. 2. Næmingum verða givin ráð og vegleiðing um útbúgvingar- og yrkisviðurskifti. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um tey í stk. 1 og 2 nevndu viðurskifti. Kapittul 4 Próvtøka
Kapittul 4 Próvtøka
Landsstýrismaðurin ásetir reglur um próvtøku, herundir reglur um royndir, próvtøkuuppgávur, próvdómarar, próvstig og próvskjøl. Kapittul 5 Aðrar ástanir og gildiskoma
Kapittul 5 Aðrar ástanir og gildiskoma
Treytin fyri góðkenning av undirvísingarførleika er, at lærari hevur eina til hesa undirvísing hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni. Stk. 2. Í seinasta lagi 2 ár eftir starvssetan, skal lærari hava lokið eina av landsstýrismanninum góðkenda námsliga roynd. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um undirvísingarførleika.
At tryggja næmingunum framhaldandi og hægri útbúgving í øðrum londum, verður landsstýrismaðurin at fáa í lag neyðuga góðkenning av útbúgvingarstøðinum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um samstarv millum skúlar, um upptøku av næmingum og um floksbýtingartal.
Landsstýrismaðurin kann víkja frá reglunum í kapitli 3 eitt avmarkað tíðarskeið, í tann mun tað er neyðugt til tess at fremja royndarvirksemi.
Undirvísingarútreiðslurnar av útbúgvingini eftir hesi lóg verða rindaðar eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um næmingagjald fyri stakgreinaundirvísing.
Skúlin skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum næmingunum kann verða fyri undir skúlagongdini.
Henda lóg kemur í gildi 1. august 1993. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 §§ 12 og 18.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.