Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
22. mars 1997 Nr. 21
Løgtingslóg um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996
1 táttur. Hugtak og endamál fólkaskúlans.
2. táttur. Skipanin av undirvísingini.
3. táttur. Skipanin av skúlaverkinum.
4. táttur. Lærararnir.
5. táttur. Undirvísingarskylda. Innskriving og útskriving úr fólkaskúlanum.
6. táttur. Aðrar ásetingar.
7. táttur. Ásetanir um, nær lógin fær gildi og um bráðfeingisreglur v.m.
1 táttur.
Hugtak og endamál fólkaskúlans.
§ 1 Fólkaskúlin er tann almenni skúlin, sum býður undirvísing eftir hesi lóg, ið er givin út sambært…
Fólkaskúlin er tann almenni skúlin, sum býður undirvísing eftir hesi lóg, ið er givin út sambært rammulóg fyri Føroyar um fólkaskúlan.
§ 2 Uppgáva fólkaskúlans er við støði í heimligari mentan og í samarbeiði við heimini at geva…
Uppgáva fólkaskúlans er við støði í heimligari mentan og í samarbeiði við heimini at geva næmingunum møguleika at ogna sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbering, sum virka við í fjølbroyttu menningini hjá teimum einstøku næmingunum, soleiðis at teir kunnu gerast gagnlig og sjálvstøðug menniskju í heimi og samfelag. 2. stk. Fólkaskúlin má tí í øllum virki sínum royna at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving og sjálvsvirksemi, at næmingurin kann økja hugin at læra, royna sítt hugflog, venja síni evni til sjálvstøðuga meting og støðutakan og menna seg í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum. 3. stk. Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við heimini hjálpa til at geva næminginum eina kristna og siðalagsliga uppaling og fyrireika teir til at liva við í og vera við til at taka avgerðir undir felags ábyrgd í einum fólkaræðisligum samfelag. Skúlin skal fremja andsfrælsi og tolsemi og leggja dent á at skapa gott samarbeiði millum lærarar og næmingar og millum skúla og heim. 2. táttur. Skipanin av undirvísingini.
§ 3 Fólkaskúlin er ein sjey ára grundskúli og ein trý ára framhaldsskúli
Fólkaskúlin er ein sjey ára grundskúli og ein trý ára framhaldsskúli. 2. stk. Undirvísingarligt samarbeiði kann vera millum framhaldsskúlan og aðrar undirvísingarstovnar. 3. stk. Landsstýrismaðurin kann gera reglur fyri samarbeiðinum eftir stk. 2. 4. stk. Næmingar, sum eru á einum slíkum menningarstøði, at tað krevur serligt fyrilit ella serligan stuðul, fáa serundirvísing ella annan sernámsfrøðiligan stuðul. Landsstýrismaðurin ásetur reglur hesum viðvíkjandi og kann í hesum sambandi víkja frá teimum í §§ 4-11 og §§ 18-22 ásettu reglum. 5. stk. Landsstýrismaðurin kann bjóða børnum, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina, sernámsfrøðiliga hjálp. 6. stk. Fólkaskúlin kann bjóða næmingunum undirvísing í frítíðini.
§ 4 Undirvísingin í sjey ára grundskúlanum er fyri allar næmingar
Undirvísingin í sjey ára grundskúlanum er fyri allar næmingar: 1. Føroyskt, skriving, rokning/støddfrøði, kristnikunnleiki og ítróttur í øllum árgangum. 2. Tilevning og sangur/tónleikur í 1.-6. árgangi. 3. Heimstaðarlæra í 1.-3. árgangi. 4. Søga, landalæra, lívfrøði í 4.-7. árgangi. 5. Danskt í 3.-7. árgangi. 6. Handarbeiði og smíð í 4.-7. árgangi. 7. Enskt í 6.-7. árgangi. 8. Heimkunnleiki í 7. árgangi. 9. Alisfrøði/evnafrøði í 7. árgangi. 2. stk. Undirvísingarligt samstarv kann verða skipað lærugreinanna millum í flokkinum. 3. stk. Undirvísing í tilevning, sangi/tónleiki, handarbeiði, smíði og heimkunleika kann verða givin í víðari vavi enn ásett í 1. stk. nr. 2, 6 og 8.
§ 5 Undirvísingin í 8. og 9. flokki er fyri allar næmingar: føroyskt, danskt, enskt, landalæra,…
Undirvísingin í 8. og 9. flokki er fyri allar næmingar: føroyskt, danskt, enskt, landalæra, lívfrøði, søga/samtíð, kristnikunnleiki, rokning/støddfrøði/ og ítróttur.
§ 6 Umframt ta undirvísing, ið skal verða givin sambært § 5, verða hesar lærugreinir at standa…
Umframt ta undirvísing, ið skal verða givin sambært § 5, verða hesar lærugreinir at standa næmingunum í 8.-9. flokki í boði: 1. Týskt og latín, 2. Alis-/evnafrøði. 3. Sjóvinna. 4. Landbúnaður. 5. Maskinskriving, dátulæra og roknskaparførsla. 6. Tilevning, sangur/tónleikur, handarbeiði, heimkunnleiki, smíð og motorlæra. 7. Arbeiðskunnleiki. 2. stk. Skúlin kann harumframt bjóða øllum næmingunum í einum flokki í framhaldsskúlanum, at teir í styttri tíðarskeið verða sendir í praktikk á virkjum og stovnum ella taka lut í skeiðum í øðrum skúlaformum, smb. § 22, 2. stk. 3. stk. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um undirvísing og praktikk eftir 1. og 2. stk. og kann góðkenna, at boðið verður næmingunum undirvísing í øðrum verkligum ella listarliga merktum lærugreinum og evnum. 4. stk. Tilboð um undirvísing eftir 2. stk. skal fyri hin einstaka næmingin hava minst sama vav sum tilboðið eftir 1. stk.
(Strikað).
§ 8 Undirvísingin í 10. flokki er fyri allar næmingar: føroyskt, danskt, samtíð, kristnikunnleiki og…
Undirvísingin í 10. flokki er fyri allar næmingar: føroyskt, danskt, samtíð, kristnikunnleiki og ítróttur. 2. stk. Umframt ta undirvísing, ið skal verða givin sambært stk. 1, vera hesar lærugreinir at standa næmingunum í 10. flokki í boði: 1. Rokning/støddfrøði. 2. Alisfrøði og evnafrøði 3. Enskt, týskt og latín. 4. Maskinskriving, dátulæra og roknskaparførsla. 5. Sjóvinna. 6. Landbúnaður. 7. Søga, landalæra og lívfrøði. 8. Tilevning, sangur/tónleikur, handarbeiði, heimkunnleiki, smíð og motorlæra. 9. Arbeiðskunnleiki.
§ 9 Næmingum í 10. flokki eigur at standa í boði verkætlanararbeiði og evniskunnandi undirvísing
Næmingum í 10. flokki eigur at standa í boði verkætlanararbeiði og evniskunnandi undirvísing. 2. stk. Skúlin kann harumframt bjóða øllum næmingum í 10. flokki, at teir í tíðarskeið verða sendir í praktikk á virkjum og stovnum ella taka lut í skeiðum í øðrum skúlaformum sbr. § 22, 5. stk. 3. stk. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um undirvísing, praktikk v.m. eftir 1. stk., 2. stk. og 4. stk. og kann góðkenna, at næmingarnir fáa tilboð um undirvísing eins væl í øðrum verkligum ella listarkendum lærugreinum og evnum og innan onnur lærugreinaøki. Landsstýrismaðurin kann harumframt góðkenna, at undirvísingin heilt ella lutvíst verður givin sum verulig faklig undirvísing av rættindisgevandi slagi. 4. stk. Tilboð um undirvísing eftir 1. og 2. stk. skal fyri tann einstaka næmingin hava í minsta lagi sama vav sum tilboðið eftir § 8, 2. stk.
§ 10 (Strikað)
(Strikað).
§ 11 Uppí undirvísingina í fólkaskúlanum koma í teimum hóskandi lærugreinum og á teimum hóskandi…
Uppí undirvísingina í fólkaskúlanum koma í teimum hóskandi lærugreinum og á teimum hóskandi aldurstigum hesi evni: 1. Ferðslulæra. 2. Nøring, heilsulæra og upplýsing um njótingar- og rúsevni. 3. Íslendskt, norskt og svenskt. 4. Fremmandir átrúnaðir og lívsáskoðanir. 5. Útbúgvingar- og vinnulívskunning. 6. Upplýsing um umhvørvisvernd. 7. Brúkarakunning. 8. Fyrstahjálp. 2. stk. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um undirvísing eftir 1. stk. og kann góðkenna, at onnur evni koma upp í skyldugu undirvísingina.
§ 12 Til hvønn flokk verður settur ein flokslærari
Til hvønn flokk verður settur ein flokslærari. 2. stk. Landsstýrismaðurin ger reglur um flokslærarans uppgávur.
§ 13 Kristniundirvísingin í fólkaskúlanum skal samsvara við fólkakirkjunnar evangelisk-luthersku læru
Kristniundirvísingin í fólkaskúlanum skal samsvara við fólkakirkjunnar evangelisk-luthersku læru. 2. stk. Tá ið barn hoyrir upp í fólkakirkjuna, kunnu foreldrini fyrst í einum skúlaári skrivliga til skúlanevndina vátta, at tey sjálv ynskja at hava barnsins undirvísing í kristnikunnleika í hondum, og barnið verður tá frítikið fyri skúlans kristniundirvísing, tá ið ein prestur í fólkakirkjuni váttar, at hann tekur yvir umsjónina við undirvísing barnsins í kristnikunnleika. Liva foreldrini saman í hjúnalag, skal váttanin um, at barnið verður frítíkið fyri kristniundirvísing í skúlanum, verða undirritað av báðum í felag. 3. stk. Børn, ið ikki hoyra upp í fólkakirkjuna, skulu, tá ið foreldrini krevja tað, verða frítikin fyri at luttaka í kristniundirvísingini í skúlanum, og um barnið hoyrir upp í eitt trúarsamfelag uttan fyri fólkakirkjuna, hevur hetta trúarsamfelagið so umsjónina við átrúnaðarligu uppaling barnsins. Foreldur ella verji hava kortini skyldu at ansa eftir, at barninum, annaðhvørt tað hoyrir upp í nakað trúarsamfelag ella ikki, ikki vantar upplýsing um vanligu reglurnar fyri lívinum í skipaðum samfelag. Verður barnið vanskettað hesum viðvíkjandi, má skúlin geva tí ta neyðugu undirvísingina.
§ 14 Landsstýrismaðurin kann loyva, at eisini aðrar lærugreinir enn tær, ið nevndar eru í §§ 4-13…
Landsstýrismaðurin kann loyva, at eisini aðrar lærugreinir enn tær, ið nevndar eru í §§ 4-13 verða tiknar upp í undirvísingarætlanina bæði í grundskúlanum og í framhaldsskúlanum. 2. stk. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um endamálið við undirvísingini í teimum einstøku lærugreinunum ella lærugreinabólkunum og sendir út leiðbeinandi tímaætlanir og lesiætlanir.
§ 15 Næmingar, ið ikki hava fingið undirvísing í longri tíð, ella sum hava skift skúla, kunnu við…
Næmingar, ið ikki hava fingið undirvísing í longri tíð, ella sum hava skift skúla, kunnu við loyvi frá landsstýrismanninum fáa ískoytisundirvísing ella annan fakligan stuðul.
§ 16 Næmingarnir verða undirvístir í tí árganginum í fólkaskúlanum, ið samsvarar við skúlaaldur…
Næmingarnir verða undirvístir í tí árganginum í fólkaskúlanum, ið samsvarar við skúlaaldur teirra. Næmingur kann tó eftir samráð við foreldrini, sbr. § 54, vera undirvístur í sama árgangi í 2 ár, um næmingurin ikki hevur fingið undirvísing gjøgnum longri tíð, ella aðrar serligar grundir tala fyri, at hetta er best fyri næmingin. Somuleiðis kann ein næmingur undir heilt serligum umstøðum leypa ein árgang um. 2. stk. Ávísan til serundirvísing, sbr. § 3, 4. stk., ið ikki er fyribils, verður grundað á eina skúlasálarfrøðiliga kanning og eftir samráð við næmingin og foreldrini. 3. stk. Foreldrini, smbrt. § 53, og næmingurin taka í samráð við skúlan avgerð um val av lærugreinum smb. § 6, § 8, stk. 2 og § 9, stk. 2 og um framhaldandi skúlagongd.
§ 17 Fólkaskúlin eigur at vera floksbýttur samsvarandi § 23. Í ársbýttum skúlum eigur hvørt…
Fólkaskúlin eigur at vera floksbýttur samsvarandi § 23. Í ársbýttum skúlum eigur hvørt floksstigið at verða undirvíst sær. 2. stk. Hóast skúli er ársbýttur, kann undirvísing fara fram tvørtur um floksbýtið.
§ 18 Foreldur og næmingar skulu regluliga frætta um skúlans áskoðan um, hvat næmingarnir fáa burtur úr…
Foreldur og næmingar skulu regluliga frætta um skúlans áskoðan um, hvat næmingarnir fáa burtur úr skúlagongdini. Í framhaldsskúlanum verður metingin av støðu næminganna givin við metum. Sama er galdandi fyri næmingar, ið fara úr skúlanum eftir 7. árgang.
§ 19 Skúlin setur upp eitt fráfaringarskjal fyri næmingar, ið fara úr skúlanum eftir 7. árgang ella…
Skúlin setur upp eitt fráfaringarskjal fyri næmingar, ið fara úr skúlanum eftir 7. árgang ella seinni. Á fráfaringarskjalinum skal standa, hvørji undirvísing næmingurin hevur fylgt, tey seinast givnu støðumetini (ársmetini) og møgulig royndarmet.
§ 20 Við endan av undirvísingini í 9. árgangi verður fráfaringarroynd í hvørji av lærugreinunum:…
Við endan av undirvísingini í 9. árgangi verður fráfaringarroynd í hvørji av lærugreinunum: føroyskum, donskum, enskum, týskum, rokning/støddfrøði og alisfrøði/evnafrøði. 2. stk. Tá ið undirvísingin í 10. flokki endar, verður víðkaða fráfaringarroynd fólkaskúlans í hesum lærugreinum: føroyskum, donskum, enskum, týskum, rokning/støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði. 3. stk. Í lærugreinunum kristnikunnleika, søgu/samtíð, landalæru, lívfrøði, latíni, handarbeiði, smíði, heimkunnleika, maskinskriving og roknskaparførslu verður fráfaringarroynd fólkaskúlans, tá ið undirvísingin endar. 4. stk. Landsstýrismaðurin kann gera av, at eingin roynd verður í ávísum lærugreinum og/ella lærugreinarpørtum hvørt royndarskeiðið. Ársmet í viðkomandi lærugreinum/lærugreinarpørtum telur tá sum royndarmet. 5. stk. Við endan av 10. flokki kunnu næmingarnir í staðin fyri at stilla seg inn til eina fráfaringarroynd eftir 2. stk. stilla seg til eina fráfaringarroynd eftir 1. stk. 6. stk. Um so er, at ein næmingur heilt ella lutvíst hevur fylgt undirvísingini í eini lærugrein á einum øðrum undirvísingarstovni ella gjøgnum frítíðarundirvísing, kann næmingurin stilla seg inn til roynd í lærugreinini, tá ið hann hevur fylgt eini undirvísing, ið samsvarar teirri, fólkaskúlin krevur, fyri at kunna stilla seg inn til avvarðandi roynd. 6. stk. Landsstýrismaðurin kann gera av, at fráfaringarroynd kann takast í øðrum enn teimum í 1.-3. stk. nevndu lærugreinum. 7. stk. Tær skrivligu uppgávurnar til royndirnar setur landsstýrismaðurin. Hinar uppgávurnar setur lærarin ella próvdómarin eftir gjøllari reglum, sum landsskúlaráðið ásetur. 8. stk. Avgerðina um innstilling til royndirnar tekur næmingurin í samráð við foreldrini, sbr. § 54, og skúlan. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um mest loyvdu fráveru.
§ 21 Landsstýrismaðurin ásetur reglur um royndarkrøvini í teimum einstøku lærugreinunum, um…
Landsstýrismaðurin ásetur reglur um royndarkrøvini í teimum einstøku lærugreinunum, um innstilling til royndirnar, um royndarhaldið, um meting og metgeving og um, hvussu fráfaringarskjølini skulu vera.
§ 22 Skúlaárið byrjar 1. august, og landsstýrismaðurin ásetir árliga talið av skúladøgum
Skúlaárið byrjar 1. august, og landsstýrismaðurin ásetir árliga talið av skúladøgum. 2. stk. Landsstýrismaðurin skipar tað árliga talið á frídøgum og frítíðum, og nær summarfrítíðin byrjar. 3. stk. Dagliga undirvísingartíð næminga má í mesta lagi vera: 1) Í 1. og 2. flokki 5 tímar 2) í 3.-4. flokki 6 tímar 3) í 5., 6. og 7. flokki 7 tímar 4) í framhaldsskúlanum 8 tímar. 4. stk. Undirvísingartíð næminga verður roknað í undirvísingartímum, og er 1 tími 45 minuttir. 5. stk. Við atliti at luttøku næminganna í setursskúla, starvspraktikk ella tílíkum kann vanliga skipanin av undirvísingini í einum flokki verða steðgað fyribils eitt tímatal, ið svarar til í mesta lagi 10 skúladagar árliga í 1.-7. skúlaári, 20 skúladagar í 8. flokki, 30 skúladagar í 9. flokki og í 10. flokki so nógv, sum neyðugt er, sbrt. § 9, stk. 2.
§ 22 a Í ársbýttum grundskúla eigur vikutímatal næminganna at vera í minsta lagi 182 undirvísingartímar
Í ársbýttum grundskúla eigur vikutímatal næminganna at vera í minsta lagi 182 undirvísingartímar. 2. stk. Undirvísingartímatal næminganna í hvørjum flokki eigur í minsta lagi at vera: 1) í 1. flokki 18 tímar 2) í 2. flokki 20 tímar 3) í 3. flokki 24 tímar 4) í 4. flokki 28 tímar 5) í 5. flokki 30 tímar 6) í 6. flokki 31 tímar 7) í 7. flokki 31 tímar 3. stk. Loyvt kann vera ársbýttum skúlum at flyta í mesta lagi 2 undirvísingartímar millum flokkar. Tað í stk. 1 nevnda tímalágmark eigur tó ikki at verða broytt av hesi orsøk. 4. stk. Í grundskúlum, sum ikki eru ársbýttir, og sum kunnu hava næmingar øll grundskúlaárini, eigur vikutímatal næminganna í tí einstaka skúlanum at verða lagað eftir næmingatali og aldursbýti næminga, og skal tað í minsta lagi vera: 1) í 1-flokkaðum skúla 15 tímar 2) í 2-flokkaðum skúla 40 tímar 3) í 3-flokkaðum skúla 70 tímar 4) í 4-flokkaðum skúla 100 tímar 5) í 5-flokkaðum skúla 120 tímar 6) í 6-flokkaðum skúla 145 tímar 5. stk. Landsstýrismaðurin ásetir eftir nærri reglum vikutímatal skúlanna og kann í serstøkum føri víkja frá ásetingunum í stk. 1-4. 6. stk. Landsstýrismaðurin ger reglur um tíma- og lærugreinabýti.
§ 23 Næmingatalið í grundskúlans flokkum eigur vanliga ikki at fara upp um 24 við skúlaárs byrjan
Næmingatalið í grundskúlans flokkum eigur vanliga ikki at fara upp um 24 við skúlaárs byrjan. 2. stk. Landsstýrismaðurin ásetir fyri hvørt skúlaár talið á flokkum við hvønn einstakan skúla. Fyri teir skúlar, ið hava undirvísing út yvir 7. árgang, ásetir landsstýrismaðurin á hvørjum ári talið á flokkum í skúlanum grundað á upplýsingar frá skúlunum um næmingatalið, ið ætlast at verða komandi skúlaár. Fyri hinar skúlarnar skal skúlaleiðarin um skúlanevndina taka spurningin um broyting í flokkatalinum upp, um so er, at broytingar verða í væntaða næmingatalinum, og tær kunnu ávirka flokkatalið. Tílíkar frágreiðingar skulu bert sendast inn, um skúlanevndin heldur, at broyting eigur at gerast í flokkatali skúlans.
§ 24 Fyri hvønn skúla verður gjørd ein undirvísingarætlan, ið skal hava hesar ásetanir
Fyri hvønn skúla verður gjørd ein undirvísingarætlan, ið skal hava hesar ásetanir: 1. Skipan av undirvísingini fyri hvønn árgang, sbr. §§ 4-12 og § 14, heruppií tímatal fyri tær einstøku lærugreinirnar ella lærugreinabólkarnar og skipan av skúlagongdini teir ymsu vikudagarnar (tímabýtisætlan). 2. Innihaldið av undirvísingini í teimum einstøku lærugreinunum, lærugreinabólkunum og evnunum, tilskilað við týðandi kunnleika- og hegnisøkjum ella lýst við dømum (lesiætlan). 3. Undirvísing eftir § 3, 4.-6. stk. 4. Frítíðarætlan. 2. stk. Vikutímatalið fyri ta skyldugu undirvísingina í framhaldsskúlanum (8.-9. árgan), sbr. § 5, má ikki fara upp um 27 tímar og í 10. flokki 14. tímar, sbr. § 8, 1. stk. Landsstýrismaðurin kann tó loyva, at skylduga undirvísingin verður samlað í einum parti av skúlaárinum. 3. stk. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, ið tryggja teimum í § 4, 1. stk., nr. 2, 6 og 8 nevndu lærugreinum ein lutfalsligan part av øllum tímatalinum fyri undirvísingina í 1.-7. árgangi. 4. stk. Í teimum lærugreinunum, har næmingarnir stilla seg inn til fráfaringarroyndir, sbr. § 20, skal innihaldið í undirvísingini ásetast soleiðis, at krøvini í teimum einstøku lærugreinunum kunnu verða lokin. 5. stk. Tann greiniligara ætlanin og skipanin av undirvísingini, heruppií valið av undirvísingarformum, -háttum og -tilfari, verða gjørd av læraranum mest møguligt í samráð við næmingarnar.
§ 25 Tey undirvísingaramboð, ið neyðug eru, skulu ókeypis latast næmingunum til nýtslu. Hetta er tó…
Tey undirvísingaramboð, ið neyðug eru, skulu ókeypis latast næmingunum til nýtslu. Hetta er tó ikki galdandi fyri tól og útbúnað, ið nýtt verða til undirvísing í frítíðini eftir § 3, 6. stk., og sum næmingarnir taka heim til egna nýtslu. 2. stk. Á hvørjum skúla sbr. § 31, 1. stk., verður skipað eitt skúlabókasavn. Í skúlabókasavnið kemur tað av tilfari skúlans, ið skrásett verður eftir eini felags skipan. 3. stk. Landsstýrismaðurin ásetur meginreglurnar fyri tí bókasavnstekniska arbeiðnum. 4. stk. Stovnað verður ein landsmiðstøð fyri undirvísingaramboð eftir greiniligari reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
§ 26 Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá skúlanevndini víkja frá reglunum í 2. tátti í tann mun,…
Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli frá skúlanevndini víkja frá reglunum í 2. tátti í tann mun, neyðugt er til tess at fremja royndarvirksemi og námsfrøðiligt menningararbeiði. 3. táttur. Skipanin av skúlaverkinum.
§ 27 Bý/bygdaráðið og skúlanevndin hava skyldu at syrgja fyri undirvísing í grundskúlanum og at…
Bý/bygdaráðið og skúlanevndin hava skyldu at syrgja fyri undirvísing í grundskúlanum og at tryggja møguleikar fyri undirvísing í framhaldsskúlanum og fyri serundirvísing ella aðrari sernámsfrøðiligari hjálp av øllum børnum og ungum undir 18 ár, ið búgva ella hava tilhald í øki skúlamyndugleikans, tá ið foreldrini ynskja, at tey verða tikin inn í fólkaskúlan, sbr. § 54. 2. stk. Næmingar, sum í skúlaárinum flyta úr øki skúlamyndugleikans, ella sum fylla 18 ár, hava rætt at halda fram skúlagongdina í sama øki, tað ið eftir er av skúlaárinum. 3. stk. Skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu í serstøkum føri loyva, at ásetingarar í stk. 1 og 2 eisini eru galdandi fyri næmingar, ið eru eldri enn 18 ár.
§ 28 Bý-/bygdaráðið og skúlanevndin kann eftir sáttmála við statin, landið, privatar skúlar ella onnur…
Bý-/bygdaráðið og skúlanevndin kann eftir sáttmála við statin, landið, privatar skúlar ella onnur bý-/bygdaráð og skúlanevndir vísa næmingum til undirvísing í statsskúlum, landsskúlum, privatum skúlum ella skúlum hjá øðrum skúlamyndugleika. 2. stk. Teir sáttmálar, ið nevndir eru í 1. stk., skulu góðkennast av landsstýrismanninum. 3. stk. Tilvísing til privatar skúlar kann bert gerast við foreldranna samtykki, sbr. § 54. 4. stk. Tilvísing til skúlar hjá øðrum skúlamyndugleika kann vanliga bert umfata næmingar í 4. árgangi ella hægri og næmingar, ið skulu verða undirvístir í serflokkum og serskúlum, haraftrat næmingar úr útryðjunum hjá skúlamyndugleikum á staðnum, ið hava nærri til skúla í økinum hjá einum grannamyndugleika. 5. stk. Børn í undirvísingarskyldugum aldri á plássum, har skúli er, tá henda lóg kemur í gildi, kunnu ikki vísast til undirvísing í øðrum skúlaumdømi, um hetta førir við sær, at tey noyðast at flyta heimanífrá, uttan í heilt serstøkum førum. 6. stk. Landsstýrismaðurin kann skipa serundirvísing fyri bæði undirvísingarskyldug og ikki undirvísingarskyldug børn og ung undir 18 ár, sbr. § 27, 1. stk. 7. stk. Landsstýrismaðurin kann áleggja einum skúlamyndugleika á staðnum at taka ímóti næmingum frá øðrum skúlamyndugleika, um so er, at neyðugt pláss er í skúlanum. Útreiðslurnar til hetta verða rindaðar eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
§ 29 Næmingar, sum ígjøgnum longri tíð vegna smittuvanda ella fyri heilsu og vælferð ikki kunnu verða…
Næmingar, sum ígjøgnum longri tíð vegna smittuvanda ella fyri heilsu og vælferð ikki kunnu verða undirvíst í skúlanum, verða undirvístir heima ella á tí stovni, har teir eru staddir. 2. stk. Tað er skylda hjá bý-/bygdaráðnum og skúlanevndini at skipa undirvísing eftir 1. stk. á teimum sjúkrahúsum og øðrum stovnum, ið eru í øki skúlamyndugleikans, og sum taka ímóti børnum og ungum í aldrinum 6-18 ár, uttan so at tað á annan hátt verður skipað fyri undirvísing teirra. Undirvísingin kann eisini verða skipað av landsstýrismanninum. Stovnurin skal lata hóskandi høli. 3. stk. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um undirvísing eftir 1. og 2. stk. Landskassin ber útreiðslurnar til læraralønir til undirvísing eftir 1. og 2. stk. Bý-/bygdaráðið ber aðrar útreiðslur í sambandi við undirvísing eftir 1. stk. Útreiðslurnar til undirvísingartilfar v.m. til tey í 2. stk. umrøddu sjúkrahús v.m. verða rindaðar úr landskassanum í tann mun, stovnurin sjálvur ikki letur tilfarið.
§ 30 Bý/bygdaráðið og skúlanevndin býtir vanliga sítt øki upp í skúlaumdømi, ið kunnu vera størri fyri…
Bý/bygdaráðið og skúlanevndin býtir vanliga sítt øki upp í skúlaumdømi, ið kunnu vera størri fyri skúlans eldru enn fyri tey yngru floksstigini, sbr. tó § 31, 1. stk. Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at eitt skúlaumdømi er felags fyri fleiri skúlar. 2. stk. Undirvísing sambært § 3, 4.-6. stk., § 5, § 6, § 7, § 8, 2. stk., § 9 og § 10 kann vera felags fyri næmingar úr fleiri skúlum. 3. stk. Undirvísing sambært § 3, 4.-6. stk., § 5 m § 6, § 7, § 8, 2. stk., § 9 og § 10 kann verða skipað eftir frítíðarlóggávuni, soleiðis at næmingum um neyðugt verður víst hagar. Næmingarnir skulu tó, um teir ynskja tað, kunna fáa undirvísing innan fólkaskúlan alt tað vikutímatalið, ið ásett er í undirvísingarætlanini, sbr. § 24, 1. stk. nr. 1. 4. stk. Umlegging av umdømismarkum millum verandi skúlar skal mest til ber ikki hava ávirkan á børn, ið longu eru tikin upp í skúlan, og um foreldrini ynskja, at tey verða verandi á sama skúla. Hetta er tó ikki galdandi, um flokkurin kann flytast samlaður. Dentur eigur at vera lagdur á, at umleggingin av umdømismarkum heldur ikki fær ávirkan á børn, sum hava eldri systkin í skúlanum, um foreldrini ynskja, at systkini skulu verða verandi á sama skúla. Skúlanevndin kann í serligum førum loyva, at næmingar ganga í skúla í einum øðrum umdømi enn tí, teir hoyra uppí. 5. stk. Hevur eitt bý-/bygdaráð avgjørt at leggja ein skúla niður, skal hetta kunngerast í teimum føroysku bløðunum. Seta minst 30% av íbúgvunum í avvarðandi skúlaumdømi, ið hava valrætt til bý-/bygdaráðið, innan ein mánað eftir kunngerðina fram skrivliga áheitan um hetta, skal bý-/bygdaráðið halda atkvøðugreiðslu um niðurlegging av skúlanum. Atkvøðurætt til atkvøðusgreiðsluna hava teir íbúgvar í skúlaumdøminum, ið hava atkvøðurætt til bý-/bygdaráðið. Greiniligari reglur um tílíkar atkvøðugreiðslur verða ásettar av landsstýrismanninum. Verður úrslitið av atkvøðugreiðsluni, at í minsta lagi 50% av teimum, ið atkvøðurætt hava, ynskja at varðveita skúlan, kann hann ikki leggjast niður fyrrenn aftaná, at næsta valskeið er úti, og tá bert um bý-/bygdaráðið av nýggjum tekur avgerð um hetta, og tað verður góðkent av landsstýrismanninum. Um hesa avgerð kunnu íbúgvararnir ikki krevja atkvøðugreiðslu.
§ 31 Hvør sjálvstøðugur skúli skal vanliga umfata í minsta lagi 3 samanhangandi árgangir
Hvør sjálvstøðugur skúli skal vanliga umfata í minsta lagi 3 samanhangandi árgangir. 2. stk. Skúlarnir verða býttir í flokkar eftir næmingatalinum, sbr. § 23, 1. stk. Ein flokkur kann, um neyðugt er, umfata fleiri árgangir innan fyri 1.-7. árgang. Harumframt kann undirvísing uttan mun til floksbýti í serligum førum vera felags fyri næmingar úr fleiri árgangum. 3. stk. Tá ið børnini við byrjan av skúlagongdini verða býtt í flokkar, eigur dentur at verða lagdur á, at tann einstaki flokkurin kann verða varðveittur samlaður teir fylgjandi árgangirnar. Vanliga kann nýtt floksbýti ikki gerast vegna val av skeiðum og lærugreinum eftir § 16, 3. stk.
§ 32 Tvey ella fleiri bý-/bygdaráð og skúlanevndir kunnu ganga saman í eitt skúlasamband til heila…
Tvey ella fleiri bý-/bygdaráð og skúlanevndir kunnu ganga saman í eitt skúlasamband til heila ella lutvísa felags skipan av skúlaviðurskiftunum innan fyri økið hjá skúlamyndugleikunum. Áðrenn avgerð verður tikin um hetta, skulu íbúgvarnir í teimum økjum, sum skúlasambandið fer at umfata, hava havt høvi at úttala seg um málið á einum fundi, sum teir einstøku skúlamyndugleikarnir á staðnum fyriskipa. 2. stk. Greiniligari reglur um samarbeiði, um val av stýri og um, hvørt og hvussu teir einstøku skúlamyndugleikarnir skulu kunna fara burtur úr felagsskapinum, verða ásettar við einum sáttmála, ið verður staðfestur av landsstýrinum.
§ 33 Fyri økið hjá hvørjum bý-/bygdaráði og skúlanevnd verður gjørd ein skúlaætlan, ið skal hava hesar…
Fyri økið hjá hvørjum bý-/bygdaráði og skúlanevnd verður gjørd ein skúlaætlan, ið skal hava hesar ásetanir: 1. Nøvnini á skúlunum og umdømunum, sbr. § 30. Her uppií kann vera ásett, at gerast kunnu smærri umleggingar av umdømunum í samband við árligu innskrivingina. Skúlaverkið í økinum hjá bý-/bygdaráðnum og skúlanevndini kann við loyvi frá landsstýrismanninum roknast sum ein skúli, hóast hølini ikki eru samlað á einum stað í økinum. 2. Vavið á hvørjum einstøkum skúla viðvíkjandi undirvísing í grundskúlanum og í framhaldsskúlanum, hartil serundirvísing eftir § 3, 4.-5. stk. og undirvísing í frítíðini eftir § 3, 6. stk. 3. Tilvísing til undirvísing í øðrum skúlum sambært sáttmála, sbr. § 28. 4. Undirvísing á stovnum í økinum sbr. § 29, 2. stk. 5. Skipan av størvum sum tænastumenn í fólkaskúlanum v. m. í tann mun, hetta ikki verður gjørt við ta árligu skipanina, ið landsstýrismaðurin ger. Í tann mun flokkanin av størvunum ikki fylgir vanligum reglum, skal skúlaætlanin hava upplýsingar um flokkanina sbr. 2. stk. 2. stk. Landsstýrismaðurin ger árliga skipan av talinum á lærarum við hvønn skúla grundað á upplýsingar frá skúlanevndini um væntað næmingatal, flokktal v. m.
§ 34 Bý-/bygdaráðið skal skipa fyri flutningi millum skúlar og heim ella nánd av heiminum av næmingum,…
Bý-/bygdaráðið skal skipa fyri flutningi millum skúlar og heim ella nánd av heiminum av næmingum, sum ganga í skúla uttan fyri teirra egnu bústaðarkommunu. 2. stk. Bý-/bygdaráðið kann harumframt skipa fyri flutningi millum skúlar og heim ella nánd av heimum av niðanfyrinevndu næmingum, sum ganga í skúla í teirra egnu bústaðarkommunu: 1. næmingum upp í 3. árgang, ið hava longri skúlaveg enn 2,5 km, og næmingum í fylgjandi árgangum, ið hava longri skúlaveg enn 3,5 km, og 2. næmingum, ið hava styttri skúlaveg, um so er, at tað er serliga neyðugt fyri tryggleikan hjá næmingunum í ferðsluni, ella um skúlavegurin er ov mikið torførur. 3. stk. Bý-/bygdaráðið skal harumframt skipa fyri flutningi í og úr skúla av næmingum, ið eru sjúkir ella avlamnir, eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. 4. stk. Skyldan at skipa fyri flutningi eftir 1. stk. kann vera lokin við at vísa næmingunum til almennar ferðslumiðlar ella við at samsýna teimum útreiðslur til egnan flutning. 5. stk. Ásetingarnar í 1. stk. umfata ikki næmingar, ið sambært § 27, 2. stk. verða undirvístir í øðrum skúla enn umdømisskúla sínum. 6. stk. Tær flutningsskipanir, ið bý-/bygdaráðið hevur gjørt sambært stk. 1-4, skulu góðkennast av landsskúlaráðnum. 7. stk. Úr landskassanum verður veittur ein studningur upp á helvtina av útreiðslunum til góðkendar flutningsskipanir eftir stk. 1. 8. stk. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri víkja frá reglunum í 1.-6. stk., eins og tað kann loyva, at útreiðslur til flutning av lærarum endurgjaldi viðvíkjandi kunnu viðgerast eftir somu reglum sum flutningsútreiðslur av næmingum eftir 1. stk., um so er, at ein slík skipan hevði verið betur hóskandi.
§ 35 Landsstýrismaðurin kann veita tilskot til útreiðslur foreldranna fyri uppihald hjá næmingum í…
Landsstýrismaðurin kann veita tilskot til útreiðslur foreldranna fyri uppihald hjá næmingum í aðrari kommunu, um so er, at avvarðandi næmingar einans kunnu fáa framhaldsskúlaundirvísing við ein skúla, har dagligur flutningur millum heim og skúla hevði verið serliga ótryggur, drúgvur ella kostnaðarmikil. 2. stk. Landsstýrismaðurin kann veita tilskot til útreiðslur foreldranna fyri uppihald hjá næmingum í aðrari kommunu, um so er, at avvarðandi næmingar einans kunnu fáa ta í § 3, 4.-5. stk. umrøddu undirvísing við ein skúla, har dagligur flutningur millum heim og skúla í royndum ikki er møguligur fyri næmingarnar. 3. stk. Landsstýrismaðurin kann í staðin við samtykki foreldranna, sbr. § 54, skipa fyri, at teir í 1. og 2. stk. nevndu næmingar verða hýstir í skúlabýnum. 4. stk. Landsstýrismaðurin kann við samtykki foreldranna, sbr. § 54, í heilt serligum førum loyva, at næmingar upp í 7. árgang verða hýstir í nánd av einum skúla uttan fyri heimbygdina og fáa undirvísing í hesum skúlanum. 5. stk. Tilskotið verður veitt sum heilt ella lutvíst endurgjald fyri eina hýsing, sum er góðkend av landsstýrismanninum, og skal heilt ella lutvíst rinda meirkostnað foreldranna av, at næmingurin býr ikki heima. Harumframt verður veitt tilskot til heila ella lutvísa rindan av ferðaútreiðslum næminganna millum heim og skúla vikuskiftini og við byrjan og enda av frítíðum. 6. stk. Tilskotið eftir 1.-5. stk. verður veitt úr statskassanum og landskassanum eftir reglunum í læraralønarlógini § 45, 2. stk. 7. stk. Heimstaðarkommunan endurrindar skúlakommununi útreiðslur hennara fyri skúlagongdina hjá næminginum, sbr. § 27. 4. táttur. Lærararnir.
§ 36 Til at kunna røkja undirvísingina í fólkaskúlanum skal avvarðandi hava lokið…
Til at kunna røkja undirvísingina í fólkaskúlanum skal avvarðandi hava lokið fólkaskúlalæraraútbúgvingina á Føroya Læraraskúla ella á donskum læraraskúla, sbr. tó 2. og 3. stk. ella aðra læraraútbúgving, ið er góðkend av landsstýrismanninum hesum viðvíkjandi. 2. stk. Tað er ein treyt fyri fastari setan sum lærari, at avvarðandi hevur staðið eina serliga roynd í føroyskum. Greiniligari reglur um hesa roynd verða ásettar av landsstýrismanninum. 3. stk. Við skúlar, har teir tænastumannasettu lærararnir, royndarsettu lærararnir ella tímalærararnir ikki kunnu átaka sær undirvísingina í øllum teimum lærugreinum, undirvísingarætlanin umfatar, kunnu verða settir faklærarar við serligari útbúgving. 4. stk. Tann setandi myndugleikin og skúlanevndin hava skyldu at ansa eftir, at lærari, ið skal undirvísa í lærugreinunum kristnikunnleika og ítrótti, hevur lokið útbúgving í avvarðandi lærugrein.
§ 37 Til at røkja undirvísing í frítíðini eftir § 3, 6. stk. ella aðrar námsfrøðiligar…
Til at røkja undirvísing í frítíðini eftir § 3, 6. stk. ella aðrar námsfrøðiligar arbeiðsuppgávur, ið ikki eru umfataðar av § 36, kann verða sett manning við serligari útbúgving. Landsstýrismaðurin setur greiniligari reglur hesum viðvíkjandi.
§ 38 Landsstýrismaðurin ásetur reglur um setanarkorini fyri tímalærarar, vikarar og faklærarar í…
Landsstýrismaðurin ásetur reglur um setanarkorini fyri tímalærarar, vikarar og faklærarar í fólkaskúlanum.
§ 39 Skúlanevndin kann sleppa einum lærara undan at undirvísa í kristnikunnleika, um so er, at tungt…
Skúlanevndin kann sleppa einum lærara undan at undirvísa í kristnikunnleika, um so er, at tungt vigandi grundir eru fyri tí. Kann lærarin vegna undantøku ikki fáa fulla tænastutíð, verður lønin skerd samsvarandi, tó uttan skerjing av eftirlønaraldri.
§ 40 Landsstýrismaðurin kann undir serligum viðurskiftum loyva frávikum frá teimum í § 36 og § 37…
Landsstýrismaðurin kann undir serligum viðurskiftum loyva frávikum frá teimum í § 36 og § 37 ásettu reglum. 5. táttur. Undirvísingarskylda. Innskriving og útskriving úr fólkaskúlanum.
§ 41 Øll børn, ið búgva her á landi, eru undirvísingarskyldug eftir reglunum í §§ 42-45, uttan so er,…
Øll børn, ið búgva her á landi, eru undirvísingarskyldug eftir reglunum í §§ 42-45, uttan so er, at tey eru umfatað av reglunum um undirvísingarskyldu í aðrari lóggávu. Sama er galdandi fyri børn, ið skulu dvøljast her í landinum í minst 6 mánaðar.
§ 42 Eitt og hvørt undirvísingarskyldugt barn hevur skyldu at ganga í fólkaskúlanum, um tað ikki á…
Eitt og hvørt undirvísingarskyldugt barn hevur skyldu at ganga í fólkaskúlanum, um tað ikki á annan hátt fær undirvísing, ið kann javnmetast við ta, ið vanliga verur kravd í fólkaskúlanum. 2. stk. Um so er, at eitt undirvísingarskyldugt barn verður innskrivað í ein viðurkendan privatskúla, ella tann, ið hevur ábyrgdina fyri undirvísing barnsins, sbr. § 54, skrivliga fyri skúlanevndini váttar, at hann sjálvur vil skipa fyri undirvísingini, kann ikki verða kravt, at barnið verður innskrivað í fólkaskúlan.
§ 43 Undirvísingarskyldan byrjar við skúlaárs byrjan fyri tey børn, ið um hetta mundið hava fylt 7 ár,…
Undirvísingarskyldan byrjar við skúlaárs byrjan fyri tey børn, ið um hetta mundið hava fylt 7 ár, og endar við skúlaárs lok fyri tey børn, ið um hetta mundið hava fylt 14 ár. 2. stk. Eitt barn, ið fyllir 7 ár fyrstu 5 mánaðirnar í skúlaárinum, skal verða tikið inn í skúla við skúlaárs byrjan, um so er, at tey, ið hava ábyrgdina fyri skúlagongdini hjá barninum krevja tað; barnið verður tá viðvíkjandi byrjan og enda av undirvísingarskylduni stillað, sum hevði tað fylt 7 ár fyri skúlaárs byrjan. 3. stk. Skúlanevndin kann, um so er, at tað er grundað í menningini hjá barninum, eftir umbøn frá foreldrunmum ella við teirri undirtøku góðkenna, at barnið verður innskrivað eitt ár undan ella eitt ár eftir, at undirvísingarskyldan byrjar, sbr. 1. stk. og 2. stk. Er barnið innskrivað seinni enn eftir 1. stk., heldur undirvísingarskyldan ikki uppat fyrr enn aftan á 7 ára skúlagongd, tó í seinasta lagi við skúlaárs lok tað álmanakkaárið, barnið fyllir 15 ár.
§ 44 Ábyrgdina av, at undirvísingarskyldugt barn fær líkinda undirvísing, hevur tann, ið stendur fyri…
Ábyrgdina av, at undirvísingarskyldugt barn fær líkinda undirvísing, hevur tann, ið stendur fyri húskinum, barnið hoyrir til. 2. stk. Landsstýrismaðurin kann áseta greiniligari reglur fyri umsjónini við teimum viðurkendu privatskúlunum. 3. stk. Leiðarin av einum viðurkendum privatskúla skal við hvørt skúlaárs byrjan senda skúlanevndini ein lista yvir allar næmingar í skúlanum. 4. stk. Landsstýrismaðurin kann áseta greiniligari reglur fyri krøvum til heimaundirvísing og um umsjónina við hesi undirvísing.
§ 45 Innskriving í fólkaskúlan fer fram við skúlaárs byrjan. Um sjúka ella aðrar serligar umstøður…
Innskriving í fólkaskúlan fer fram við skúlaárs byrjan. Um sjúka ella aðrar serligar umstøður skuldu borist á, kann innskriving fara fram í skúlaárinum. 2. stk. Útskriving úr fólkaskúlanum fer fram við skúlaárs lok. Undir heilt serligum umstøðum kann útskriving fara fram í skúlaárinum. 3. stk. Landsstýrismaðurin kann áseta greiniligari reglur fyri innskriving og útskriving úr fólkaskúlanum eisini endurinnskriving av áður útskrivaðum næmingum, og somuleiðis fyri flyting úr einum skúla í annan.
§ 46 Lærararnir halda við fráverulista eftirlit við, at teir næmingar, ið innskrivaðir eru í skúlan,…
Lærararnir halda við fráverulista eftirlit við, at teir næmingar, ið innskrivaðir eru í skúlan, taka lut í undirvísingini, annaðhvørt næmingarnir eru í undirvísingarskyldugum aldri ella ikki. 2. stk. Er ein næmingur burtur frá undirvísingini, skal tann, ið hevur ábyrgdina av undirvísing hansara, persónliga ella skrivliga geva skúlanum upplýsing um orsøkina til hetta. Er orsøkin til burturveruna sjúka, ið vara longur enn 2 vikur, kann skúlin krevja læknaváttan fyri hesum. Vi styttri fráverum ferð eftir ferð vegna sjúku, kann læknaváttan somuleiðis verða kravd.
§ 47 Leiðarin av skúlanum sendir í seinasta lagi tann 15. í tí fyrsta mánaðinum í hvørjum fjórðingsári…
Leiðarin av skúlanum sendir í seinasta lagi tann 15. í tí fyrsta mánaðinum í hvørjum fjórðingsári skúlanevndini ein lista yvir tær fráverur, ið verið hava seinastu fjórðingsárið. 2. stk. Metir skúlanevndin orsøk vera at átala fráverur, kann hon: 1. biðja foreldrini ella tann, ið hevur ábyrgdina av undirvísingini hjá næminginum, sbr. § 44, um persónliga ella skrivliga at geva gjøllari frágreiðing um orsøkina um fráveruna, 2. áleggja skúlanum at søkja nærri samband við foreldrini, 3. áleggja skúlanum at innstilla næmingin til skúlasálarfrøðiliga kanning, 4. mæla foreldrunum til at søkja sær stuðul hjá sosialu myndugleikunum, 5. geva barnaverndini frágreiðing um málið. 3. stk. Skúlanevndin skal, áðrenn fjórðingsárið er at enda, senda eitt eintak av fráverulistanum fyri farna fjórðingsárið til landsskúlaráðið við upplýsing um, hvat ið gjørt er í sambandi við møguligar ólógligar fráverur. 4. stk. Landssstýrismaðurin kann gera greiniligari reglur fyri, hvussu skúlanevndin skal viðgera ólógligar fráverur. 6. táttur. Aðrar ásetingar.
§ 48 Landsstýrismaðurin kann áseta vanligar reglur um fyriskipanir til fremjan av góðum skili í…
Landsstýrismaðurin kann áseta vanligar reglur um fyriskipanir til fremjan av góðum skili í skúlanum og um umsjón skúlanna við næmingunum í skúlatíðini.
§ 49 Tíðin fyri konfirmatiónsundirvísingina verður ásett við samráðingum millum skúlanevndina og…
Tíðin fyri konfirmatiónsundirvísingina verður ásett við samráðingum millum skúlanevndina og avvarðandi prest. Í hesum samráðingum luttaka allir leiðarar av almennum og privatum skúlum í økinum hjá skúlanevndini. Tann neyðuga tíðin skal tryggjast konfirmatiónsfyrireikingini, og við ásetanini av tíðini skal ansast eftir, at skúlans arbeiði verður tarnað minst møguliga. Fæst ikki semja partanna millum, ásetur landsstýrismaðurin tíðina fyri konfirmatiónsfyrireikingini.
§ 50 Landsstýrismaðurin kann eftir at hava fingið ummæli frá skúlanevndini eftir ávísum ásettum…
Landsstýrismaðurin kann eftir at hava fingið ummæli frá skúlanevndini eftir ávísum ásettum treytum loyva avvik frá teimum ásetingum, sum eru í hesi lóg um skipanina av undirvísingini fyri næmingar, tá ið foreldur teirra eru limir í trúarsamfeløgum uttan fyri fólkakirkjuna, um so er, at læran hjá hesum trúarsamfelag ger tað til ein samvitskuspurning fyri foreldrini, at børn teirra út í æsir fylgja avvarðandi ásetingum.
§ 51 Landsstýrismaðurin kann áseta reglur og leiðbeiningar fyri skúlabygging
Landsstýrismaðurin kann áseta reglur og leiðbeiningar fyri skúlabygging.
§ 52 Nýtsla av skúlans hølum til annað endamál enn skúlans undirvísing má bert vera í tann mun, hetta…
Nýtsla av skúlans hølum til annað endamál enn skúlans undirvísing má bert vera í tann mun, hetta er í sambæri við skúlans tørv. Avgerð hesum viðvíkjandi tekur bý-/bygdaráðið eftir at hava fingið ummæli frá skúlanevndini og lærararáðnum; gerst tað ein spurningur, hvørt nýtslan av skúlahølum stríðir ímóti skúlans tørvi, skal málið leggjast fyri landsstýrismannin til endaliga avgerð, 2. stk. Øll høli, sum statskassin og landskassin hava latið byggistudning til, skulu skúlamyndugleikarnir á staðnum lata til nýtslu til undirvísing og upplýsing, ið verður boðin fólki í økinum eftir reglum, ið verða settar av landsstýrismanninum.
§ 53 Tey grundstykki, ið neyðug eru til undirvísingarútbúnað av einum og hvørjum slag, kunnu fáast við…
Tey grundstykki, ið neyðug eru til undirvísingarútbúnað av einum og hvørjum slag, kunnu fáast við ognartøku. 2. stk. Ognartøkan verður framd eftir teimum reglum, ið ásettar eru í lóg nr. 69 frá 7. mai 1881.
§ 54 Tey rættindi, ið við lógini eru veitt foreldrum, eigur tann ella teir persónar, ið hava…
Tey rættindi, ið við lógini eru veitt foreldrum, eigur tann ella teir persónar, ið hava foreldraamyndugleikan. Næmingar, ið ikki eru undir foreldramyndugleika, hava sjálvir hesi rættindi. 2. stk. Undantikið spurninginum, nær skúlagongdin byrjar, og hvussu leingi hon varir, kann skúlin halda tann, ið stendur fyri húskinum, næmingurin hoyrir til, vera heimilaðan at fremja atgerðir hansara, ið hevur foreldramyndugleikan, sbr. § 44. 7. táttur. Ásetanir um, nær lógin fær gildi og um bráðfeingisreglur v.m.
§ 55 Lógin fær gildi 1. august 1979
Lógin fær gildi 1. august 1979. 2. stk. Tær reglur, ið ásettar eru í 5. tátti, fáa tó gildi beinanvegin.
§ 56 Lóg nr. 117 frá 30. mars 1962 um fólkaskúlan í Føroyum verður sett úr gildi 1. august 1979 eftir…
Lóg nr. 117 frá 30. mars 1962 um fólkaskúlan í Føroyum verður sett úr gildi 1. august 1979 eftir § 8 í rammulóg fyri Føroyar um fólkaskúlan, smbr. tó 2.-4. stk. 2. stk. Lógargreinirnar 11, 14-15, 17-20 og 32, 3. stk. verða framvegis nýttar skúlaárið 1979/80 fyri næmingar í 9. og 10. árgangi og í skúlaárinum 1980/81 fyri næmingar í 10. árgangi. Realpróvtøka og fráfaringarroyndir eftir teimum higartil galdandi reglunum verða hildnar seinastu ferð í próvtøkuskeiðinum 1981. 3. stk. Lógarinnar § 71, 3.-5. stk. verða verandi í gildi. 4. stk. Landsstýrismaðurin ásetur, nær § 22 í lógini verður sett úr gildi. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 23. juni 1992. 3) Sí eisini konglig fyriskipan nr. 232 frá 25. mai 1981 om menighedsråd. 4) Broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 21. mai 1993. 6) § 22 er sett úr gildi við kunngerð nr. 116 frá 14. juli 1992.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.