Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. apríl 1992 Nr. 47

Løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996

1. táttur Stevnumið o.a.

2. táttur Skipan og innihald

3. táttur Ígildissetan og annað

1. táttur

Stevnumið o.a.

§ 1 1 Landsstýrismanninum verður sambært § 2 í rammulóg nr. 54 frá 14. februar 1979 heimilað at skipa…

1 Landsstýrismanninum verður sambært § 2 í rammulóg nr. 54 frá 14. februar 1979 heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan tøkni. Stk. 2. Støðisútbúgvingin skal miða ímóti: 1) at menna tann einstaka næmingin persónligt til samfelagsvitsku, 2) at menna lestrarhegni og førleika til framtíðar yrki, 3) at veita næminginum støði undir framhaldandi tøkniútbúgving.

§ 2 Tann, sum hevur tikið fráfaringarroynd fólkaskúlans, kann verða tikin upp til støðisútbúgving…

Tann, sum hevur tikið fráfaringarroynd fólkaskúlans, kann verða tikin upp til støðisútbúgving innan tøkni.

§ 3 1 Landsstýrið ger almennar reglur um støðisútbúgvingina

1 Landsstýrið ger almennar reglur um støðisútbúgvingina. Stk. 2. 1 Landsstýrismaðurin ásetur reglur um floksdeildtal, samstarv millum skúlar um býti av flokkum og útbúgvingum og um upptøku av næmingum. Stk. 3. 1 Støðisútbúgving innan tøkni fer fram á einum av landsstýrismanninum góðkendum yrkisskúla. 2. táttur Skipan og innihald

§ 4 Støðisútbúgvingin verður skipað í eindum við atliti til at lúka krøvini um upptøku til…

Støðisútbúgvingin verður skipað í eindum við atliti til at lúka krøvini um upptøku til framhaldandi útbúgving innan tøkni. Stk. 2. 1 Støðisútbúgvingin kann verða skipað í fakøkjum sambært krøvunum til ta framhaldandi útbúgvingina eftir nærri av landsstýrismanninum ásettum reglum.

§ 5 Innihaldið í støðisútbúgvingini verður skipað við atliti til stevnumiðini, ið nevnd eru í § 1,…

Innihaldið í støðisútbúgvingini verður skipað við atliti til stevnumiðini, ið nevnd eru í § 1, stk. 2.

§ 6 1 Landsstýrismaðurin góðkennir stevnumið og leiðbeinandi lesiætlanir fyri støðisútbúgvingina

1 Landsstýrismaðurin góðkennir stevnumið og leiðbeinandi lesiætlanir fyri støðisútbúgvingina. Stk. 2. 1 Landssstýrismaðurin staðfestir lesiætlanirnar fyri tær einstøku lærugreinirnar við støði í teimum leiðbeinandi lesiætlanunum.

§ 7 Næmingum, sum hava tað fyri neyðini, kann verða givin serundirvísing og annar sernámsfrøðiligur…

Næmingum, sum hava tað fyri neyðini, kann verða givin serundirvísing og annar sernámsfrøðiligur stuðul. Stk. 2. Næmingum verða givin ráð og vegleiðing viðvíkjandi útbúgving og persónligum viðurskiftum. Stk. 3. 1 Landsstýrismaðurin ásetur nágreiniligari reglur fyri tey í stk. 1 og 2 nevndu viðurskifti.

§ 8 Næmingar fáa prógv fyri hvørja fullførda støðiseind. Næmingar, sum gevast í útbúgvingini, hava…

Næmingar fáa prógv fyri hvørja fullførda støðiseind. Næmingar, sum gevast í útbúgvingini, hava rætt til váttan fyri framda skúlagongd. Stk. 2. 1 Landsstýrismaðurin ásetur reglur um próvtøku fyri hvørja lærugrein sær.

§ 9 Hevur næmingur lokið ein part av støðisútbúgvingini frammanundan, ella á annan hátt nomið tann…

Hevur næmingur lokið ein part av støðisútbúgvingini frammanundan, ella á annan hátt nomið tann kravda kunnleikan, fatar útbúgvingin vanliga bert um tann vantandi partin av støðisútbúgvingini. Stk. 2. Næmingur við serligum fortreytum kann sleppa undan pørtum av undirvísingini. Stk. 3. 1 Landsstýrismaðurin ásetur reglur fyri stk. 1 og 2.

§ 10 1 Landsstýrismaðurin kann í serligum føri, tá ið tað ræður um at fremja útbúgvingarroyndir, víkja…

1 Landsstýrismaðurin kann í serligum føri, tá ið tað ræður um at fremja útbúgvingarroyndir, víkja frá reglunum í hesum tátti.

§ 11 Skúlin skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum næmingunum kann verða fyri í skúlagongdini

Skúlin skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum næmingunum kann verða fyri í skúlagongdini. 3. táttur Ígildissetan og annað

§ 12 Henda lóg fær gildi 1. august 1992

Henda lóg fær gildi 1. august 1992. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 §§ 10 og 18.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙