Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

5. mai 1987 Nr. 43

Løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskaíðnað og havbúnað, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 10. mai 2000

§ 1 1) Føroya Yrkisskúli fyri fiskaídnað og havbúnað er stovnur undir landsstýrismanninum

1) Føroya Yrkisskúli fyri fiskaídnað og havbúnað er stovnur undir landsstýrismanninum. 2. stk. Eftir avgerð landsstýrismansins kunnu deildir av Føroya Yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað setast á stovn.

§ 2 2) Útbúgvingin innan fiskiídnað og havbúnað skal geva næmingunum almennan og og yrkisligan…

2) Útbúgvingin innan fiskiídnað og havbúnað skal geva næmingunum almennan og og yrkisligan kunnleika og fjølbroytta starvsvenjing soleiðis, at teir gerast førir fyri at virka í og taka lut í menningini av fiskiídnaðinum og havbúnaðinum, sæð í mun til tað føroyska samfelagið og tey náttúruríkidømi, sum fiskiídnaðurin og havbúnaðurin eru treytaðir av. Útbúgvingin á gymnasialum stigi skal harafturat vera støði undir hægri framhaldslestri.

§ 3 2) Útbúgvingin tekur tilsamans 3 ár, íroknað skúlastýrda starvsvenjing. Fyrri partur av…

2) Útbúgvingin tekur tilsamans 3 ár, íroknað skúlastýrda starvsvenjing. Fyrri partur av útbúgvingini er ein felags støðisútbúgving innan fiskivinnu, ið tekur eitt ár. Støðisútbúgvingin fevnir um yrkisliga upplæring í fiskiídnaði og havbúnaði og um ávísar yrkisgymnasialar lærugreinir. Seinni parturin er ein yrkisgymnasial útbúgving innan fiskivinnu, nevnd Hægri Próvtøka innan Fiskivinnu, ið tekur 2 ár. Bæði fyrri og seinni partur enda við próvtøku, og næmingarnir fáa útflýggjað prógv.

§ 4 2) Undirvísingin í støðisárinum byggir á fráfaringarroynd fólkaskúlans. Umsøkjari, sum á annan…

2) Undirvísingin í støðisárinum byggir á fráfaringarroynd fólkaskúlans. Umsøkjari, sum á annan hátt lýkur upptøkukrøvini, og sum eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini og fullføra útbúgvingina til ásetta tíð, kann eisini verða tikin upp. 2. stk. Umsøkjari verður tikin upp til 2 ára yrkisgymnasialu útbúgvingina eftir staðið støðisár. Upptøka fer fram eftir heildarmeting skúlans. Umsøkjari kann eisini verða tikin upp, um hann ella hon á annan hátt lýkur upptøkukrøvini, og um viðkomandi eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini og fullføra útbúgvingina til ásetta tíð.

§ 5 1) 2) Undirvísingin fevnir í støðisárinum og í 2 ára yrkisgymnasialu útbúgvingini um lærugreinir,…

1) 2) Undirvísingin fevnir í støðisárinum og í 2 ára yrkisgymnasialu útbúgvingini um lærugreinir, sum landsstýrismaðurin ásetir reglur um, her ímillum um innihaldið í lærugreinunum, um hvar í útbúgvingini lærugreinirnar koma fyri, á hvørjum stigi, við hvørjum pultstímatali um árið og um møguligar lærugreinir úr øðrum útbúgvingum. 2. stk. Í støðisárinum verður skipað fyri starvsvenjing eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. 3. stk. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um samanseting av lærugreinum til eina samlaða próvtøku fyri Støðisár innan Fiskivinnu og fyri Hægri Próvtøku innan Fiskivinnu. 5. stk. Næmingarnir fáa herumframt útbúgvingar- og yrkisvegleiðing. 6. 1) 2) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri: a) undirvísing í sambandi við støðisárið og framhaldandi yrkisgymnasialu útbúgvingina, innihald og vavi í teimum einstøku lærugreinunum og starvsvenjingina, b) eftirmeting, próvtøku og krøv í teimum einstøku lærugreinunum til próvtøkurnar.

§ 7 Til útbúgvingina hoyra venjingarhøli og starvsstova, har næmingarnir fáa starvslæru og gera…

Til útbúgvingina hoyra venjingarhøli og starvsstova, har næmingarnir fáa starvslæru og gera starvsstovuroyndir. Samstarv við verandi virkir fæst í lag, har næmingarnir herumframt fáa starvsvenjing og kunnleika til viðurskiftini á arbeiðsplássunum.

§ 8 Næmingarnir hava møtiskyldu bæði til ta almennu og ástøðiligu frálæruna, starvsfrálæruna og…

Næmingarnir hava møtiskyldu bæði til ta almennu og ástøðiligu frálæruna, starvsfrálæruna og starvsvenjingina. Um møtiskyldan ikki verður hildin, kunnu næmingarnir verða burturvístir eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin fyrisetir.

§ 9 Landsstýrismaðurin setir skúlastjóra eftir tilmæli frá landsskúlaráðnum. Skúlastjórin hevur…

Landsstýrismaðurin setir skúlastjóra eftir tilmæli frá landsskúlaráðnum. Skúlastjórin hevur dagligu leiðsluna um hendi og stendur landsskúlafyrisitingini til svars fyri frálæruna. 2. stk. Fyri at tryggja, at frálæran á yrkisskúlanum er í samljóð við menningina í vinnuni, verður eitt skúlaráð sett við umboðum fyri feløg og stovnar innan virkisøki skúlans. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri vali av limum og fyri virkisøki og heimildum hjá skúlaráðnum.

§ 10 1) Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi lærarar eftir tilmæli frá skúlastjóranum

1) Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi lærarar eftir tilmæli frá skúlastjóranum.

§ 11 Til undirvísing í teimum almennu og ástøðiligu lærugreinunum verða lærarar nýttir, sum hava…

Til undirvísing í teimum almennu og ástøðiligu lærugreinunum verða lærarar nýttir, sum hava førleika at undirvísa á einum slíkum stigi, at hesar lærugreinir kunnu verða viðurkendar og góðskrivaðar, um næmingarnir fara til framhaldandi og/ella hægri útbúgving. Til undirvísing í yrkisástøði og starvslæru verða lærarar nýttir, sum hava yrkisútbúgving á økjunum, ella fólk, sum starvast í vinnuni. Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur hesum viðvíkjandi. 2. stk. Setan í fast starv sum lærari er treytað av, at avvarðandi stendur roynd í námsfrøði. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur hesum viðvíkjandi.

§ 12 Landsstýrismaðurin skipar fyri próvtøkunum

Landsstýrismaðurin skipar fyri próvtøkunum. 2. stk. Til próvtøkuna verða havdar skrivligar, munnligar og starvsligar royndir við próvdómarum, ið verða tilnevndir av landsstýrismanninum. Tær munnligu og starvsligu royndirnar eru almennar. 3. stk. Til próvtøkurnar skulu næmingarnir prógvam at teir hava ta búning og tann kunnleika, sum er endamálið við frálæruni og upplæringini. 4. stk. Prógv verða latin eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

§ 13 Landsstýrið kann áseta reglur fyri skeiðvirksemi innan fiskaídnað og hav búnað

Landsstýrið kann áseta reglur fyri skeiðvirksemi innan fiskaídnað og hav búnað.

§ 14 Henda lóg kemur í gildi beinanvegin

Henda lóg kemur í gildi beinanvegin. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 §§ 8 og 18. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 10. mai 2000.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað · innanhýsis
Áður galdandi · 26. mars 2002
Broytingar
broyting í løgtingslóg um Føroya yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað · innanhýsis
Áður galdandi · 10. mai 2000
Broytingar
broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing · innanhýsis
Galdandi · 20. mai 1996
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙