Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. mai 2000 Nr. 69

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað sum broytt…

Í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20.05.1996 verða hesar broytingar gjørdar: 1) § 2 verður orðað soleiðis: “Útbúgvingin innan fiskiídnað og havbúnað skal geva næmingunum almennan og og yrkisligan kunnleika og fjølbroytta starvsvenjing soleiðis, at teir gerast førir fyri at virka í og taka lut í menningini av fiskiídnaðinum og havbúnaðinum, sæð í mun til tað føroyska samfelagið og tey náttúruríkidømi, sum fiskiídnaðurin og havbúnaðurin eru treytaðir av. Útbúgvingin á gymnasialum stigi skal harafturat vera støði undir hægri framhaldslestri.” 2) § 3 verður orðað soleiðis: “Útbúgvingin tekur tilsamans 3 ár, íroknað skúlastýrda starvsvenjing. Fyrri partur av útbúgvingini er ein felags støðisútbúgving innan fiskivinnu, ið tekur eitt ár. Støðisútbúgvingin fevnir um yrkisliga upplæring í fiskiídnaði og havbúnaði og um ávísar yrkisgymnasialar lærugreinir. Seinni parturin er ein yrkisgymnasial útbúgving innan fiskivinnu, nevnd Hægri Próvtøka innan Fiskivinnu, ið tekur 2 ár. Bæði fyrri og seinni partur enda við próvtøku, og næmingarnir fáa útflýggjað prógv.” 3) § 4 verður orðað soleiðis: “Undirvísingin í støðisárinum byggir á fráfaringarroynd fólkaskúlans. Umsøkjari, sum á annan hátt lýkur upptøkukrøvini, og sum eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini og fullføra útbúgvingina til ásetta tíð, kann eisini verða tikin upp. 2. stk. Umsøkjari verður tikin upp til 2 ára yrkisgymnasialu útbúgvingina eftir staðið støðisár. Upptøka fer fram eftir heildarmeting skúlans. Umsøkjari kann eisini verða tikin upp, um hann ella hon á annan hátt lýkur upptøkukrøvini, og um viðkomandi eftir meting skúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini og fullføra útbúgvingina til ásetta tíð.” 4) § 5 verður orðað soleiðis: “Undirvísingin fevnir í støðisárinum og í 2 ára yrkisgymnasialu útbúgvingini um lærugreinir, sum landsstýrismaðurin ásetir reglur um, her ímillum um innihaldið í lærugreinunum, um hvar í útbúgvingini lærugreinirnar koma fyri, á hvørjum stigi, við hvørjum pultstímatali um árið og um møguligar lærugreinir úr øðrum útbúgvingum. 2. stk. Í støðisárinum verður skipað fyri starvsvenjing eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. 3. stk. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um samanseting av lærugreinum til eina samlaða próvtøku fyri Støðisár innan Fiskivinnu og fyri Hægri Próvtøku innan Fiskivinnu. 5. stk. Næmingarnir fáa herumframt útbúgvingar- og yrkisvegleiðing.” 5) § 6 verður orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri: a) undirvísing í sambandi við støðisárið og framhaldandi yrkisgymnasialu útbúgvingina, innihald og vavi í teimum einstøku lærugreinunum og starvsvenjingina, b) eftirmeting, próvtøku og krøv í teimum einstøku lærugreinunum til próvtøkurnar.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 10. mai 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙