Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 11) Húsarhaldsskúlar eru skúlar, sum geva eina almennandi undirvísing við serligum atliti til…§ 2Skúlarnir eru vistarskúlar, men eisini næmingar, sum ikki búgva á skúlanum, kunnu ganga á skúlanum§ 31) Tá ið eitt góðkent húsarhaldsskeið er lokið, fáa næmingarnir váttan fyri at hava luttikið á…§ 41) Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at ein húsarhaldsskúli, sum lýkur krøvini smb. 1. kapittli,…§ 51) Landsstýrismaðurin kann taka góðkenningina aftur, um skúlin ikki longur lýkur krøvini í § 4.…§ 6Skúlin er undir eftirliti av eini 5-manna nevnd, hvørs limir verða valdir eftir viðtøkunum fyri…§ 7Nevndin hevur tað fyrisitingarliga og fíggjarliga eftirlitið við skúlanum§ 81) Nevndin hevur undir ábyrgd landsstýrismansins eftirlit við, at skúlin verður fyrisitin eftir…§ 9Tann, ið skal røkja undirvísingina á einum húsarhaldsskúla, skal vera útbúgvin húsarhaldslærari…§ 10Til at hava dagligu fyrisitingarligu og undirvísingarligu leiðsluna um hendi verður sett eitt…§ 112) Stuðul verður veittur góðkendum skúlum eftir hesum reglum§ 121) Næmingarnir gjalda fyri húsarhaldsskeiðið. Landsstýrismaðurin ger reglur viðvíkjandi…§ 131) Landsstýrismaðurin kann gera av, um almennur stuðul verður veittur fyristøðufólki og lærarum…§ 141) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skúlastjórin ella føstu lærarar skúlans fáa…§ 151) Landsstýrismaðurin kann víkja frá reglunum í lógini í tann mun hetta er neyðugt fyri at fremja…§ 16Lógin fær gildi 1. juli 1992. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 47 frá 9. mai 1976 um…

Lógtekstur

13. mai 1992 Nr. 66

Løgtingslog um húsarhaldsskúlar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 11. september 2017

1. kapittul Endamál og almennar ásetingar.

2. kapittul Góðkenning og eftirlit

3. kapittul Skúlans leiðsla

4. kapittul Stuðul og studningur

5. kapittul Næmingastudningur

6. kapittul Eftirútbúgving

7. kapittul Royndarvirksemi

8. kapittul Gildisreglur o.a.

1. kapittul

Endamál og almennar ásetingar.

§ 1 1) Húsarhaldsskúlar eru skúlar, sum geva eina almennandi undirvísing við serligum atliti til…

1) Húsarhaldsskúlar eru skúlar, sum geva eina almennandi undirvísing við serligum atliti til heimið og familjuna. Einstakar lærugreinir ella lærugreinabólkar kunnu takast inn í undirvísingina. Húsarhaldsskúlar eru ikki próvtøkuskúlar. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin skal góðkenna undirvísingarætlanirnar fyri tey vanligu skeiðini. Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at ein húsarhaldsskúli fer undir útbúgvingar, ið viðvíkja húsligum arbeiði. Stk. 4. Føroya Landsstýri ásetir reglur um upptøkukrøv og fráfaringarroyndir fyri onnur útbúgvingarskeið, sum skúlin stílar fyri.

§ 2 Skúlarnir eru vistarskúlar, men eisini næmingar, sum ikki búgva á skúlanum, kunnu ganga á skúlanum

Skúlarnir eru vistarskúlar, men eisini næmingar, sum ikki búgva á skúlanum, kunnu ganga á skúlanum.

§ 3 1) Tá ið eitt góðkent húsarhaldsskeið er lokið, fáa næmingarnir váttan fyri at hava luttikið á…

1) Tá ið eitt góðkent húsarhaldsskeið er lokið, fáa næmingarnir váttan fyri at hava luttikið á skeiðinum. Landsstýrismaðurin ger av, hvussu váttanin skal síggja út. 2. kapittul Góðkenning og eftirlit

§ 4 1) Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at ein húsarhaldsskúli, sum lýkur krøvini smb. 1. kapittli,…

1) Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at ein húsarhaldsskúli, sum lýkur krøvini smb. 1. kapittli, verður settur á stovn. Góðkenningin er treytað av: 1. at skúlin er ein sjálvsognarstovnur við viðtøkum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent, 2. at fyristøðufólkið og føstu lærarar skúlans eru sett av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá nevnd skúlans, 3. at skúlin er í egnaðum hølum og hevur neyðugt innbúgv og útbúnað, 4. at undirvísingarætlanin er góðkend av landsstýrismanninum. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin hevur umsjón við skúlanum.

§ 5 1) Landsstýrismaðurin kann taka góðkenningina aftur, um skúlin ikki longur lýkur krøvini í § 4.…

1) Landsstýrismaðurin kann taka góðkenningina aftur, um skúlin ikki longur lýkur krøvini í § 4. Landsstýrismaðurin kann eisini taka góðkenningina aftur, um undirvísingin ella onnur viðurskifti ganga ímóti teimum vanligu stevnumiðunum, sum eru fyri tílíkar skúlar, ella um landsstýrið ikki longur heldur tørv verða á skúlanum. Stk. 2. Góðkenningin smb. stk. 1 kann bert verða tikin aftur eftir samráðing við nevndina í sjálvsognarstovninum. Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann sýta fyri, at skúlin verður avtikin, um mett verður, at tørvur framvegis er á skúlanum og kann seta reglurnar fyri framhaldandi virki skúlans. Stk. 4. Verður skúlin avtikin, skulu ognarvirði skúlans nýtast til undirvísingar- og útbúgvingarendarmál, sum náttúrliga hoyra til málsøki skúlans. 3. kapittul Skúlans leiðsla

§ 6 Skúlin er undir eftirliti av eini 5-manna nevnd, hvørs limir verða valdir eftir viðtøkunum fyri…

Skúlin er undir eftirliti av eini 5-manna nevnd, hvørs limir verða valdir eftir viðtøkunum fyri stovnin. Ein lærari og ein næmingur umboða skúlan á nevndarfundum, tó uttan atkvøðurætt. Stk. 2. 1) Fyristøðufólkið er avgreiðslustjóri hjá nevndini og luttekur á øllum nevndarfundum, men hevur ikki atkvøðurætt. Landsstýrismaðurin skal hava fundarboð, og umboð fyri landsstýrismannin kann luttaka á øllum nevndarfundum, tó uttan atkvøðurætt. Stk. 3. 1) Verða broytingar gjørdar í nevndini, skal landsstýrismaðurin hava boð um hetta alt fyri eitt. Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at aðrir, enn teir í viðtøkunum nevndu stovnar, velja umboð til nevndina, tó má talið av nevndarlimum ongantíð verða færri enn 5. Uppgávur og ábyrgd hjá nevndini.

§ 7 Nevndin hevur tað fyrisitingarliga og fíggjarliga eftirlitið við skúlanum

Nevndin hevur tað fyrisitingarliga og fíggjarliga eftirlitið við skúlanum. Stk. 2. Roknskaparárið er fíggjarárið. Við endan av fíggjarárinum skal nevndin saman við fyristøðufólkinum gera roknskapin og fíggjarstøðuna upp. Roknskapurin skal verða undirskrivaður av nevndini og fyristøðufólkinum. Stk. 3. 1) Roknskapurin, sum skal verða grannskoðaður av ríkisviðurkendum grannskoðara, skal verða landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi 1. mars á hvørjum ári. Stk. 4. 1) Nevndin ger í samráð við fyristøðufólkið ta árligu arbeiðsskránna og fíggjarætlanina fyri skúlan. Fíggjarætlanin skal verða landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi 1. februar á hvørjum ári. Arbeiðsskráin skal verða Landsskúlafyrisitingini í hendi í seinasta lagi 1. desember á hvørjum ári.

§ 8 1) Nevndin hevur undir ábyrgd landsstýrismansins eftirlit við, at skúlin verður fyrisitin eftir…

1) Nevndin hevur undir ábyrgd landsstýrismansins eftirlit við, at skúlin verður fyrisitin eftir lógum, viðtøkum og kunngerðum, og hon hevur ábyrgdina av, at landskassans stuðul til skúlan verður nýttur á rættan hátt. Stk. 2. 1) Ger nevndin ikki eftir boðum frá landsstýrismanninum og rættar nærri tilskilað viðurskifti, kann landsstýrið gera av: 1) at uppgávurnar hjá nevndini ella partar av uppgávunum verða røktar av fólki, sum landsstýrismaðurin velur, 2) at nevndin leggur frá sær, og nýggj nevnd verður vald eftir reglunum í viðtøkum skúlans. Fyristøðufólk og lærarar.

§ 9 Tann, ið skal røkja undirvísingina á einum húsarhaldsskúla, skal vera útbúgvin húsarhaldslærari…

Tann, ið skal røkja undirvísingina á einum húsarhaldsskúla, skal vera útbúgvin húsarhaldslærari frá einum góðkendum norðurlendskum húsarhaldslæraraskúla, ella hava eina útbúgving, sum bæði fakliga og námsfrøðiliga er at javnmeta við hesa útbúgving. Stk. 2. Tímalærarar verða settir at røkja undirvísingina í lærugreinum/evnum, sum krevja serútbúgvin fólk.

§ 10 Til at hava dagligu fyrisitingarligu og undirvísingarligu leiðsluna um hendi verður sett eitt…

Til at hava dagligu fyrisitingarligu og undirvísingarligu leiðsluna um hendi verður sett eitt fyristøðufólk. Fyristøðufólkið skal í minsta lagi hava eina útbúgving, sum svarar til krøvini í § 9, stk. 1. Fyristøðufólkið skal síggja til: 1) at undirvísingin samsvarar við undirvísingarætlanina, 2) at undirvísingarumstøðurnar eru fullgóðar, 3) at fíggjarjáttanin til skúlan verður hildin. Stk. 2. Fyristøðufólkið ger saman við lærarum skúlans uppskot um arbeiðsskrá fyri skúlans virki í komandi ári at leggja fyri nevndina. Stk. 3. 1) Fyristøðufólkið setir og loysir úr starvi tímalærarar skúlans. Landsstýrismaðurin ger reglur viðvíkjandi setan av tímalærarum. 4. kapittul Stuðul og studningur

§ 11 2) Stuðul verður veittur góðkendum skúlum eftir hesum reglum

2) Stuðul verður veittur góðkendum skúlum eftir hesum reglum: 1) Til keyp av húsum ella til bygging ella umbygging av húsum til húsarhaldsskúla verða, eftir landsstýrisins góðkenning, sum rentu- og avdráttarfrí lán latin 50% úr landskassanum og 25% av kommununi, har skúlin er. 2) Til keyp av innbúgvi og undirvísingaramboðum verða latin 50% av kostnaðinum úr landskassanum, smb. reglugerð. 3) Lønin til fyristøðufólkið verður goldin úr landskassanum. 4) Fær skúlin eina eftirlønartrygging, verður studningur latin úr landskassanum eftir nærri settum reglum, sum landsstýrið fyriskipar. 5) Landskassin rindar 70% av øllum øðrum góðkendum rakstrarútreiðslum, heruppií útreiðslur til læraralønir, ljós, hita, leigu, umvæling av húsum, rentur, trygging, undirvísingartilfar og mat. Stk. 2. 2) Treytin fyri stuðli úr landskassanum er: 1) at skúlin í hvørjum fíggjarári gjøgnumførir minst eitt 20 viku langt góðkent skeið, 2) at skúlin í viðkomandi fíggjarári hevur havt minst 12 ársnæmingar. Bert næmingar, sum hava verið á skúlanum í meira enn eina undirvísingarviku, verða taldir við í ársnæmingatalið. Næmingar, sum hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, verða roknaðir upp í ársnæmingatalið, og 3) fyristøðufólkið og lærarar skúlans verða lønt eftir reglum, sum landsstýrið setir. Stk. 3. Lýkur skúlin ikki hesar treytir, kann landsstýrið taka studningin burtur ella lækka hann í mun til skúlans virksemi. 5. kapittul Næmingastudningur

§ 12 1) Næmingarnir gjalda fyri húsarhaldsskeiðið. Landsstýrismaðurin ger reglur viðvíkjandi…

1) Næmingarnir gjalda fyri húsarhaldsskeiðið. Landsstýrismaðurin ger reglur viðvíkjandi næmingagjaldinum og skal til eina og hvørja tíð góðkenna gjaldsupphæddina. Stk. 2. Næmingunum verður veittur stuðul smb. reglum ásettum av landsstýrinum. Stk. 3. 2) Treytin, fyri at næmingarnir fáa stuðul til eitt skeið á einum húsarhaldsskúla, er, at teir við skeiðbyrjan hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans. Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann víkja frá reglunum í stk. 3. 6. kapittul Eftirútbúgving

§ 13 1) Landsstýrismaðurin kann gera av, um almennur stuðul verður veittur fyristøðufólki og lærarum…

1) Landsstýrismaðurin kann gera av, um almennur stuðul verður veittur fyristøðufólki og lærarum skúlans í sambandi við eftirútbúgving.

§ 14 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skúlastjórin ella føstu lærarar skúlans fáa…

1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skúlastjórin ella føstu lærarar skúlans fáa farloyvi við løn í sambandi við eftirútbúgving. 7. kapittul Royndarvirksemi

§ 15 1) Landsstýrismaðurin kann víkja frá reglunum í lógini í tann mun hetta er neyðugt fyri at fremja…

1) Landsstýrismaðurin kann víkja frá reglunum í lógini í tann mun hetta er neyðugt fyri at fremja royndarvirksemi innanfyri lógarinnar karmar. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann gera av, at almennur stuðul verður givin til royndarvirksemi innan lógarinnar karmar. 8. kapittul Gildisreglur o.a.

§ 16 Lógin fær gildi 1. juli 1992. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 47 frá 9. mai 1976 um…

Lógin fær gildi 1. juli 1992. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 47 frá 9. mai 1976 um stuðul til húsarhaldsskúlar. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 4, stk. 1, nr. 1) fær gildi. 1) Broytt við § 3 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, har § 18 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 29. juli 1996, og samstundis verður allur danski teksturin í lógunum strikaður.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 11. september 2017.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
at veita næmingastuðul til húsarhaldsskúlar · innanhýsis
Galdandi · 5. november 2025
Broytingar
broyting í løgtingslóg um húsarhaldsskúlar · innanhýsis
Galdandi · 11. september 2017
Broytingar
broyting í ymiskum løgtingslógum um undirvísing · innanhýsis
Galdandi · 20. mai 1996
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙