Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. september 2017 Nr. 129

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um húsarhaldsskúlar

(Undirvísingartilfar og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum og aldursmark)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 66 frá 13. mai 1992 um

Í løgtingslóg nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 11, stk. 1, nr. 5 verður orðað soleiðis: ”5) Landskassin rindar 70% av øllum øðrum góðkendum rakstrarútreiðslum, heruppií útreiðslur til læraralønir, ljós, hita, leigu, umvæling av húsum, rentur, trygging, undirvísingartilfar og mat.” 2. § 11, stk. 2, nr. 2 verður orðað soleiðis: ”2) at skúlin í viðkomandi fíggjarári hevur havt minst 12 ársnæmingar. Bert næmingar, sum hava verið á skúlanum í meira enn eina undirvísingarviku, verða taldir við í ársnæmingatalið. Næmingar, sum hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, verða roknaðir upp í ársnæmingatalið, og” 3. Í § 12, stk. 3 verður “fylt 16 ár.” broytt til: “lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur, sum næmingar, ið hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 11. september 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 6/2017

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙