Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

5. november 2025 Nr. 166

Kunngerð um at veita næmingastuðul til húsarhaldsskúlar

Við heimild í § 12, stk. 2 í løgtingslóg nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, sum broytt við § 3 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 og løgtingslóg nr. 129 frá 11. september 2017, verður ásett:

§ 1 Stuðul til næmingar á húsarhaldsskúla verður veittur sambært §§ 2 og 3 av tí upphædd, sum á…

Stuðul til næmingar á húsarhaldsskúla verður veittur sambært §§ 2 og 3 av tí upphædd, sum á hvørjum ári verður sett av á løgtingsfíggjarlógini til hetta endamál, undir húsarhaldsskúlar.

§ 2 Upphæddin, ið latin verður næmingunum, er ikki treytað av inntøku næminganna ella foreldranna

Upphæddin, ið latin verður næmingunum, er ikki treytað av inntøku næminganna ella foreldranna.

§ 3 Næmingastuðulin er eins fyri allar næmingar skúlans. Stuðulin kann í mesta lagi verða kr.…

Næmingastuðulin er eins fyri allar næmingar skúlans. Stuðulin kann í mesta lagi verða kr. 3.000,00 um mánaðin. Um játtanin á løgtingsfíggjarlógini ikki røkkur, verður stuðulin lækkaður samsvarandi.

§ 4 Næmingastuðulin verður goldin húsarhaldsskúlanum mánaðarliga eftir umsókn frá skúlanum. Næmingar,…

Næmingastuðulin verður goldin húsarhaldsskúlanum mánaðarliga eftir umsókn frá skúlanum. Næmingar, sum stuðul verður søktur til, skulu undirskriva umsóknina.

§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis sum kunngerðin fær gildi, fer kunngerð nr. 80 frá 1. august 1991 um veiting av næmingastudningi til Húsarhaldsskúla Føroya úr gildi. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 5. november 2025 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
veiting av næmingastudningi til Húsarhaldsskúla Føroya · innanhýsis
Áður galdandi · 1. august 1991

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙