Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
1. august 1991 Nr. 80
Kunngerð um veiting av næmingastudningi til Húsarhaldsskúla Føroya
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 47 frá 9. mai 1976 um stuðul til Húsarhaldsskúlar verður henda reglugerð fyrisett.
§ 1 Stuðulsstovnurin umsitur næmingastudningar til næmingar á Húsarhaldsskúla Føroya
Stuðulsstovnurin umsitur næmingastudningar til næmingar á Húsarhaldsskúla Føroya.
§ 2 Studningurin verður veittur av teirri upphædd, sum á hvørjum ári verður avsett á…
Studningurin verður veittur av teirri upphædd, sum á hvørjum ári verður avsett á løgtingsfíggjarlóg til hetta endamál, undir húsarhaldsskúlar.
§ 3 Upphæddin, ið latin verður næmingunum, er ikki treytað av inntøku næminganna ella foreldranna
Upphæddin, ið latin verður næmingunum, er ikki treytað av inntøku næminganna ella foreldranna.
§ 4 Studningurin er eins fyri allar næmingar – og kann í mesta lagi vera kr. 2.000,00 – um mánaðin
Studningurin er eins fyri allar næmingar – og kann í mesta lagi vera kr. 2.000,00 – um mánaðin.
§ 5 Studningurin verður útgoldin mánaðarliga eftir umsókn frá Húsarhaldsskúla Føroya. Umsóknin skal…
Studningurin verður útgoldin mánaðarliga eftir umsókn frá Húsarhaldsskúla Føroya. Umsóknin skal vera undirskrivað av teimum næmingum, studningurin verður søktur til.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.