Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
5. juni 1984 Nr. 65
Løgtingslóg um sjómansútbúgving, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996
§ 1 Landsstýrismanninum verður heimilað at reka skúlar og venjingarskip til fremjing av teimum í § 2…
Landsstýrismanninum verður heimilað at reka skúlar og venjingarskip til fremjing av teimum í § 2 nevndu útbúgvingum.
§ 2 Á sjómansskúlum kann fyrireiking fara fram til hesi prógv
Á sjómansskúlum kann fyrireiking fara fram til hesi prógv: 1) Dugnaskapsprógv, 2) heimaskiparaprógv, 3) skiparaprógv, 4) skipsføraraprógv, 5) radioekspedientprógv, 6) skipskokkaprógv. 2. stk. Á sjóvinnuskúla fer fram fyrireiking til dugnaskapsprógv og yrkisútbúgvingarprógv innan sjóvinnu. 3. stk. Fyrireiking og próvtøka til dugnaskapsroynd í sigling og læruskeið til heimaskipararoynd kunnu eisini fara fram á øðrum skeiðum eftir góðkenning frá Landsstýrismanninum.
§ 3 Navigatørútbúgvingin umfatar heilt ella partvís hesar lærugreinir
Navigatørútbúgvingin umfatar heilt ella partvís hesar lærugreinir: arbeiðsleiðsla, eldsløkking, føroyskt, danskt, enskt, ravmagnslæra, elektroteknik, landalæra, veður- og streymlæra, farmaviðgerð, EDV, maskinlæra, alisfrøði, siglingarlæra, skipsteknikk og sjómansskap, rokning og støddfrøði, heilsulæra, sjórætt, sjóreglur, signalering, fiskiskaps- og fiskalívslæra. Um gongdin ger tað neyðugt, kann landsstýrið áseta, at undirvísing eisini skal fevna um aðrar lærugreinir, ella at onkrar fella burtur. 2. stk. Næmingur, ið fyrireikar seg til navigatør, skal fáa ein part av undirvísingini umborð á venjingarskipi undir leiðslu av einum av lærarum skúlans. 3. stk. Sjóvinnuskúlaútbúgvingin umfatar heilt ella partvís hesar lærugreinir: samfelagskunning og landafrøði, føroyskt, enskt, støddfrøði, alis- og evnafrøði, sjómansskapur, ástøðiliga og handliga, teknifrøði, trygd á sjónum, eldsløkking, motor- og amboðsfrøði, viðlíkahald og reingerð, siglingarfrøði, sjóreglur, samskifti (signalering), kokkahústænasta, føðievnisfrøði og vørukunning o.a., heilsufrøði (fyrstahjálp), fiskivinna. Um gongdin ger tað neyðugt, kann landsstýrið áseta, at undirvísing eisini skal fevna um aðrar lærugreinir, ella at onkrar fella burtur.
§ 4 Landsstýrismaðurin skipar fyri próvtøkuni
Landsstýrismaðurin skipar fyri próvtøkuni. 2. stk. Til próvtøkuna verða havdar skrivligar og munnligar royndir við próvdómarum, sum landsstýrismaðurin útnevnir. Próvdómarar í teimum nautisku lærugreinunum skulu hava hægsta nautiska kunnleika.
§ 5 Skiparaprógv kann bert takast av persóni, ið hevur staðið heimaskiparaprógv
Skiparaprógv kann bert takast av persóni, ið hevur staðið heimaskiparaprógv.
§ 6 Tann, sum hevur staðið skipsføraraprógv, verður mettur at hava staðið heimaskipara- og skiparaprógv
Tann, sum hevur staðið skipsføraraprógv, verður mettur at hava staðið heimaskipara- og skiparaprógv.
§ 7 Landsstýrismaðurin fyrisetur reglur um
Landsstýrismaðurin fyrisetur reglur um: 1) treytir fyri upptøku sum næmingur á sjómansskúla og sjóvinnuskúla. 2) hvussu undirvísingin skal fara fram, lærukrøv og hvørjar lærugreinir undirvísast skal í til tær einstøku próvtøkurnar, 3) próvtøkuhald, herundir høvi til at taka nýggja roynd í ávísum lærugreinum, próvtalsgeving og próvdøming.
§ 8 Landsstýrismaðurin kann fyriseta reglur um útbúgving av deksmanning, eftirútbúgving og…
Landsstýrismaðurin kann fyriseta reglur um útbúgving av deksmanning, eftirútbúgving og ískoytisútbúgving av sjófólki.
§ 9 Sjómansskúlarnir og sjóvinnuskúlarnir skulu hava næmingarnar tryggjaðar móti óhappi undir sigling…
Sjómansskúlarnir og sjóvinnuskúlarnir skulu hava næmingarnar tryggjaðar móti óhappi undir sigling við venjingarskipi og á eldsløkkingarskeiði.
§ 10 Henda lóg kemur í gildi 1. august 1984, og fara samstundis úr gildi
Henda lóg kemur í gildi 1. august 1984, og fara samstundis úr gildi: lóg nr. 8 frá 19. mars 1954, lóg nr. 21 frá 28. mars 1956, lóg nr. 15 frá 25. apríl 1960, lóg nr. 66 frá 6. september 1963, lóg nr. 36 frá 28. mai 1965 og lóg nr. 58 frá 6. mai 1982. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 §§ 14 og 18. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 2 frá 9. januar 1986. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 21. mai 1987.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.