Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. apríl 2001 Nr. 61

Løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum, sum broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 27. apríl 2005

(Fiskivinnumál)

§ 1 Hesar løgtingslógir verða settar úr gildi

Hesar løgtingslógir verða settar úr gildi: 1) Løgtingslóg nr. 38 frá 20. mai 1988 um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 11.desember 1998. 2) Løgtingslóg nr. 41 frá 20. mai 1988 um lán/serlán til fiskifør, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995. 3) Løgtingslóg nr. 102 frá 19. august 1988 um endurnýgging av fiskiskipaflotanum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996. 4) Løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 1990 um upphøggingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 17. desember 1991. 5) Løgtingslóg nr. 106 frá 3. august 1990 um royndaruppboðssølu av fiski. 6) Løgtingslóg nr. 34 frá 4. mars 1993 um stuðul til feskfiskaflotan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 23. mai 1997. 7) Løgtingslóg nr. 140 frá 25. mai 1993 um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT, sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. desember 1998. 8) Løgtingslóg nr. 48 frá 30. apríl 1996 um stuðul til ídnaðartrolarar. 9) Løgtingslóg nr. 85 frá 6. juni 1997 um endurgjald til ídnaðartrolarar fyri frátikin veiðurættindi í føroyskum sjógvi. 10) Løgtingslóg nr. 14 frá 27. apríl 1967 um landingarprís á sild. 11) Løgtingslóg nr. 62 frá 23. juni 1983 um agnstudning og agnprísir.

§ 2 Um so er, at fiskifar, ið hevur fingið lán umlagt við heimild í einum av teimum í § 1, nr. 6 og…

Um so er, at fiskifar, ið hevur fingið lán umlagt við heimild í einum av teimum í § 1, nr. 6 og 7, nevndu løgtingslógum, skiftir eigara ella ikki verður nýtt til vinnuligan fiskiskap, fellur restskuldin til gjaldingar. Landsstýrismaðurin kann tó eftir umsókn loyva, at nýggi eigarin kann yvirtaka lánið eftir somu treytum sum undanfarni eigarin, treytað av, at fiskifarið verður nýtt til vinnuligan fiskiskap. Stk. 2. 1) Um so er, at fiskifar verður fyri skipbroti ella søkkur, kann eigarin eftir umsókn fáa lánið flutt yvir á eitt annað fiskifar við somu treytum sum í stk. 1, treytað av, at fiskifarið verður nýtt til vinnuligan fiskiskap.

§ 3 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 27. apríl 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður 1) Broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 27. apríl 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. oktober 2003.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
stuðul til ídnaðartrolarar · innanhýsis
Áður galdandi · 30. apríl 1996
Avtøkur
royndaruppboðssølu av fiski · innanhýsis
Áður galdandi · 3. august 1990
Avtøkur
upphøggingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 17. desember 1991 · innanhýsis
Áður galdandi · 30. mars 1990
Avtøkur
agnstudning og agnprísir · innanhýsis
Áður galdandi · 23. juni 1983
Avtøkur
landingarprís á sild / om landingspris på sild · innanhýsis
Áður galdandi · 27. apríl 1967
Broytingar
broyting í løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum · innanhýsis
Søgulig · 27. apríl 2005

Tengdar rættarkeldur

(12)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

12 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙