Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
23. juni 1983 Nr. 62
Løgtingslóg um agnstudning og agnprísir
§ 1 Við tí endamáli at tryggja føroyska fiskiflotanum tað neyðuga útboðið av fyrsta floks agni til…
Við tí endamáli at tryggja føroyska fiskiflotanum tað neyðuga útboðið av fyrsta floks agni til javnar prísir fyri longri tíðarskeið, og at tryggja tí partinum av føroyska fiskiflotanum, sum veiðir agn til framleiðslu á føroyskum virkjum javnar avreiðingarprísir á agni, veitir landskassin Ráfiskagrunninum á fíggjarløgtingslógunum serliga agnstudningsupphædd.
§ 2 Nevndin fyri Ráfiskagrunnin jbr. løgtingslóg nr. 15 frá 15. mai 1975 ásetir hámarksprís á agni,…
Nevndin fyri Ráfiskagrunnin jbr. løgtingslóg nr. 15 frá 15. mai 1975 ásetir hámarksprís á agni, sum er framleitt í Føroyum til nýtslu á føroyskum fiskifari. 2. stk. Nevndin fyri Ráfiskagrunnin ásetir minstu avreiðingarprísir á agni, sum verður avreitt av føroyskum fiskifari til framleiðslu í Føroyum. 3. stk. Grundað á ásetta hámarksprísin, smb. 1. stk., og á upplýsingar frá agnframleiðarum og -seljarum um framleiðslu- og søluviðurskifti og metan av framleiðslukostnaði, flutningskostnaði, goymslu- og sølukostnaði og fulnaðargjaldi, ásetir Nevndin fyri Ráfiskagrunnin regluliga og í minsta lagi 14. hvønn dag ein avrokningarprís millum agnframleiðara og Ráfiskagrunnin.
§ 3 Agnseljarin avroknar í mesta lagi hámarksprísin til agnbrúkaran. smb. § 2, 1. stk
Agnseljarin avroknar í mesta lagi hámarksprísin til agnbrúkaran. smb. § 2, 1. stk. 2. stk. Agnframleiðarin avroknar í minsta lagi avreiðingarprísin til agnavreiðaran fyri fyrsta floks agn, smb. § 2, 2. stk. 3. stk. Agnstudningurin verður rindaður agnframleiðaranum úr Ráfiskagrunninum við muninum millum minsta avreiðingarprís og avrokningarprísin, smb. § 2, 2. og 3. stk. 4. stk. Agnseljari, sum selir føroyska agnframleiðslu til útlendskan keypara ella selir innanlendis til annað endamál enn tað undir § 1 umrødda, afturrindar Ráfiskagrunninum agnstudningin, sum hertil er veittur.
§ 4 Agninnflytara verður veittur studningur úr Ráfiskagrunninum til innflutnings av fyrsta floks agni…
Agninnflytara verður veittur studningur úr Ráfiskagrunninum til innflutnings av fyrsta floks agni fyri tær nøgdir, ið tørvur er á. Studningsupphæddin til innflytara og hámarksprísur til brúkara verða at áseta í hvørjum einstøkum føri.
§ 5 Prísáseting og avrokning við Ráfiskagrunnin eftir hesi lóg fylgja annars reglunum í løgtingslóg…
Prísáseting og avrokning við Ráfiskagrunnin eftir hesi lóg fylgja annars reglunum í løgtingslóg nr. 15 frá 5. mai 1975 og reglugerð nr. 44 frá 7. mai 1976 fyri Ráfiskagrunnin.
§ 6 Keyp av fyrsta floks agni fyri lægri prís enn avreiðingarprísin og søla av agni fyri hægri prís…
Keyp av fyrsta floks agni fyri lægri prís enn avreiðingarprísin og søla av agni fyri hægri prís enn hámarksprísin er forboðin. Brot á forboðið verður revsað við bót.
§ 7 Henda lóg kemur í gildi beinan vegin. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 37 frá 1. juni 1979…
Henda lóg kemur í gildi beinan vegin. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 37 frá 1. juni 1979 um agnstudning sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 18. mars 1980 og nr. 38 frá 20. mai 1981.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.