Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Úr grunninum til endurnýggingar av fiskiskipaflotanum, stovnaður við løgtingslóg nr. 40 frá 4.…§ 2Stuðulslán til bygging av deksfiskifari ella opnum útróðrarbáti kann veitast upp til 10% av…§ 3Lánsveiting er treytað av, at viðkomandi eigari hevur í eginpeningi í minsta lagi 10% av virði…§ 4Stuðulslán verður tryggjað við pantirætti í viðkomandi fiskifari innanfyri 90% av virðinum. Lánið…§ 5Til fulla ella partvísa endurrinding av serliga innflutningsgjaldinum av tilfari til bygging av…§ 6Stuðulslán til nýggja maskinu ella maskinu nýklassað frá verksmiðju við í minsta lagi 1 árs…§ 7Viðvíkjandi treyt til eginpening galda reglurnar í § 3 tilsvarandi. Eginpeningurin verður…§ 8Viðvíkjandi tryggjan av láninum, eigaraskifti, og at skipið fer í aðra vinnu enn fiskiskap galda…§ 9(Strrikað)§ 10Landsstýrinum er heimilað landskassans vegna at veðhalda fyri lánum til munandi umbygging av…§ 11Landsstýrinum verður heimilað landskassans vegna at veðhalda fyri lánum til bygging av…§ 12Lán, landskassin veðheldur fyri, skal tryggjast við pantirætti í viðkomandi skipi innanfyri 90%…§ 13Veðhald hevur ikki við sær, at stuðulslán ikki kann veitast eftir § 6§ 13 AVeðhald eftir hesi lóg verður veitt sum einfalt veðhald. Í serligum førum kann tó…§ 14Lán kann veitast svarandi til ein part ella alt kurstapið av lánum, ið verða givin móti panti í…§ 15Kurstapslán verða tryggjað við pantirætti í viðkomandi fiskifari innanfyri 100% av virðinum§ 16Lán kann veitast svarandi til avdráttirnar fyrstu 2 árini av lánum úr Færøernes Realkreditinsitut…§ 17Stuðulslán, rentustudningur, lán og veðhald eftir hesi lóg verða fyrst og fremst veitt…§ 18Umsøkjarar, ið eru farnir undir skipabygging, hava keypt maskinu, hava longt um skip v.m. uttan…§ 19Landsstýrið uppnevnir 3 metingarmenn, av hesum ein skipakønan og ein maskinkønan, at meta um…§ 20Einhvør, sum luttekur í viðgerð av umsóknum eftir hesi lóg, er undir andsvari eftir reglunum um…§ 21Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd og samstundis fara úr gildi løgtingslóg…

Lógtekstur

19. august 1988 Nr. 102

Løgtingslóg um endurnýgging av fiskiskipaflotanum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996

Deild I. Stuðulslán, lán og studningur.

Deild II. Stuðulslán og/ella rentustudning til bygging í Føroyum av fiskifari ella opnum útróðrarbáti.

Deild III. Stuðulslán til maskinu og aðrar tekniskar innleggingar.

Deild IV. Farmagjaldsstudningur.

Deild V. Veðhald fyri lánum.

Deild VI. Kurstapslán.

Deild VII. Gjaldførislán.

Deild VIII Felagsreglur

Deild I.

Stuðulslán, lán og studningur.

§ 1 Úr grunninum til endurnýggingar av fiskiskipaflotanum, stovnaður við løgtingslóg nr. 40 frá 4.…

Úr grunninum til endurnýggingar av fiskiskipaflotanum, stovnaður við løgtingslóg nr. 40 frá 4. mai 1957 fær landsstýrið heimild til at veita hesi stuðulslán, lán, studningar og veðhald fyri lánum eftir reglunum í § 2 og fylgjandi í lógini: 1. Stuðulslán og studning til bygging. 2. Stuðulslán til maskinur og aðrar tekniskar innleggingar. 3. Studning til farmagjald av tilfari til bygging. 4. Veðhald fyri lánum. 5. Kurstapslán. 6. Gjaldførislán. Deild II. Stuðulslán og/ella rentustudning til bygging í Føroyum av fiskifari ella opnum útróðrarbáti.

§ 2 Stuðulslán til bygging av deksfiskifari ella opnum útróðrarbáti kann veitast upp til 10% av…

Stuðulslán til bygging av deksfiskifari ella opnum útróðrarbáti kann veitast upp til 10% av virðinum við maskinum og øðrum tilhoyri. Tá bygt verður fiskifar yvir 20 Brt. tó upp til 10% og 12% rentustudning. Landsstýrið fyrisetur í kunngerð gjøllari, hvussu heimildin verður at nýta.

§ 3 Lánsveiting er treytað av, at viðkomandi eigari hevur í eginpeningi í minsta lagi 10% av virði…

Lánsveiting er treytað av, at viðkomandi eigari hevur í eginpeningi í minsta lagi 10% av virði skipsins.

§ 4 Stuðulslán verður tryggjað við pantirætti í viðkomandi fiskifari innanfyri 90% av virðinum. Lánið…

Stuðulslán verður tryggjað við pantirætti í viðkomandi fiskifari innanfyri 90% av virðinum. Lánið verður goldið kontant og verður at afturrinda grunninum, tey fyrstu 3 árini eru avdráttarfrí, lánið verður síðani at rinda aftur yvir 17 ár. Rentan er 4% p.a. 2. stk. Um so er, at skip ella bátur skiftir eigara ella fer í aðra vinnu enn fiskiskap, fellur lánið ella tað, sum stendur eftir til gjaldingar. Landsstýrið kann tó geva loyvi til, at tað, sum eftir stendur av láninum, verður standandi í skipinum ella bátinum.

§ 5 Til fulla ella partvísa endurrinding av serliga innflutningsgjaldinum av tilfari til bygging av…

Til fulla ella partvísa endurrinding av serliga innflutningsgjaldinum av tilfari til bygging av deksfiskifari í Føroyum kann skipasmiðjan fáa í studningi upp til 13% av virði skipsins eftir meting. 2. stk. Áðrenn studningurin verður goldin, má skipið vera sýnað, góðkent og skrásett. Deild III. Stuðulslán til maskinu og aðrar tekniskar innleggingar.

§ 6 Stuðulslán til nýggja maskinu ella maskinu nýklassað frá verksmiðju við í minsta lagi 1 árs…

Stuðulslán til nýggja maskinu ella maskinu nýklassað frá verksmiðju við í minsta lagi 1 árs garanti og aðrar tekniskar innleggingar í fiskifør, umbygging í sambandi við umlegging til aðra veiðu ella til at gera skipið meira nýtiligt í vinnuni kann veitast við upp til 15% av kostnaðinum, heruppií innleggingarkostnaðinum. 2. stk. Verður arbeiðið gjørt aðrastaðni enn í Føroyum, kann stuðulslán veitast upp til 8% eftir avgerð frá landsstýri.

§ 7 Viðvíkjandi treyt til eginpening galda reglurnar í § 3 tilsvarandi. Eginpeningurin verður…

Viðvíkjandi treyt til eginpening galda reglurnar í § 3 tilsvarandi. Eginpeningurin verður roknaður av tí virði, skipið hevur, aftaná at tað t.d. hevur fingið nýggja maskinu.

§ 8 Viðvíkjandi tryggjan av láninum, eigaraskifti, og at skipið fer í aðra vinnu enn fiskiskap galda…

Viðvíkjandi tryggjan av láninum, eigaraskifti, og at skipið fer í aðra vinnu enn fiskiskap galda reglurnar í § 4 tilsvarandi. Lánið verður at afturrinda grunninum, tey fyrstu 2 árini eru avdráttarfrí, lánið verður síðani at rinda yvir 8 ár. Rentan er 5% p.a. Deild IV. Farmagjaldsstudningur.

(Strrikað). Deild V. Veðhald fyri lánum.

§ 10 Landsstýrinum er heimilað landskassans vegna at veðhalda fyri lánum til munandi umbygging av…

Landsstýrinum er heimilað landskassans vegna at veðhalda fyri lánum til munandi umbygging av deksfiskifari við tí endamáli at gera skipið meiri nýtiligt í vinnuni. 2. stk. Veðhaldið kann vera upp til 30% av íleggingini eftir meting.

§ 11 Landsstýrinum verður heimilað landskassans vegna at veðhalda fyri lánum til bygging av…

Landsstýrinum verður heimilað landskassans vegna at veðhalda fyri lánum til bygging av deksfiskiførum og fyri at føroyskar skipasmiðjur lúka treytirnar eftir sáttmálanum um bygging av fiskiskipum. 2. stk. Landsstýrinum verður heimilað landskassans vegna at veðhalda fyri prioritetslánum uppá hægst 10% av byggikostnaðinum í samband við bygging av fiskiskipum yvir 20 Brt. Um bygt verður í Føroyum tó upp til 15%. Veðhaldið kann verða fyri láni sum hevur pant upptil 90% av byggikostnaðinum. Veðhaldið er treytað av at onnur javnsett trygd fæst fyri hesum parti av fíggingini. 3. stk. Reglurnar fyri veðhaldi verða ásettar av landsstýrinum.

§ 12 Lán, landskassin veðheldur fyri, skal tryggjast við pantirætti í viðkomandi skipi innanfyri 90%…

Lán, landskassin veðheldur fyri, skal tryggjast við pantirætti í viðkomandi skipi innanfyri 90% av virðinum.

§ 13 Veðhald hevur ikki við sær, at stuðulslán ikki kann veitast eftir § 6

Veðhald hevur ikki við sær, at stuðulslán ikki kann veitast eftir § 6.

§ 13 A Veðhald eftir hesi lóg verður veitt sum einfalt veðhald. Í serligum førum kann tó…

Veðhald eftir hesi lóg verður veitt sum einfalt veðhald. Í serligum førum kann tó sjálvskuldaraábyrgd veitast fyri útlendskum prioritetslánum. Deild VI. Kurstapslán.

§ 14 Lán kann veitast svarandi til ein part ella alt kurstapið av lánum, ið verða givin móti panti í…

Lán kann veitast svarandi til ein part ella alt kurstapið av lánum, ið verða givin móti panti í deksfiskifari.

§ 15 Kurstapslán verða tryggjað við pantirætti í viðkomandi fiskifari innanfyri 100% av virðinum

Kurstapslán verða tryggjað við pantirætti í viðkomandi fiskifari innanfyri 100% av virðinum. 2. stk. Viðvíkjandi treyt til eginpening, eigaraskifti og at skip fer í aðra vinnu enn fiskiskap galda reglurnar í §§ 3 og 4 tilsvarandi. Deild VII. Gjaldførislán.

§ 16 Lán kann veitast svarandi til avdráttirnar fyrstu 2 árini av lánum úr Færøernes Realkreditinsitut…

Lán kann veitast svarandi til avdráttirnar fyrstu 2 árini av lánum úr Færøernes Realkreditinsitut til nýbygging av deksfiskifari ella til avdráttir av láni, ið Færøernes Realkreditinstitut fyrstu ferð veitir føroyskum deksfiskifari, sum ikki er eldri enn 10 ár. 2. stk. Lánið verður at tryggja við panti í viðkomandi fiskifari saman við láninum úr realkreditstovninum ella beint aftaná. 3. stk. Lánið er avdráttarfrítt tey fyrstu 10 árini og verður síðani at afturgjalda yvir 2 ár. Rentan verður ásett av landsstýrinum. 4. stk. Viðvíkjandi eigaraskifti og at skipið fer í aðra vinnu enn fiskiskap, galda reglurnar í § 4 samsvarandi. Deild VIII Felagsreglur

§ 17 Stuðulslán, rentustudningur, lán og veðhald eftir hesi lóg verða fyrst og fremst veitt…

Stuðulslán, rentustudningur, lán og veðhald eftir hesi lóg verða fyrst og fremst veitt fiskimonnum og skipaeigarum, ið røkja fiskiskap sum høvuðsvinnu. 2. stk. Við umsóknini skulu fylgja ávísar upplýsingar fyrisettar av landsstýrinum. 3. stk. Reglur um eginpening verða ásettar av landsstýrinum.

§ 18 Umsøkjarar, ið eru farnir undir skipabygging, hava keypt maskinu, hava longt um skip v.m. uttan…

Umsøkjarar, ið eru farnir undir skipabygging, hava keypt maskinu, hava longt um skip v.m. uttan frammanundan at vissa sær góðkenning landsstýrisins, kunnu ikki rokna við stuðulsláni, studningi, láni ella veðhaldi.

§ 19 Landsstýrið uppnevnir 3 metingarmenn, av hesum ein skipakønan og ein maskinkønan, at meta um…

Landsstýrið uppnevnir 3 metingarmenn, av hesum ein skipakønan og ein maskinkønan, at meta um virði og góðsku av skipinum, tekniskum innleggingum, leingjan v.m. í tann mun, tað hevur týdning eftir hesi lóg.

§ 20 Einhvør, sum luttekur í viðgerð av umsóknum eftir hesi lóg, er undir andsvari eftir reglunum um…

Einhvør, sum luttekur í viðgerð av umsóknum eftir hesi lóg, er undir andsvari eftir reglunum um brot í almennari tænastu ella starvi undir strangari tagnarskyldu úteftir um viðurskifti umsøkjaranna, sum komin eru til hansara kunnleika.

§ 21 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd og samstundis fara úr gildi løgtingslóg…

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd og samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 24 frá 1. juni 1978, nr. 103 frá 11. december 1980, nr. 68 frá 2. oktober 1981, nr. 62 frá 6. mai 1982, nr. 35 frá 3. mai 1984, nr. 57 frá 14. mai 1986 og kunngerð nr. 91 frá 8. august 1986. 2. stk. Nýggja lógin ávirkar ikki givnar tilsagnir um stuðulslán v.m. eftir higartil galdandi lóggávu. Hesar tilsagnar verða at viðgera í sínari heild eftir tí lóggávu, ið galdandi var, tá tilsøgnin varð givin. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995, har § 6 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg fær gildi ólavsøkudag 1995.” 2) Broytt við løgtingslóg. nr. 111 frá 22. desember 1989. 3) Broytt við § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996. 4) Broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 30. mai 1990. 5) Broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 30. mars 1990.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙