Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
30. apríl 1996 Nr. 48
Løgtingslóg um stuðul til ídnaðartrolarar
§ 1 Landsstýrinum verður heimilað av árligu játtanini á løgtingsfíggjarlógini at veita stuðul í tvey…
Landsstýrinum verður heimilað av árligu játtanini á løgtingsfíggjarlógini at veita stuðul í tvey ár til eigarar av ídnaðartrolarum við veiðiloyvi.
§ 2 Talið av veiðiloyvum er 8, og stuðulin til hvørt veiðiloyvi er kr. 300.000 um árið. Stuðulin…
Talið av veiðiloyvum er 8, og stuðulin til hvørt veiðiloyvi er kr. 300.000 um árið. Stuðulin verður útgoldin í eins stórum mánaðargjøldum.
§ 3 Stuðulin kann eftir umsókn verða útgoldin í einum, um veiðiloyvið verður latið landsstýrinum…
Stuðulin kann eftir umsókn verða útgoldin í einum, um veiðiloyvið verður latið landsstýrinum endaliga, ella um fiskifarið verður býtt um við annað fiskifar við somu veiði. Stk. 2. Stuðulin og veiðiloyvi eftir hesi lóg kann eftir umsókn við loyvi frá landsstýrinum flytast yvir á annað fiskifar upp á upprunaligu treytirnar, um eitt veiðiloyvi verður latið endaliga inn.
§ 4 Undantikið í teimum førum, sum nevnd eru í § 3, stk. 1, steðgar útgjaldingin av stuðlinum, tá…
Undantikið í teimum førum, sum nevnd eru í § 3, stk. 1, steðgar útgjaldingin av stuðlinum, tá fiskifar skiftir eigara ella ikki er í vinnu. Stk. 2. Tá ið eigaraskifti fer fram, verður eftir umsókn til landsstýrið tað, sum eftir er av stuðlinum, goldið nýggja eigaranum.
§ 5 Landsstýrinum kann í kunngerð áseta nærri reglur og krøv um skjalprógvan, sum eru neyðug til at…
Landsstýrinum kann í kunngerð áseta nærri reglur og krøv um skjalprógvan, sum eru neyðug til at útinna hesa lóg.
§ 6 Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.