Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
3. august 1990 Nr. 106
Løgtingslóg um royndaruppboðssølu av fiski
§ 1 Heimilað verður landsstýrinum at leggja út úr landskassanum upp til 3 mió. kr. til at stovna og…
Heimilað verður landsstýrinum at leggja út úr landskassanum upp til 3 mió. kr. til at stovna og reka royndaruppsboðssølu av fiski v.m., jbr. § 2.
§ 2 Á royndaruppboðssøluni kunnu seljast
Á royndaruppboðssøluni kunnu seljast: a. 6.000 tons býtt á 40 vikur við umleið 150 tonsum um vikuna av teimum í lógini um ráfiskabýti nevndu fiskasløgum løgd inn á uppboðið beinleiðis frá føroyskum fiskifari, b. øll onnur fiskasløg, sum ikki eru undir býtinum nevnd undir a. og onnur sjódýr, c. fiskur og sjódýr frá fremmandum fiskifari, sum hevur fingið loyvi til innflutning.
§ 3 Landsstýrið setir leiðara av royndaruppboðssøluni
Landsstýrið setir leiðara av royndaruppboðssøluni. Stk. 2. Landskassin stendur fyri rakstrinum av royndaruppboðssøluni. Stk. 3. Seljari, ið letur fisk v.m. inn, skal lata uppboðssøluni 5% av søluvirðinum. Stk. 4. Bert tey, sum búsett eru í Føroyum, ella feløg, skrásett í Føroyum, kunnu bjóða á royndaruppboðssøluni. Keypari skal veita bankatrygd ella aðra nóg góða trygd fyri keypinum.
§ 4 Uppboðssøluhølið og innrætting skal góðkennast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Uppboðssøluhølið og innrætting skal góðkennast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
§ 5 Umframt royndaruppboðssølu á landi, kann landsstýrið skipa fyri uppboðssølu gjøgnum telefon…
Umframt royndaruppboðssølu á landi, kann landsstýrið skipa fyri uppboðssølu gjøgnum telefon millum fiskifar og keypara. Stk. 2. Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna hevur hesa uppboðssølu um hendi. Stk. 3. Øll fiskasløg kunnu seljast á uppboðssølu gjøgnum telefon. Stk. 4. Fiskur, sum er við í ráfiskabýtinum millum fiskavirkini, jbr. løgtingsmál nr. 139, § 1, stk. 2, og sum verður seldur á uppboðssøluni yvir telefon, verður roknaður upp í hetta býtið.
§ 6 Tær gjøllaru reglurnar til fremjingar av lógini kann landsstýrið áseta í kunngerð ella reglugerð
Tær gjøllaru reglurnar til fremjingar av lógini kann landsstýrið áseta í kunngerð ella reglugerð.
§ 7 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 28 frá 17.…
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 28 frá 17. mars 1892 “om Salg af fersk Fisk m.m. ved offentlig Auktion”.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.