Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

6. juni 1997 Nr. 85

Løgtingslóg um endurgjald til ídnaðartrolarar fyri frátikin veiðurættindi í føroyskum sjógvi

§ 1 Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verður heimilað at taka aftur latin veiðurættindi til…

Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verður heimilað at taka aftur latin veiðurættindi til ídnaðartrolarar við veiðuloyvi til ídnaðarveiðu á ytru landleiðini í 1995. Stk. 2. Verður veiðuloyvið tikið aftur, verður veitt eigaranum eitt endurgjald, ið er 12.488 kr. fyri hvørt BRT, sum skipið er til støddar sambært tjóðskaparbrævi skipsins. Áður útgoldin umleggingarstuðul latin og annar stuðul, tó undantikin íløgustuðul, verður mótroknaður, og um skipið er keypt eftir 1. januar 1995 fær skipið í mesta lagi ta upphædd, sum skipið er keypt fyri. Stk. 3. Samstundis, sum endurgjald verður veitt, skal skipaeigarin vátta ræðisavmarking, sum frátekur skipinum rættin til vinnuliga ídnaðarveiðu í føroyskum sjógvi.

§ 2 Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verður í kunngerð heimilað at áseta nærri reglur og krøv um…

Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verður í kunngerð heimilað at áseta nærri reglur og krøv um skjalprógvan, sum eru neyðug til at útinna hesa lóg.

§ 3 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙