Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
4. mars 1993 Nr. 34
Løgtingslóg um stuðul til feskfiskaflotan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 23. mai 1997
§ 1 Endamálið við hesi lóg er at umleggja ein part av tí stuðuli, sum hevur verið latin…
Endamálið við hesi lóg er at umleggja ein part av tí stuðuli, sum hevur verið latin feskfiskaflotanum sum prísískoyti o.a., til ein tíðaravmarkaðan, umsetiligan íløgustuðul til eitt avmarkað tal av feskfiskaførum yvir 20 BRT.
§ 2 Landsstýrinum verður heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini at veita studning til eigarar…
Landsstýrinum verður heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini at veita studning til eigarar av fiskiførum við hesum veiðuloyvum: 1) Feskfiskaveiða á føroysku landleiðini við førum millum 20 og 110 BRT. 2) Feskfiskaveiða á føroysku landleiðini vi_ðtroli við førum oman fyri 110 BRT. 3) Feskfiskaveiða á landleiðini við øðrum reiðskapi enn troli við førum oman fyri 110 BRT.
§ 3 1) Talið av veiðiloyvum og árligu upphæddirnar, sum verða latnar í stuðuli til hvørt veiðiloyvi,…
1) Talið av veiðiloyvum og árligu upphæddirnar, sum verða latnar í stuðuli til hvørt veiðiloyvi, eru hesi: 1) Lemmatrolarar frá 1977 og yngri: Til 8 veiðiloyvi kr. 1.312.000. 2) Lemmatrolarar frá 1976 og eldri: Til 5 veiðiloyvi kr. 1.049.000. 3) Stállínuskip frá 1984 og yngri: Til 2 veiðiloyvi kr. 790.000. 4) Stállínuskip frá 1968 til 1983: Til 5,42 veiðiloyvi kr. 632.000. 5) Stállínuskip frá 1967 og eldri: Til 12 veiðiloyvi kr. 474.000. 6) Partrolarar frá 1984 og yngri: Til 12 veiðiloyvi kr. 1.046.000. 7) Partrolarar frá 1980 til 1983: Til 5 veiðiloyvi kr. 813.000. 8) Partrolarar frá 1970 til 1979: Til 15 veiðiloyvi kr. 581.000. 9) Partrolarar frá 1969 og eldri: Til 10 veiðiloyvi kr. 349.000. 10) Útróðrarbátar, 20 til 39,99 BRT við serligum fiskiloyvi: Til 12 veiðiloyvi kr. 118.000. 11) Útróðrarbátar, 20 til 39,99 BRT uttan serligt fiskiloyvi: Til 11 veiðiloyvi kr. 148.000. 12) Útróðrarbátar, 40 til 59,99 BRT við serligum fiskiloyvi: Til 31 veiðiloyvi kr. 177.000. 13) Útróðrarbátar, 40 til 59,99 BRT uttan serligt fiskiloyvi: Til 2 veiðiloyvi kr. 221.000. 14) Útróðrarbátar, yvir 60 BRT: Til 16 veiðiloyvi kr. 236.000. Stk. 2. Árstalið er byggiárið. Stk. 3. Við serligum fiskiloyvi skilst: Fiskiloyvi undir Íslandi, trolloyvi innan fyri 12 fjórðingar og línuloyvi á Føroya Banka. Stk. 4. Stuðul verður latin fyri landingar í Føroyum. Upp til 30% av ársveiðuni kann landast uttanlands uttan, at mótroknað verður í stuðulinum. Henda regla er galdndi frá 17. mars 1994. Tá skip fara í alternativa vinnu, sum landsstýrið ásetir í kunngerð, góðkend av fiskivinnunevndini, kann landsstýrið loyva, at íløgustuðulin verður varðveittur, um landað verður uttanlands. Stk. 5. Onnur treyt fyri at fáa stuðul er, at í minsta lagi 33% av veiðini hjá fiskifarinum verður seld á uppboðssølu, sum landsstýrið hevur góðkent.
§ 4 1) Fyri fiskifør nevnd undir § 3, nr. 5, 8 og 9 verður stuðulsupphæddin útgoldin í eins stórum…
1) Fyri fiskifør nevnd undir § 3, nr. 5, 8 og 9 verður stuðulsupphæddin útgoldin í eins stórum mánaðargjøldum í 3 ár, meðan hann fyri hini fiskiførini verður útgoldin í eins stórum gjøldum í 5 ár. Stk. 2.2) Stuðulin kann eftir umsókn verða útgoldin, um veiðuloyvið verður latið landsstýrinum endaliga. Verður fiskifarið umbýtt við annað fiskifar, sum hevur somu ella minni veiðiorku, fylgir stuðulin hjá uppruna fiskifarinum við. Verður fiskifar innflutt, má tað ikki verða eldri enn 10 ár, tó træskip undir 110 BRT ikki eldri enn 20 ár. Stk. 3. Landsstýrið ásetir í kunngerð tal av veiðuloyvum í hvørjum av teimum skipabólkum, sum eru nevndir í hesi lóg, tó so at talið ikki kann fara upp um tey, sum eru nevnd í § 3, stk. 1, nr. 1-9. So hvørt veiðiloyvi verða latin inn, skal talið á partrolarum koma í minsta lagi niður á 36, talið á stállínuskipum niður á 16 og talið á lemmatrolarum niður á 11.
§ 5 1) Hildið verður uppat at útgjalda stuðulin, tá fiskifar ikki er í vinnu
1) Hildið verður uppat at útgjalda stuðulin, tá fiskifar ikki er í vinnu. Stk. 2. Tekniskar broytingar í fiskifarinum eftir gildiskomu av broytingini av hesi lóg ávirka ikki stuðulsupphæddina, sum fyrst ásett. Stk. 3. Tá ið eigaraskifti fer fram, verður tað, sum er eftir av stuðlinum, flutt við til nýggju eigararnar.
§ 6 Landsstýrinum verður heimilað saman við løgtingsins fíggjarnevnd at umleggja stuðuls-, kurstaps-…
Landsstýrinum verður heimilað saman við løgtingsins fíggjarnevnd at umleggja stuðuls-, kurstaps- og serlán í fiskiførum, sum koma undir hesa lóg, til rentu- og avdráttarfrítt studningslán, sum verður avskrivað yvir 10 ár. Hetta er bert galdandi fyri skuld, sum ikki er fallin til gjaldingar pr. 31. desember 1992. Stk. 2. Um so er, at fiskifar, sum hevur fingið hesa umlegging, skiftir eigara ella letur veiðuloyvið inn, fellur lánið ella tað, sum stendur eftir, til gjaldingar. Landsstýrið kann eftir umsókn loyva, at tað, sum stendur eftir av láninum, verður standandi í fiskifarinum. Stk. 3. Studningslánið verður tryggjað best møguliga við veðrætti í fiskifarinum.
§ 7 3) Landsstýrinum verður heimilað saman við løgtingsins fíggjarnevnd at yvirtaka part av láni í…
3) Landsstýrinum verður heimilað saman við løgtingsins fíggjarnevnd at yvirtaka part av láni í fiskifari, sum hava landskassaveðhald, í sama lutfalli, sum annar veðhavari ella lángevari niðurskrivar síni lán. Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað í serligum førum, uttan at treytirnar í stk. 1 eru loknar, at gjalda lán ella part av láni, sum hava landskassaveðhald, og umleggja goldnu upphæddina til eitt rentu- og avdráttarfrítt lán, ið verður standandi í fiskifarinum og tryggja við veðrætti, treytað av, at eginpeningurin í fiskifarinum verður hækkaður við eini upphædd ásett av landsstýrinum. Sama er galdandi, tá talan er um eina av landsstýrinum goldna borgan. Rentu- og avdráttarfría lánið verður niðurskrivað eftir einum áramáli, ið verður ásett av landsstýrinum. Nevndin, ið er sett sambært løgtingslóg um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum, letur landsstýrinum ummæli av umsóknum sambært hesum stykki. Tað er ein treyt fyri umlegging, at fiskifarið ikki hevur rakstrarmøguleika at rinda skuldina, og at fiskifarið við umlegging verður mett at fara at klára seg í framtíðini.
§ 8 Landsstýrið kann í kunngerð áseta nærri reglur og krøv til skjalprógvan sum eru neyðug til at…
Landsstýrið kann í kunngerð áseta nærri reglur og krøv til skjalprógvan sum eru neyðug til at útinna hesa lóg.
§ 9 Hendan lóg fær gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Útgjaldingar sambært hesi lóg fer fram í…
Hendan lóg fær gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Útgjaldingar sambært hesi lóg fer fram í miðjum mánað, so leingi gjaldstíðin gongur. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 30. mai 1994. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 13. juni 1995. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 23. mai 1997.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.