Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. juni 1995 Nr. 92

Løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í samband við at stýrisskipanarlógin fær gildi

(Fiskiveiðu- og sjóvinnumál)

Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 57 firá 5. juni 1984 um hvalaveiðu verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 57 firá 5. juni 1984 um hvalaveiðu verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3 ganga út orðini “saman við fiskivinnunevnd løgtingsins”. 2) Í § 4, stk. 2 ganga út orðini “saman við fiskivinnunevnd løgtingsins”. 3) § 5, stk. 1,2. pkt. verður strikað. 4) Í § 5, stk. 3 ganga út orðini “í samráð við løgtingsins marknaðamevnd”.

§ 2 Í løgtingslóg nr. 41 frá 20. mai 1988 um lán/serlán til fiskifør verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 41 frá 20. mai 1988 um lán/serlán til fiskifør verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 ganga út orðini “saman við fíggjamevndini”. 2) § 3, stk. 2 verður strikað.

§ 3 Løgtingslóg nr. 97 frá 18. november 1991 um japanska fiskiveiðu undir Føroyum verður avtikin

Løgtingslóg nr. 97 frá 18. november 1991 um japanska fiskiveiðu undir Føroyum verður avtikin.

§ 4 Í løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski verður § 1, stk. 2, 2.…

Í løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski verður § 1, stk. 2, 2. pkt strikað.

§ 5 Í løgtingslóg nr. 34 frá 4. mars 1993 um stuðul til feskfiskaflotan verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 34 frá 4. mars 1993 um stuðul til feskfiskaflotan verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 4 verða orðini “, ið krevur góðkenning av flskivinnunevnd løgtingsins,” strikað. 2) Í § 6, stk. 1 verða orðini “saman við løgtingsins fíggjamevnd” strikað. 3) Í § 7 verða orðini “saman við løgtingsins fíggjarnevnd” strikað.

§ 6 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 24. august 1994 verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 9, stk. 2 verða orðini “saman við løgtingsins fiskivinnunevnd” strikað. 2) Í § 22, stk. 1 verða orðini “Løgtingið ásetir”strikað og ístaðin verðtur sett: “Við løgtingslóg verða ásettar”. 3) § 22, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Landsstýrið leggur uppskot fram til løgtingslóg sbrt. stk. 1,1. pkt. og gevur í viðmerkingunum til uppskotið frágreiðing við øllum upplýsingum av týdningi viðvíkjandi ásetingini av mest loyvdu veiðu og heildarkvotum.”

§ 7 Í løgtingslóg nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5, stk. 1 og stk. 2 verða orðini “saman við Fiskivinnunevnd Løgtingsins” strikað. 2) Í § 6, stk. 1 verða orðini “saman við Løgtingsins Fiskivinnunevnd” strikað.

§ 8 Henda løgtingslóg fær gildi ólavsøkudag 1995

Henda løgtingslóg fær gildi ólavsøkudag 1995. Tórshavn, 13. juni 1995 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙