Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

9. juni 1988 Nr. 67

Løgtingslóg um mynstring, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995

§ 1 Mynstrað verður, tá sjómaður tekur við ella fer úr starvi sínum umborð á einum føroyskum skipi

Mynstrað verður, tá sjómaður tekur við ella fer úr starvi sínum umborð á einum føroyskum skipi.

§ 2 Við mynstring skilst í hesi lóg, at ein manningarlisti ella hýruavtaluformáli verður skrivaður og…

Við mynstring skilst í hesi lóg, at ein manningarlisti ella hýruavtaluformáli verður skrivaður og undirskrivaður av sjómanninum og skiparanum, og at siglingarbókin, ella mynstringarváttanin verður skrivað og undirskrivað av skiparanum. Stk. 2. Í manningarlistanum ella hýruavtaluformálanum verður tilskilað, hvørjum sáttmála ella hýruavtalu mynstrað verður eftir. Stk. 3. “Sjómaður“ merkir í hesi lóg øll uttan skiparan, sum reiðarin hevur sett til at gera skipsarbeiði umborð á skipi í sjónum.

§ 3 Tá ið mynstrað verður, skal skiparin ansa eftir, at viðkomandi sjómaður lýkur treytirnar í lóg,…

Tá ið mynstrað verður, skal skiparin ansa eftir, at viðkomandi sjómaður lýkur treytirnar í lóg, serstakliga krøv um aldur, heilsu og útbúgving. Stk. 2. Manningarlistin ella hýruavtaluformálin verður skrivað á blað, og ásetir Føroya Landsstýri eftir ummæli frá Sjóvinnuráðnum snið og innihald. Stk. 3. Skiparin skal, hvørja ferð mynstrað verður, senda eintak av manningarlistanum ella hýruavtaluformálanum til mynstringarmyndugleikan. Stk. 4. Manningarlistin ella hýruavtaluformálin skal verða sendur mynstringarmyndugleikanum, áðrenn skipið byrjar ferð sína.

§ 4 Føroya Landsstýri ásetir reglur um fráboðan til mynstringarmyndugleikan, tá skipari tekur við…

Føroya Landsstýri ásetir reglur um fráboðan til mynstringarmyndugleikan, tá skipari tekur við ella fer úr starvi sínum á føroyskum skipi.

§ 5 1) Føroya Landsstýri ásetir nærri reglur um mynstring og eftirlit við mynstring

1) Føroya Landsstýri ásetir nærri reglur um mynstring og eftirlit við mynstring. Stk. 2. 1) Føroya Landsstýri kann áseta reglur um hóskandi frávik í reglunum í § 1 og § 3, stk. 3.

§ 6 1) Eftirlit við mynstringum hevur ein mynstringarmyndugleiki, hvørs bygnaður og starvsøki verða…

1) Eftirlit við mynstringum hevur ein mynstringarmyndugleiki, hvørs bygnaður og starvsøki verða ásett av Føroya Landsstýri. Stk. 2. Haraftrat skal mynstringarmyndugleikin hava eftirlit við, at lógarinnar reglur um manning verða hildnar.

§ 7 Mynstringarmyndugleikin kann frá reiðarí ella skipara krevja allar upplýsingar um manning og…

Mynstringarmyndugleikin kann frá reiðarí ella skipara krevja allar upplýsingar um manning og skip, sum eru neyðugar fyri eftirlitið. Stk. 2. Mynstringarmyndugleikin hevur loyvi á øllum føroyskum skipum at gera tær kanningar, sum eru neyðugar fyri eftirlitið.

§ 8 Brot á §§ 1 og 3 koma undir bót, um ikki harðari revsing er uppiborin eftir borgarligu revsilógini

Brot á §§ 1 og 3 koma undir bót, um ikki harðari revsing er uppiborin eftir borgarligu revsilógini. Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, ið ikki gevur tær upplýsingar, sum kravdar verða, eftir § 7, stk. 1. Stk. 3. Í reglunum, sum eru heimilaðar sbrt. §§ 4 og 5, stk. 1, kann bót fyri brot á hesar reglur verða ásett.

§ 9 Henda lóg kemur í gildi, tá ið hon verður kunngjørd. Samstundis fara úr gildi lóg nr. 76 frá 31.…

Henda lóg kemur í gildi, tá ið hon verður kunngjørd. Samstundis fara úr gildi lóg nr. 76 frá 31. mars 1937 “om Forhyring og Mønstring af Skibsmandskab” sbrt. “Anordning nr. 48 af 7. marts 1938 om ikrafttræden af de i Lov om Forhyring og mønstring af Skibsmandskab Indeholdte Bestemmelser om Forhyring” og løgtingslóg nr. 6 frá 21. mars 1968 um broyting í reglunum um mynstring av skipsmanningum. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, har § 8 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg fær gildi ólavsøkudag 1995.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
mynstring (Mynstringarlógin) · innanhýsis
Galdandi · 30. apríl 2018

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙