Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
23. februar 1993 Nr. 29
Løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 23. mai 2005
§ 1 Bert persónar, góðkendir av landsstýrinum, kunnu halda almenna uppboðssølu av fiski
Bert persónar, góðkendir av landsstýrinum, kunnu halda almenna uppboðssølu av fiski. Stk. 2. 1) 2) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta treytir, ið skulu lúkast fyri at fáa góðkenning, og fyri virkseminum hjá uppboðssøluhaldarum, fevndir av hesi lóg, umframt keyps- og sølutreytir á uppboðssøluni. Stk. 3. Um uppboðssøluhaldarin ikki heldur reglur gjørdar við heimild í hesi lóg ella treytirnar í góðkenningini, kann landsstýrið taka góðkenningina aftur.
§ 2 Á uppboðssøluni kunnu øll fiskasløg, fiskaúrdráttir og onnur sjódýr seljast
Á uppboðssøluni kunnu øll fiskasløg, fiskaúrdráttir og onnur sjódýr seljast. Stk. 2. 2) (Strikað).
§ 3 Uttan so er, at strangari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður sektaður hann, ið…
Uttan so er, at strangari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður sektaður hann, ið ikki heldur § 1, stk. 1, § 2, stk. 2 ella treytirnar í góðkenningini, jvb. § 1. Stk. 2. Í forskriftum, sum eru gjørdar við heimild í hesi lóg, kunnu gerast reglur um sekting fyri brot á hesar forskriftir. Stk. 3. Fyri brot á hesa lóg, ið verða gjørd av partafeløgum, lutafeløgum og líknandi, kann bótaábyrgd verða áløgd felagnum sum slíkum.
§ 4 Henda lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: ”Henda løgtingslóg fær gildi ólavsøkudag 1995.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 23. mai 2005.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(4)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
4 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.