Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. juni 2005 Nr. 95

Kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands, sum seinast broytt við kunngerð nr. 111 frá 11. desember 2014

1) Við heimild í § 9, stk. 4, § 19 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 69 frá 23. mai 2005 og løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010, og við heimild í § 1, stk. 2 og § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995 og løgtingslóg nr. 70 frá 25. mai 2005, verður ásett:

§ 1 Undir ásetingarnar í kunngerðini koma avreiðingar av allari veiði, sbr. tó stk. 2, sum er veidd í…

Undir ásetingarnar í kunngerðini koma avreiðingar av allari veiði, sbr. tó stk. 2, sum er veidd í føroyskum og/ella íslendskum sjóøki við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum. Hevur fiskifar á sama túri veitt í føroyskum og/ella íslendskum sjóøki og í øðrum sjóøki, kemur øll veiðan undir ásetingarnar í hesi kunngerð. Stk. 2. Ásetingarnar fevna tó ikki um fiskasløgini lodnu, sild, makrel, rossamakrel og svartkjaft. Stk. 3. 2) Ásetingarnar fevna ikki um avreiðingar og veiðu hjá fiskiførum, sum á einum túri bert hava verið á beinleiðis veiði eftir stinglaksi, langasporli og blálongu. Avreiðing og søla

§ 2 Øll veiða, sum kemur undir ásetingarnar í § 1, skal avreiðast um eina innvigingarskipan í…

Øll veiða, sum kemur undir ásetingarnar í § 1, skal avreiðast um eina innvigingarskipan í Føroyum, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum, sbr. tó § 4. Stk. 2. Fyrsta søla av veiðini sambært stk. 1 skal fara fram í Føroyum. Stk. 3.3) Fyri at seljari skal kunna bjóða fisk um eina uppboðssølu, sum er góðkend av Fiskimálaráðnum, skal seljarin skjalprógva, at fiskurin er veiddur av fiskifari við fiskiloyvi sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Stk. 4. Eigarar av fiskiførum, sum á einum túri hava minni enn 2.000 kg at avreiða hvør sær, kunnu saman bjóða fiskin til sølu. Útflutningur til virkingar uttanlands

§ 3 4) Um veiða verður útflutt óvirkað, skal útflytarin fyri Toll- og Skattstovu Føroya skjalprógva,…

4) Um veiða verður útflutt óvirkað, skal útflytarin fyri Toll- og Skattstovu Føroya skjalprógva, at hann, seinastu 7 dagarnar, hevur keypt óvirkaðu veiðinøgdina, roknað fyri hvørt fiskaslag sær, á eini uppboðssølu, sum er góðkend av Fiskimálaráðnum. Stk. 2. 4) Avvarðandi góðkenda uppboðssøla skal lata útflytaranum eina útgreinaða skrivliga váttan um seldu veiðinøgdina flokkað eftir fiskaslag og stødd. Útflytarin letur Toll-og Skattstovu Føroya váttanina, sum skjalprógv um, at útflutta nøgdin, flokkað eftir fiskaslag og stødd, ikki er størri enn hon, sum útflytarin, seinastu 7 dagarnar, hevur keypt á uppboðssølu. Váttanin skal vera grundað á vektarseðlar frá góðkendari innvigingarskipan. Stk. 3. Óvirkaður fiskur er ósløgdur, sløgdur ella avhøvdaður fiskur, sama hvussu hann er goymdur. Stk. 4. Toll- og Skattstova Føroya boðar Fiskiveiðieftirlitinum frá brotum á kunngerðina.

§ 3 a 2) 5) Uppboðssølukravið í § 3 er ikki galdandi fyri kalva, hávasløg, skøtusløg, stinglaks,…

2) 5) Uppboðssølukravið í § 3 er ikki galdandi fyri kalva, hávasløg, skøtusløg, stinglaks, langasporl og blálongu. Stk. 2. 6) 7) 8) 9) 10) (Strikað).

§ 3 b 3) 9) 10) Fram til 1. september 2016 eru treytirnar í § 2, stk. 2 og uppboðssølukravið í § 3 ikki…

3) 9) 10) Fram til 1. september 2016 eru treytirnar í § 2, stk. 2 og uppboðssølukravið í § 3 ikki galdandi. Avreiðing uttanlands

§ 4 Hóast ásetingina í § 2 er loyvt teimum í § 1 tilskilaðu fiskiførum at avreiða uttanlands upp til…

Hóast ásetingina í § 2 er loyvt teimum í § 1 tilskilaðu fiskiførum at avreiða uttanlands upp til 25% av samlaðu veiðini, uppgjørt 4. hvønn mánað. Stk. 2. 2) 4) 1) Fiskiveiðieftirlitið førir yvirlit yvir allar avreiðingar uttanlands fyri hvørt fiskifarið sær. Gjørt verður upp 4. hvønn mánað, fyrstu ferð fyri tíðarskeiðið frá 1. sept. til 31. desember 2005.

§ 5 2) 1) Tann í § 4, stk. 2 tilskilaða skráseting verður gjørd fyri 4. hvønn mánað fyri hvørt…

2) 1) Tann í § 4, stk. 2 tilskilaða skráseting verður gjørd fyri 4. hvønn mánað fyri hvørt fiskifarið sær. Stk. 2. Um fiskifør, sum eru í fiskidagaskipanini, hava avreitt meir enn loyvdu nøgdina av samlaðu veiðuni beinleiðis uttanlands, roknað fyri 4. hvønn mánað, verður fiskidagatalið, sum er nýtt til at veiða nøgdina, sum er avreidd ov nógv uttanlands í tíðarskeiðinum, ella nýtslan av egnari árskvotu, sum er avreidd ov nógv uttanlands í tíðarskeiðinum, hækkað við 30%. Um fiskifør, sum ikki eru í fiskidagaskipanini, hava avreitt meir enn loyvdu nøgdina av samlaðu veiðini beinleiðis uttanlands, roknað fyri 4. hvønn mánað, skal fiskifarið rinda avgjald, svarandi til 30% av søluvirðinum av tí veiði, sum er avreidd ov nógv beinleiðis uttanlands. Stk. 3. Tá fiskidagar ella egin árskvota verða roknaðar sum nýttar sbrt. stk. 2, 1. pkt., verður hækkingin fyri seinasta uppgjørda tíðarskeiðið í einum fiskiári tikin av rættindunum hjá loyvishavara komandi fiskiárið. Stk. 4. Tá kvotur undir Íslandi verða roknaðar sum nýttar sbrt. stk. 2, 1. pkt., kann Fiskiveiðieftirlitið í fiskiárinum, kvoturnar verða roknaðar sum nýttar, loyva øðrum skipum, sum hava loyvi at fiska undir Íslandi, at veiða kvoturnar. Kvoturnar verða býttar millum øll skip, sum hava loyvi at fiska undir Íslandi eftir teirra kvotuparti, tá uppgerðartíðarskeiðið endar. Revsireglur

§ 6 Brot á §§ 2, 3 og 4 verða revsað við bót sambært § 40, stk. 1 og stk. 3 í lógini um vinnuligan…

Brot á §§ 2, 3 og 4 verða revsað við bót sambært § 40, stk. 1 og stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast sambært reglunum í kap. 5 í revsilógini. Gildiskoma

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 148 frá 14. november 1997. Fiskimálaráðið, 27. juni 2005 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 68 frá 16. mai 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2012.” 2) Broytt við kunngerð nr. 44 frá 10. mai 2010. 3) Broytt við kunngerð nr. 25 frá 19. apríl 2013. 4) Broytt við kunngerð nr. 18 frá 22. mars 2006. 5) Broytt við kunngerð nr. 114 frá 13. desember 2010. 6) Broytt við kunngerð nr. 41 frá 23. mai 2011. 7) Broytt við kunngerð nr. 108 frá 30. august 2011. 8) Broytt við kunngerð nr. 92 frá 17. september 2012. 9) Broytt við kunngerð nr. 110 frá 19. august 2013. 10) Broytt við kunngerð nr. 111 frá 11. desember 2014.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
avreiðing av fiski til innvigingar í Føroyum · innanhýsis
Áður galdandi · 14. november 1997
Broytingar
treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands · innanhýsis
Galdandi · 11. desember 2014
Broytingar
broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands · innanhýsis
Galdandi · 19. august 2013
Broytingar
broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands · innanhýsis
Galdandi · 19. apríl 2013
Broytingar
broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands · innanhýsis
Galdandi · 17. september 2012
Broytingar
broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands · innanhýsis
Galdandi · 30. august 2011
Broytingar
broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands · innanhýsis
Galdandi · 13. desember 2010
Broytingar
broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands · innanhýsis
Galdandi · 22. mars 2006

Tengdar rættarkeldur

(13)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

13 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙