Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mai 2012 Nr. 68
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands
§ 1 Í kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 um treytir fyri avreiðing i Føroyum og uttanlands, sum broytt…
Í kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 um treytir fyri avreiðing i Føroyum og uttanlands, sum broytt við kunngerð nr. 18 frá 22. mars 2006 og kunngerð nr. 44 frá 10. mars 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 9, stk. 4, § 19 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 69 frá 23. mai 2005 og løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010, og við heimild í § 1, stk. 2 og § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995 og løgtingslóg nr. 70 frá 25. mai 2005, verður ásett:” 2) § 4, stk. 2, 3 og 4 verða strikað. Stk. 5 verður eftir hetta stk. 2. 3) Í § 5, stk. 1 verður “stk. 6” broytt til: “stk. 2”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2012
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2012. Fiskimálaráðið, 16. mai 2012 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.