Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. apríl 2013 Nr. 25

Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands

§ 1 Í kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands, sum…

Í kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands, sum seinast broytt við kunngerð nr. 92 frá 17. september 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Fyri at seljari skal kunna bjóða fisk um eina uppboðssølu, sum er góðkend av Fiskimálaráðnum, skal seljarin skjalprógva, at fiskurin er veiddur av fiskifari við fiskiloyvi sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.” 2. Aftaná § 3 a verður sett: “§ 3 b. Fram til 1. september 2013 eru treytirnar í § 2, stk. 2 og uppboðssølukravið í § 3 ikki galdandi.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 19. apríl 2013 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙