Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. juni 2005 Nr. 93
Kunngerð um almenna uppboðssølu av fiski
Kapittul 1 Felags reglur
Kapittul 2 Gólvuppboðssøla
Kapittul 3 Telefonuppboðssøla
Kapittul 4 Gildiskoma
Við heimild í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski verður ásett:
Kapittul 1
Felags reglur
Uppboðssøluhaldarin
Kapittul 1 Felags reglur
Uppboðssøluhaldarin er millumgongumaður millum seljaran og keyparan. Stk. 2. Uppboðssøluhaldarin, ella starvsfólk, sum eru sett hjá uppboðssøluhaldaranum, mugu ikki sjálvi bjóða, ella lata onnur bjóða fyri seg á uppboðssøluni. Stk. 3. Uppboðssøluhaldarin og hjúnafelagin hjá hesum mugu ikki eiga ella eiga part í nøkrum øðrum felagi, sum keypir ella selur fisk, ella í nøkrum virki, sum tilvirkar ella niðursjóðar fisk. Stk. 4. Um uppboðssøluhaldarin vil reka annað virksemi enn alment uppboðssøluhald av fiski, skal hetta fráboðast Fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið kann seta forboð móti slíkum virksemi. Mannagongd tá bjóðað verður
Sølan á uppboðssøluni fer fram annaðhvørt við boði og yvirboði ella soleiðis, at uppboðssøluhaldarin tilskilar tann prís seljarin hevur ásett og síðani ein lægri prís, inntil vøran er seld. Seljarin kann tó treyta sær ein minstaprís. Nøgdin skal tilskilast. Stk. 2. Vøran er ogn seljarans inntil hamarslagið, og hevur seljarin í hesum tíðarskeiði rætt til at taka vøruna aftur. Stk. 3. Um tað kemur fyri, at tað á uppboðssøluni eru fleiri keyparar, sum geva sama boð á somu vøru, skal uppboðssøluhaldarin, um ikki hægri boð verður givið, avgera, hvør av teimum hevur boðið fyrst og sostatt skal hava rætt til vøruna. Uppboðssøluhaldarin skal tó, áðrenn hamarslag verður givið, greiða frá avgerð síni, soleiðis at møguleiki verður fyri at geva hægri boð. Trygd og hvussu goldið verður
Gjaldið verður goldið kontant til uppboðssøluhaldaran við hamarslag. Stk. 2. Uppboðssøluhaldarin ansar eftir, at keyparin hevur stillað nøktandi trygd fyri, at keypspeningur, uppboðssølugjald og almenn gjøld, verða goldin kontant. Stk. 3. Tey til eina og hvørja tíð galdandi uppboðssølugjøld skulu lýsast í uppboðssøluhølinum við nágreiniligari tilskilan av upphæddunum. Kapittul 2 Gólvuppboðssøla Keyps- og sølutreytir
Kapittul 2 Gólvuppboðssøla
Vørurnar verða seldar í tí standi tær eru í, tá hamarsslagið verður givið. Klagað kann bert verða um vørur, sum ikki lúka krøvini í matvørulógini, sbr. løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985. Stk. 2. Tað áliggur seljaranum og uppboðssøluhaldaranum at skipa fyri, at møguligir keyparar á uppboðssøluni fáa høvi at síggja vørurnar, áðrenn vørurnar verða bodnar fram á uppboðssøluni. Burturflyting av vøruni
Seljarin hevur skyldu til, beint sum uppboðssølan er av, at flýggja keyparanum seldu vøruna í rættari nøgd og dygd, og hevur keyparin tá somuleiðis skyldu til at taka ímóti vøruni. Stk. 2. Er vøran ikki flutt burtur innan 6 tímar eftir, at uppboðssølan er av, kann vøran seljast á uppboðssølu fyri rokning eigarans, soleiðis at hesin ber eitt møguligt undirskot og allan kostnaðin, og at eitt møguligt yvirskot er honum óviðkomandi. Stk. 3. Vørur, sum eru umfataðar av sama boði, mugu ikki í uppboðssøluhølinum býtast millum fleiri keyparar. Bert tann, sum hevur fingið tilsligið ein part av vøruni á uppboðssøluni, kann lata vøruna flyta burtur frá uppboðssøluhølinum. Kapittul 3 Telefonuppboðssøla Keyps- og sølutreytir
Kapittul 3 Telefonuppboðssøla
Uppboðssøluhaldarin tilskilar undan hvørjari sølu, um tað í bodnu upphæddina skal vera íroknað: 1) Landing, 2) klárgerð av lastini, og 3) ísur. Tað stendur seljara og keypara frítt, aftaná at uppboðssølan er av, at gera aðra avtalu. Upplýsingar frá seljaranum
Seljarin upplýsir fyri uppboðssøluhaldaranum: 1) Nøgd, stødd, aldur og dygd á hvørjum fiskaslagi sær, 2) nær seljarin er klárur til landing, og hvar landað verður. Upplýsingar frá keyparanum
Keyparin upplýsir fyri uppboðssøluhaldaranum: 1) Prís á hvørjum fiskaslagi sær, og 2) prís á hvørjari stødd sær. Skeivar upplýsingar
Keyparin er bundin av uppboðssøluavtaluni í tann mun upplýsingarnar, sum latnar eru uppboðssøluhaldaranum, sbr. § 8, nr. 1, eru rættar. Seljarin er bundin av avtaluni, sjálvt um hesar upplýsingar eru skeivar. Tvídráttur keypara og seljara ímillum
Verður tvídráttur millum keypara og seljara um rættleikan av upplýsingunum, sum latnar eru uppboðssøluhaldaranum, sbr. § 8, nr. 1, hevur hvør av pørtunum rætt til at tilkalla ein góðskumetara á staðnum, sum er tilnevndur av uppboðssøluhaldaranum. Góðskumetarin tekur endaliga og bindandi avgerð í málinum. Kapittul 4 Gildiskoma
Kapittul 4 Gildiskoma
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 82 frá 28. apríl 1993. Fiskimálaráðið, 27. juni 2005 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.