Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. april 1993 Nr. 82

Kunngerð um reglur fyri almenna uppboðssølu av fiski

Kapittul 1 Felags reglur

Kapittul 2 Gólvuppboðssøla

Kapittul 3 Telefonuppboðssøla

Kapittul 4 Gildiskoma

Við heimild i § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski hevur landsstýrið fyrisett:

Kapittul 1

Felags reglur

Uppboðssøluhaldarin.

Kapittul 1 Felags reglur

Uppboðssøluhaldarin er millumgongumaður millum seljaran og keyparan. Stk. 2. Uppboðssøluhaldarin, ella starvsfólk, sum eru sett hjá uppboðssøluhaldaranum, mugu ikki sjálvi bjóða, ella lata onnur bjóða fyri seg á uppboðssøluni. Stk. 3. Uppboðssøluhaldarin og hjúnafelagin hjá hesum mugu ikki eiga ella eiga part í nøkrum øðrum felagi, sum keypir ella selur fisk, ella í nøkrum virki, sum tilvirkar ella niðursjóðar fisk. Stk. 4. Um uppboðssøluhaldarin vil reka annað virksemi enn alment uppboðssøluhald av fiski, skal hetta fráboðast landsstýrinum. Landsstýrið kann seta forboð móti slíkum virksemi. Mannagongd tá bjóðað verður.

Sølan á uppboðssøluni fer fram annaðhvørt við boði og yvirboði ella soleiðis, at uppboðssøluhaldarin tilskilar tann prís seljarin hevur ásett og síðani ein lægri prís, inntil vøran er seld. Seljarin kann ló treyta sær ein minstaprís. Nøgdin skal tilskilast. Stk. 2. Vøran er ogn seljarans inntil hamarsslagið, og hevur seljarin í hesutn tíðarskeiði rætt til at taka vøruna aftur. Stk. 3. Um tað kemur fyri, at tað á uppboðssøluni eru fleiri keyparar, sum geva sama boð á somu vøru, skal uppboðssøluhaldarin, um ikki hægri boð verður givið, avgera, hvør av teimum hevur boðið fyrst og sostatt skal hava rætt til vøruna. Uppboðssøluhaldarin skal tó, áðrenn hamarslag verður givið, greiða frá avgerð síni, soleiðis at tað verður møguleiki fyri at geva hægri boð. Trygd.

Uppboðssøluhaldarin ansar eftir, at keyparin hevur stillað nøktandi trygd fyri, at keypspeningur, uppboðssølugjald og almenn gjøld, verða goldin kontant Stk. 2. Tey til eina og hvørja tíð galdandi uppboðssølugjøld skulu lýsast í uppboðssøluhølinum við nágreiniligari tilskilan av upphæddunum. Hagtalsførsla.

Uppboðssøluhaldarin hevur skyldu til at føra fullfíggjað hagtøl fyri nøgd og prísir fyri vørur, sum eru seldar um uppboðið. Við avrokning skal nýtast avreiðingarseðil, sum er góðkendur av landsstýrinum. Hagtalsyvirlit verður hvønn tann 1. í mánaðinum at senda Hagstovu Føroya. Kapittul 2 Gólvuppboðssøla Keyps- og sølutreytir.

Kapittul 2 Gólvuppboðssøla

Vørurnar verða seldar í tí standi tær eru í, tá hamarsslagið verður givið. Klagað kann bert verða um vørur, sum ikki lúka krøvini í matvørulógini, jvb. løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985. Stk. 2. Tað áliggur seljaranum og uppboðssøluhaldaranum at skipa fyri, at møguligir keyparar á uppboðssøluni fáa høvi at síggja vørurnar, áðrenn vørurnar verða bodnar fram á uppboðssøluni. Stk. 3. Gjaldið verður goldið kontant til uppboðssøluhaldaran við hamarslag. Burturflyting av vøruni.

Seljarin hevur skyldu til, beint sum uppboðssølan er av, at flýggja keyparanum seldu vøruna í rættari nøgd og dygd, og hevur keyparin tá somuleiðis skyldu til at taka ímóti vøruni. Stk. 2. Er vøran ikki flutt burtur innan 6 tímar eftir, at uppboðssølan er av, kann vøran seljast á uppboðssølu fyri rokning eigarans, soleiðis at hesin ber eitt møguligt undirskot og allan kostnaðin, og at eitt møguligt yvirskot er honum óviðkomandi. Stk. 3. Vørur, sum eru umfataðar av sama boði, mugu ikki í uppboðssøluhølinum býtast millum fleiri keyparar. Bert tann, sum hevur fingið tilsligið ein part av vøruni á uppboðssøluni, kann lata vøruna flyta burtur frá uppboðssøluhølinum. Kapittul 3 Telefonuppboðssøla Keyps- og sølutreytir.

Kapittul 3 Telefonuppboðssøla

Uppboðssøluhaldarin tilskilar undan hvørjari sølu, um tað í bodnu upphæddina skal verða íroknað: 1) Landing, 2) klárgerð av lastini, og 3) ísur. Tað stendur seljara og keypara frítt, aftaná at uppboðssølan er av, at gera aðra avtalu. Upplysingar frá seljaranum.

Seljarin upplýsir fyri uppboðssøluhaldaranum: 1) Nøgd, stødd, aldur og dygd á hvørjum fiskaslagi sær, 2) nær seljarin er klárur til landing, og 3) um talan er um útróðrarbát (dagróður): hvar hann fer at landa. Upplýsingar frá keyparanum.

Keyparin upplýsir fyri uppboðssølubaldaranum: 1) Prís á hvørjum fiskaslagi sær, og 2) prís á hvørjari stødd sær. Skeivar upplýsingar.

Keyparin er bundin av uppboðssøluavtaluni í tann mun upplýsingarnar, sum latnar eru uppboðssøluhaldaranum, jvb. § 8, nr. 1, eru rættar. Seljarin er bundin av avtaluni, sjálvt um hesar upplýsingar eru skeivar. Tvídráttur keypara og seljara ímillum.

Verður tvídráttur millum keypara og seljara um rættleikan av upplýsingunum, sum latnar er uppboðssøluhaldaranum, jvb. § 8, nr. 1, hevur hvør av pørtunum rætt til at tilkalla góðskueftirlitsmannin á staðnum. Góðskueftirlitsmaðurin tekur endaliga og bindandi avgerð í málinum. Kapittul 4 Gildiskoma

Kapittul 4 Gildiskoma

Hendan kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Føroya Landsstýri, 28. apríl 1993 Thomas Arabo (sign.) landsstýrismaður / Kjartan Hoydal (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
almenna uppboðssølu av fiski · innanhýsis
Galdandi · 27. juni 2005

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙