Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
20. mai 1988 Nr. 38
Løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996
§ 1 Landsstýrinum verður heimilað í samráð við fíggjarnevnd Løgtingsins landskassans vegna at…
Landsstýrinum verður heimilað í samráð við fíggjarnevnd Løgtingsins landskassans vegna at veðhalda fyri byggilánum til fiskifør og fyri at føroyskar skipasmiðjur lúka treytirnar eftir sáttmálum um bygging av fiskiskipum til útlendskan eigara.
§ 2 Lán, landskassin veðheldur fyri, skal tryggjast við pantirætti í viðkomandi skipi innanfyri 90%…
Lán, landskassin veðheldur fyri, skal tryggjast við pantirætti í viðkomandi skipi innanfyri 90% av sáttmálaprísinum.
§ 3 1) 2) (Strikað)
1) 2) (Strikað).
§ 4 1) 2) 3) (Strikað)
1) 2) 3) (Strikað).
§ 5 1) Landsstýrinum verður heimilað eftir góðkenning fíggjarnevndarinnar at veita upp til 6% í…
1) Landsstýrinum verður heimilað eftir góðkenning fíggjarnevndarinnar at veita upp til 6% í rentustudningi til felag, ið byggir fiskiskip á føroyskari skipasmiðju. Studningurin verður veittur av virði skipsins eftir meting. Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað eftir góðkenning fíggjarnevndarinnar at veita upp til 6% í rentustudningi til felag, ið umbyggir fiskiskip á føroyskum skipasmiðjum. Studningurin verður veittur av umbyggingarvirðinum eftir meting. Studningurin er treytaður av, at virðið, ið umbyggingin gevur, verður 8 mió. kr. ella meira. Stk. 3. Rentustudningurin verður goldin yvir 3 ár við 2% hvørt árið. Goldið verður hálvárliga, fyrstu ferð 1/2 ár aftaná at skipið er virðismett, avhendað og skrásett uttanlands.
§ 6 2) Henda lóg kemur í gildi dagin eftir kunnger
2) Henda lóg kemur í gildi dagin eftir kunnger. Stk. 2. (Strikað). 1) Broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 11. mai 1993. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996, har § 4 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1996.” 3) Broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 19. juni 1990.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.