Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. desember 2020 Nr. 183

Kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum seinast broytt við kunngerð nr. 132 frá 21. september 2022

Við heimild í § 2, stk. 1 í løgtingslóg nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum og § 15 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, verður ásett:

Fevnd av tilboðnum1)

§ 1 Tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður veitt persónum, fevndir av hesari kunngerð, ið…

Tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður veitt persónum, fevndir av hesari kunngerð, ið eru búsitandi í Føroyum. Stk. 2. 1) 2) 3) Tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður eisini veitt persónum, sum fyribils eru staddir í Føroyum. Stk. 3. 2) 3) (Strikað). Málbólkur

§ 2 1) 4) 5) 6) 7) Ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður veitt niðanfyristandandi bólkum

1) 4) 5) 6) 7) Ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður veitt niðanfyristandandi bólkum: 1) Starvsfólkum í heilsugeiranum, eldrageiranum og ávísum pørtum av almannageiranum, sum hava tætt samband við sjúklingar ella búfólk og sum eru í serligum vanda fyri at verða smittað við COVID-19. 2) Búfólkum á ellisheimum og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði. 3) Sjúklingum, sum eru í viðgerð og sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við COVID-19. Hesir sjúklingar verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava ábyrgd av viðgerðini. 4) Avvarðandi at teimum sjúklingum, sum eru nevndir í nr. 3. 5) Persónum, ið hava fylt 65 ár, ið fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska. 6) Persónum, ið hava fylt 85 ár. 7) Persónum í aldrinum 80-84 ár. 8) Persónum í aldrinum 75-79 ár. 9) Persónum í aldrinum 65-74 ár. 10) Persónum í aldrinum 16-64 ár. 11) Persónum í aldrinum 12-15 ár. 12) Persónum í aldrinum 5-11 ár. Stk. 2. 8) Um so er, at skamtur loypur av tann dag koppsett verður, kann Sjúkrahúsverkið koppseta onnur enn tey í stk. 1 nevndu bólkunum. Skipan

§ 3 9) 10) 11) 12) Sjúkrahúsverkið og Heilsutrygd hava ábyrgdina av og skipa COVID-19 koppsetingina

9) 10) 11) 12) Sjúkrahúsverkið og Heilsutrygd hava ábyrgdina av og skipa COVID-19 koppsetingina. Stk. 2. 4) 9) 10) 12) Koppsetingarnar innan Sjúkrahúsverkið fara fram á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi. Sjúkrahúsverkið kann harumframt skipa koppsetingarnar á øðrum stað. Koppsetingarnar innan Heilsutrygd fara fram í kommunulækna viðtalum. Heilsutrygd kann harumframt skipa koppsetingarnar á øðrum stað. Stk. 3. 9) 10) Koppseting fyri COVID-19 og møgulig hjáárin av koppseting, verður skrásett í talgildu heilsuskipanini.

1) (Strikað).

§ 5 Apoteksverk Føroya hevur koppingarevni, ið skal nýtast til koppseting ímóti COVID-19, á goymslu

Apoteksverk Føroya hevur koppingarevni, ið skal nýtast til koppseting ímóti COVID-19, á goymslu. Útreiðslur

§ 6 Landskassin rindar útreiðslurnar í sambandi við koppseting sambært hesi kunngerð

Landskassin rindar útreiðslurnar í sambandi við koppseting sambært hesi kunngerð. Gildiskoma

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 18. desember 2020 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 2 frá 12. januar 2021. 2) Broytt við kunngerð nr. 80 frá 13. mai 2021. 3) Broytt við kunngerð nr. 123 frá 12. august 2021. 4) Broytt við kunngerð nr. 22 frá 10. mars 2021. 5) Broytt við kunngerð nr. 38 frá 21. apríl 2021. 6) Broytt við kunngerð nr. 122 frá 3. august 2021. 7) Broytt við kunngerð nr. 160 frá 13. desember 2021. 8) Broytt við kunngerð nr. 25 frá 26. mars 2021. 9) Broytt við kunngerð nr. 164 frá 15. desember 2021. 10) Broytt við kunngerð nr. 3 frá 7. januar 2022. 11) Broytt við kunngerð nr. 112 frá 19. juli 2022. 12) Broytt við kunngerð nr. 132 frá 21. september 2022.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 28. september 2023
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 21. september 2022
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 19. juli 2022
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 7. januar 2022
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 15. desember 2021
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 13. desember 2021
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 12. august 2021
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 3. august 2021
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 13. mai 2021
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 21. apríl 2021
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 26. mars 2021
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 10. mars 2021
Broytingar
broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 · innanhýsis
Áður galdandi · 12. januar 2021

Tengdar rættarkeldur

(13)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

13 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙