Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. desember 2021 Nr. 164

Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19

(Heilsutrygd ábyrgd av koppsetingum hjá børnum 5-11 ár)

§ 1 Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við…

Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 12. januar 2021, kunngerð nr. 22 frá 10. mars 2021, kunngerð nr. 25 frá 26. mars 2021, kunngerð nr. 38 frá 21. apríl 2021, kunngerð nr. 80 frá 13. mai 2021, kunngerð nr. 122 frá 3. august 2021, kunngerð nr. 123 frá 12. august 2021 og kunngerð 160 frá 13. desember 2021, verður ásett: 1. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 3. Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av og skipar fyri COVID-19 koppsetingum hjá persónum, sum hava fylt 12 ár.” 2. Í § 3 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Heilsutrygd hevur ábyrgdina av og skipar fyri COVID-19 koppsetingum hjá børnum í aldrinum 5-11 ár.” Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4. 3. Í § 3, stk. 2, sum verður stk. 3, verður “Koppsetingarnar fara fram” broytt til: “Koppsetingarnar innan Sjúkrahúsverkið fara fram”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 15. desember 2021 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙