Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. september 2022 Nr. 132
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Víðkan av heimild til Heilsutrygd at skipa fyri COVID-19 koppsetingum)
§ 1 Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum seinast brottt…
Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum seinast brottt við kunngerð nr. 112 frá 19. juli 2022, verða § 3, stk. 1 og 2 orðað soleiðis: “Sjúkrahúsverkið og Heilsutrygd hava ábyrgdina av og skipa COVID-19 koppsetingina. Stk. 2. Koppsetingarnar innan Sjúkrahúsverkið fara fram á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi. Sjúkrahúsverkið kann harumframt skipa koppsetingarnar á øðrum stað. Koppsetingarnar innan Heilsutrygd fara fram í kommunulækna viðtalum. Heilsutrygd kann harumframt skipa koppsetingarnar á øðrum stað.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 21. september 2022 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.