Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. mars 2021 Nr. 22
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Koppseta aldursbólkin 65-84 ár og koppsetingarstøð)
§ 1 Í kunngerð nr. nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við…
Í kunngerð nr. nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 12. januar 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verða sum nr. 7-9 sett: “7) Persónum í aldrinum 80-84 ár. 8) Persónum í aldrinum 75-79 ár. 9) Persónum í aldrinum 65-74 ár.” 2. § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Koppsetingarnar fara fram á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi. Sjúkrahúsverkið kann harumframt skipa koppsetingarnar á øðrum stað.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 10. mars 2021 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.