Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. september 2023 Nr. 106

Kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19

Við heimild í § 2, stk. 1 í løgtingslóg nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum og § 15 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, verður ásett:

Fevnd av tilboðnum

§ 1 Tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður veitt persónum, fevndir av hesari kunngerð, ið…

Tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður veitt persónum, fevndir av hesari kunngerð, ið eru búsitandi í Føroyum. Málbólkur

§ 2 Tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður veitt hesum persónum

Tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður veitt hesum persónum: 1) Persónar, ið hava fylt 65 ár. 2) Fyritíðarpensjónistar. 3) Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið eru nevndar undir litra a-g: a) Persónar, sum hava varandi lungnasjúku. b) Persónar, sum hava hjartasjúku og æðrasjúku, undantikið hækkað blóðtrýst við ongari sjúku annars. c) Persónar, sum hava diabetes 1 ella 2, sukursjúku. d) Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin eru viðfødd ella íkomin. e) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett. f) Persónar, sum hava varandi livrasvigna og nýrasvigna. g) Persónar við ovurfiti, vegleiðandi BMI > 35, eftir eini læknaligari meting. 4) Børn, sum hava álvarsama sjúku, har læknin metir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at COVID-19 hevur við sær álvarsligan heilsuvanda. 5) Húski hjá barni, ið er í øktum vanda fyri at fáa COVID-19 sbrt. nr. 4. 6) Persónar, sum hava aðra álvarsliga sjúku, og læknin heldur, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at COVID-19 hevur við sær álvarsligan heilsuvanda. 7) Barnakonur frá 13. barnsburðarviku. 8) Húski hjá sjúklingum við nógv niðursettari órinsverju, sum antin er viðfødd ella íkomin, sbrt. nr. 3, litra d, eftir eini læknaligari meting. 9) Starvsfólk innan heilsuøkið og røktarøkið, sum hava tætt samband við persónar, ið eru í øktum vanda fyri álvarsligari sjúkugongd við COVID-19, í sambandi við uppgávur innan røkt, umsorgan og viðgerð sbrt. nr. 1-6 og sum eru nevnd í litra a til hh: a) Læknar. b) Sjúkrarøktarfrøðingar. c) Farmaseutar. d) Kiropraktorar. e) Tannlæknar. f) Úrspenningarpedagogar. g) Bandagistar. h) Bioanalytikarar. i) Ergoterapeutar. j) Fysioterapeutar. k) Ljósmøður. l) Kliniskir dietistar. m) Optometristar. n) Radiografar. o) Audiologassistentar. p) Farmakonomar. q) Fótterapeutar. r) Neurofysiologassistentar. s) Tannklinikassistentar. t) Tannrøktarar. u) Tanntøkningar. v) Ítrívsvegleiðarar. w) Pleygarar. x) Røktarheimsassistentar. y) Heilsurøktarar. z) Heilsuhjálparar. aa) Sjúkrahjálparar. bb) Sálarfrøðingar. cc) Læknaskrivarar. dd) Heilsutænastuskrivarar. ee) Portørar. ff) Paramedisinarar. gg) Viðgerðarar í Sjúkraflutningstænastuni. hh) Atstøðingar í Sjúkraflutningstænastuni. Stk. 2. Koppseting verður bjóðað lesandi, næmingum, ófaklærdum o.ø., ið røkja størv svarandi til tey í stk. 1, nr. 9 nevndu yrkjum, og sum arbeiða við uppgávum innan viðgerð, røkt og umsorgan av borgarum, ið eru í øktum vanda fyri álvarsligari sjúkugongd við COVID-19. Skipan

§ 3 Sjúkrahúsverkið og Heilsutrygd hava ábyrgdina av og skipa COVID-19 koppsetingina

Sjúkrahúsverkið og Heilsutrygd hava ábyrgdina av og skipa COVID-19 koppsetingina. Stk. 2. Sjúkrahúsverkið skipar staðseting av teimum COVID-19 koppsetingunum, sum Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av. Koppsetingarnar innan Heilsutrygd fara fram í kommunulæknaviðtalum. Heilsutrygd kann harumframt skipa koppsetingarnar á øðrum stað. Stk. 3. Koppseting fyri COVID-19 og møgulig hjáárin av koppseting verða skrásett í talgildu heilsuskipanini.

§ 4 Apoteksverk Føroya hevur koppingarevni, ið skal nýtast til koppseting ímóti COVID-19, á goymslu

Apoteksverk Føroya hevur koppingarevni, ið skal nýtast til koppseting ímóti COVID-19, á goymslu. Útreiðslur

§ 5 Landskassin rindar útreiðslurnar í sambandi við koppseting sambært hesi kunngerð

Landskassin rindar útreiðslurnar í sambandi við koppseting sambært hesi kunngerð.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2023

Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2023. Stk. 2. Kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður sett úr gildi. Heilsumálaráðið, 28. september 2023 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Turid Arge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙