Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. mai 2021 Nr. 80

Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19

(Tilboð um ókeypis koppseting til persónar við fyribils uppihaldi í Føroyum)

§ 1 Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við…

Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 12. januar 2021, kunngerð nr. 22 frá 10. mars 2021, kunngerð nr. 25 frá 26. mars 2021 og kunngerð nr. 38 frá 21. apríl 2021, verða í § 1 sum stk. 2 og 3 sett: “Stk. 2. Persónar, sum uppihalda sær fyribils í Føroyum í minsta lagi 30 dagar, eru eisini fevndir av tilboðnum um ókeypis koppseting sambært stk. 1. Hesi hava rætt til tilboð um koppseting frá tí, tey hava verið í Føroyum í 14 dagar. Tilboðið er tó ikki galdandi, um mett verður, at einasta endamálið við uppihaldinum er koppseting. Stk. 3. Føroyingar, ið eru undir útbúgving uttan­lands, eru undantiknir kravinum um uppihald í Føroyum í 14 dagar.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 13. mai 2021 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙