Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. apríl 2021 Nr. 38
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Koppseta persónar í aldrinum 16-64 ár)
§ 1 Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum seinast broytt…
Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum seinast broytt við kunngerð nr. 25 frá 26. mars 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 1 verður “í hesari raðfylgju” strikað. 2. Í § 2, stk. 1 verður aftan á nr. 9 sett: “10) Persónum í aldrinum 16-64 ár.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 21. apríl 2021 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.