Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. januar 2021 Nr. 2
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Koppseting av eldri og heilsuveikum)
§ 1 Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verða gjørdar hesar…
Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Sum yvirskrift yvir § 1 verður sett: “Fevnd av tilboðnum” 2. § 1, stk. 2 verður strikað. 3. § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður veitt niðanfyristandandi bólkum í hesari raðfylgju: 1) Starvsfólkum í heilsugeiranum, eldrageiranum og ávísum pørtum av almannageiranum, sum hava tætt samband við sjúklingar ella búfólk og sum eru í serligum vanda fyri at verða smittað við COVID-19. 2) Búfólkum á ellisheimum og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði. 3) Sjúklingum, sum eru í viðgerð og sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við COVID-19. Hesir sjúklingar verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava ábyrgd av viðgerðini. 4) Avvarðandi at teimum sjúklingum, sum eru nevndir í nr. 3. 5) Persónum, ið hava fylt 65 ár, ið fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska. 6) Persónum, ið hava fylt 85 ár.” 4. § 4 verður strikað.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 12. januar 2021 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.