Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 11) Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal…§ 21) Veiðigjald skal ikki rindast av veiðu, tá rættindini at veiða eru keypt á uppboðssølu, og…§ 31) Í hesi løgtingslóg merkir§ 4Veiðigjald verður ásett fyri hvørt fiskaslag sær fyri eitt ár í senn, sum eitt krónugjald fyri…§ 51) 2) Veiðigjald á makrel, sild og svartkjaft verður roknað eftir ásetingunum í § 9, stk. 1 og 2…§ 6Veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum verður roknað eftir ásetingunum í § 9, stk. 1 og 3, og…§ 73) (Strikað)§ 8Tá veiðigjald verður álagt, skulu teir í skjali 2 og skjali 3 nevndu umrokningarfaktorar nýtast…§ 91) Veiðigjaldið er tað í skjali 1, 1A og 1B ásetta prosentið av miðal avgreiðingarvirðinum fyri…§ 9 a1) Fyri veiðu av makreli, norðhavssild og svartkjafti, ið er landað frá 1. august 2022 til og við…§ 9 b1) Fyri veiðu av makreli, sild, lodnu og svartkjafti, ið er landað frá 1. august 2023 til og við…§ 9 c1) Fyri veiðu av makreli, sild, lodnu og svartkjafti, ið er landað frá 1. august 2026, er…§ 9 d1) Veiðigjald eftir hesi løgtingslóg verður ikki rindað av veiðu, sum ikki kann seljast vegna…§ 10Tann, sum rekur almenna uppboðssølu av fiski í Føroyum, skal í seinasta lagi 5. desember á…§ 111) Vørn skal í seinasta lagi 5. juli á hvørjum ári lata landsstýrismanninum upplýsingar um prís…§ 121) Veiðigjald fellur til gjaldingar so hvørt, veiðan er landað. Veiðigjald fyri lodnu, ið er…§ 12 a1) 2% av veiðigjaldinum fellur til kommunurnar§ 13Veiðigjald, umframt renta og møguligur innheintingarkostnaður, kann verða innheintað við panting.…§ 14Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann, sum við tí í hyggju at sleppa undan…§ 15Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022

Lógtekstur

5. mai 2021 Nr. 77

Løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 216 frá 22. desember 2025

(Veiðigjaldslógin)

Skylda at rinda veiðigjald

§ 1 1) Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal…

1) Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda veiðigjald av veiðu av makreli, sild, lodnu, svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum.

§ 2 1) Veiðigjald skal ikki rindast av veiðu, tá rættindini at veiða eru keypt á uppboðssølu, og…

1) Veiðigjald skal ikki rindast av veiðu, tá rættindini at veiða eru keypt á uppboðssølu, og uppboðssølugjald skal rindast fyri kvotuna. Allýsingar

§ 3 1) Í hesi løgtingslóg merkir

1) Í hesi løgtingslóg merkir: 1) Botnfiskur í Barentshavinum: Botnfiskur, sum persónur ella felag fær loyvi at fiska sambært: a) fiskiloyvi til botnfisk í russiskum sjógvi í Barentshavinum, b) fiskiloyvi til botnfisk í norskum sjógvi norðan fyri 62°N, ella c) fiskiloyvi til botnfisk við Svalbard. 2) Sild: norðhavssild og heystgýtandi sild. Veiðigjald

§ 4 Veiðigjald verður ásett fyri hvørt fiskaslag sær fyri eitt ár í senn, sum eitt krónugjald fyri…

Veiðigjald verður ásett fyri hvørt fiskaslag sær fyri eitt ár í senn, sum eitt krónugjald fyri hvørt kilo í rundari vekt.

§ 5 1) 2) Veiðigjald á makrel, sild og svartkjaft verður roknað eftir ásetingunum í § 9, stk. 1 og 2…

1) 2) Veiðigjald á makrel, sild og svartkjaft verður roknað eftir ásetingunum í § 9, stk. 1 og 2 og verður lagt á veiðu, landað 1. august til og við 31. juli. Stk. 2. 1) 2) Veiðigjald á lodnu verður roknað eftir ásetingunum í § 9, stk. 4 og verður lagt á veiðu, landað 1. mai til og við 30. apríl. Stk. 3. 2) 3) Á hvørjum ári, seinast 15. juli, ásetir landsstýrisfólkið í kunngerð veiðigjald fyri makrel, sild og svartkjaft, sum skal vera galdandi 1. august til og við 31. juli árið eftir.

§ 6 Veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum verður roknað eftir ásetingunum í § 9, stk. 1 og 3, og…

Veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum verður roknað eftir ásetingunum í § 9, stk. 1 og 3, og verður lagt á veiðu, sum er landað frá 1. januar til og við 31. desember. Stk. 2. 3) Í seinasta lagi 15. desember á hvørjum ári ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum, sum skal vera galdandi frá 1. januar til og við 31. desember.

3) (Strikað). Stk. 2. 1) 2) 3) (Strikað). Stk. 3. 2) (Strikað).

§ 8 Tá veiðigjald verður álagt, skulu teir í skjali 2 og skjali 3 nevndu umrokningarfaktorar nýtast…

Tá veiðigjald verður álagt, skulu teir í skjali 2 og skjali 3 nevndu umrokningarfaktorar nýtast til umrokning av fiski og fiskavøru til runda vekt. Útrokning av veiðigjaldi

§ 9 1) Veiðigjaldið er tað í skjali 1, 1A og 1B ásetta prosentið av miðal avgreiðingarvirðinum fyri…

1) Veiðigjaldið er tað í skjali 1, 1A og 1B ásetta prosentið av miðal avgreiðingarvirðinum fyri hvørt kilo í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag sær. Stk. 2. 1) Miðal avreiðingarvirðið fyri makrel, sild og svartkjaft verður gjørt upp fyri hvørt fiskaslag sær. Uppgerðin verður gjørd við støði í avreiðingarprísum og nøgdum í rundari vekt fyri nevndu fiskasløg, sum fiskifør undir føroyskum flaggi landa feskt óvirkað, og sum eru avreidd og fráboðað Vørn 1. juli árið frammanundan, at veiðigjaldið skal áleggjast, og til og við 30. juni sama ár, veiðigjaldið skal áleggjast. Stk. 3. 1) Fyri botnfisk í Barentshavinum verður miðal avreiðingarvirðið gjørt upp við støði í prísum og nøgdum av toski í rundari vekt, sum er seldur á almennari uppboðssølu í Føroyum frá 1. desember annað árið frammanundan, at veiðigjaldið skal áleggjast, til og við 30. november árið frammanundan, at veiðigjaldið skal áleggjast. Selda nøgdin av fiski og fiskavøru skal umroknast til runda vekt eftir ásetingunum um umrokningarfaktorar, ásettir við heimild í løgtingslóg um sjófeingi. Stk. 4. 1) Miðal avreiðingarvirðið fyri lodnu verður gjørt upp við støði í avreiðingarprísum og nøgdum í rundari vekt, sum fiskifør undir føroyskum flaggi landa feskt óvirkað, og sum eru avreidd og fráboðað Vørn 1. mai árið frammanundan, at veiðigjaldið skal áleggjast, og til og við 30. apríl sama ár, veiðigjaldið skal áleggjast.

§ 9 a 1) Fyri veiðu av makreli, norðhavssild og svartkjafti, ið er landað frá 1. august 2022 til og við…

1) Fyri veiðu av makreli, norðhavssild og svartkjafti, ið er landað frá 1. august 2022 til og við 31. juli 2023, er veiðigjaldið tað í skjali 1, talvu 1-3 ásetta prosentið av miðal avreiðingarvirðinum fyri hvørt kilo í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag sær. Stk. 2. Fyri veiðu av botnfiski í Barentshavinum, ið er landað frá 1. januar 2022 til og við 31. desember 2023, er veiðigjaldið tað í skjali 1, talvu 4 ásetta prosentið av miðal avreiðingarvirðinum fyri hvørt kilo í rundari vekt.

§ 9 b 1) Fyri veiðu av makreli, sild, lodnu og svartkjafti, ið er landað frá 1. august 2023 til og við…

1) Fyri veiðu av makreli, sild, lodnu og svartkjafti, ið er landað frá 1. august 2023 til og við 31. juli 2026, er veiðigjaldið tað í skjali 1A, talvu 1 og 2 ásetta prosentið av miðal avreiðingarvirðinum fyri hvørt kilo í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag sær. Stk. 2. Fyri veiðu av botnfiski í Barentshavinum, ið er landað frá 1. januar 2024 til og við 31. desember 2025, er veiðigjaldið tað í skjali 1A, talvu 3 ásetta prosentið av miðal avreiðingarvirðinum fyri hvørt kilo í rundari vekt.

§ 9 c 1) Fyri veiðu av makreli, sild, lodnu og svartkjafti, ið er landað frá 1. august 2026, er…

1) Fyri veiðu av makreli, sild, lodnu og svartkjafti, ið er landað frá 1. august 2026, er veiðigjaldið tað í skjali 1B, talvu 1 og 2 ásetta prosentið av miðal avreiðingarvirðinum fyri hvørt kilo í rundari vekt fyri hvørt fiskaslag sær. Stk. 2. Fyri veiðu av botnfiski í Barentshavinum, ið er landað frá 1. januar 2026, er veiðigjaldið tað í skjali 1B, talvu 3 ásetta prosentið av miðal avreiðingarvirðinum fyri hvørt kilo í rundari vekt.

§ 9 d 1) Veiðigjald eftir hesi løgtingslóg verður ikki rindað av veiðu, sum ikki kann seljast vegna…

1) Veiðigjald eftir hesi løgtingslóg verður ikki rindað av veiðu, sum ikki kann seljast vegna ótilætlaða hending, sum fer fram áðrenn avreitt verður. Upplýsingarskylda

§ 10 Tann, sum rekur almenna uppboðssølu av fiski í Føroyum, skal í seinasta lagi 5. desember á…

Tann, sum rekur almenna uppboðssølu av fiski í Føroyum, skal í seinasta lagi 5. desember á hvørjum ári lata Vørn upplýsingar um prís og nøgd av toski, sum er seldur á uppboðssølu frá 1. desember árið fyri til og við 30. november. Vørn letur landsstýrismanninum upplýsingarnar um tosk seldan um almenna uppboðssølu og umroknað til miðal avreiðingarvirði í rundari vekt. Fiskur og fiskavøra skal umroknast til runda vekt eftir ásetingunum um umrokningarfaktorar, ásettir við heimild í løgtingslóg um sjófeingi.

§ 11 1) Vørn skal í seinasta lagi 5. juli á hvørjum ári lata landsstýrismanninum upplýsingar um prís…

1) Vørn skal í seinasta lagi 5. juli á hvørjum ári lata landsstýrismanninum upplýsingar um prís og nøgd í rundari vekt av makreli, sild, lodnu og svartkjafti, sum fiskifør undir føroyskum flaggi hava landað feskt óvirkað, og sum er avreidd og fráboðað Vørn 1. juli árið frammanundan til og við 30. juni. Innkrevjing

§ 12 1) Veiðigjald fellur til gjaldingar so hvørt, veiðan er landað. Veiðigjald fyri lodnu, ið er…

1) Veiðigjald fellur til gjaldingar so hvørt, veiðan er landað. Veiðigjald fyri lodnu, ið er landað 1. mai árið frammanundan og til og við 30. apríl, fellur til gjaldingar 15. juli. Stk. 2. Vørn ger upp veiðigjaldið og sendir eigara av fiskifari rokning. Stk. 3. Gjaldfreistin er 10 dagar eftir dagfesting á rokning. Stk. 4. Rinda rættindahavarar ikki rættstundis, skal renta rindast við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað.

§ 12 a 1) 2% av veiðigjaldinum fellur til kommunurnar

1) 2% av veiðigjaldinum fellur til kommunurnar. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvussu inntøkurnar frá gjaldinum verða býttar millum kommunurnar.

§ 13 Veiðigjald, umframt renta og møguligur innheintingarkostnaður, kann verða innheintað við panting.…

Veiðigjald, umframt renta og møguligur innheintingarkostnaður, kann verða innheintað við panting. TAKS fremur panting eftir reglunum um innheinting av skattum, tó er § 7, stk. 1 í lov for Færøerne om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m. ikki galdandi. Revsiásetingar

§ 14 Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann, sum við tí í hyggju at sleppa undan…

Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda veiðigjald sambært hesi løgtingslóg, greiðir rangt frá, ella á annan hátt gevur villleiðandi upplýsingar, tá gjøldini skulu gerast upp ella áleggjast, revsaður við sekt ella fongsli upp í 2 ár. Stk. 2. Er brotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt ella, tá ið talan er um skerpandi umstøður, fongsul upp í 4 mánaðir. Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Gildiskoma o.a.

§ 15 Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022

Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Stk. 2. Veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum er galdandi fyri veiðu landað frá og við 1. januar 2022. Stk. 3. Veiðigjald á makrel, norðhavssild og svartkjaft er galdandi fyri veiðu landað frá og við 1. august 2022. Stk. 4. Veiðigjald á makrel, norðhavssild og svartkjaft verður í tíðarskeiðinum frá og við 1. januar 2022 til og við 31. juli 2022 goldið eftir ásetingunum í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019, 2020 og 2021 og botnfiski í Barentshavinum í 2020 og 2021. Stk. 5. Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019, 2020 og 2021 og botnfiski í Barentshavinum í 2020 og 2021 fer úr gildi 1. januar 2023. Í Tinganesi, 5. mai 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 136/2020 Skjal 1 1) Veiðigjaldstalvur Talva 1: Svartkjaftur Talva 2: Norðhavssild Fiskaprísur í kr./kg. Veiðigjald Fiskaprísur í kr./kg. Veiðigjald Frá og við til % Frá og við til % 0,00 1,30 11% 0,00 2,50 15,5% 1,30 1,50 12% 2,50 3,00 16,0% 1,50 1,70 13% 3,00 3,50 16,5% 1,70 1,90 14% 3,50 4,00 17,0% 1,90 2,10 15% 4,00 4,50 17,5% 2,10 2,30 16% 4,50 5,00 18,0% 2,30 17% 5,00 5,50 18,5% 5,50 6,00 19,0% 6,00 19,5% Talva 3: Makrelur Talva 4: Botnfiskur Fiskaprísur í kr./kg. Veiðigjald Fiskaprísur í kr./kg. Veiðigjald Frá og við til % Frá og við til % 0,00 6,00 17,5% 0,00 13,50 2,50% 6,00 6,50 18,0% 13,50 14,00 2,75% 6,50 7,00 18,5% 14,00 14,50 3,00% 7,00 7,50 19,0% 14,50 15,00 3,25% 7,50 8,00 19,5% 15,00 15,50 3,50% 8,00 8,50 20,0% 15,50 16,00 3,75% 8,50 9,00 20,5% 16,00 16,50 4,00% 9,00 9,50 21,0% 16,50 17,00 4,25% 9,50 21,5% 17,00 17,50 4,50% 17,50 18,00 4,75% 18,00 5,00% Skjal 1A 1) Veiðigjaldstalvur Talva 1: Svartkjaftur Talva 2: Makrelur, sild og lodna Talva 3: Botnfiskur Fiskaprísur í kr./kg. Veiðigjald Fiskaprísur í kr./kg. Veiðigjald Fiskaprísur í kr./kg. Veiðigjald Frá og við til % Frá og við til % Frá og við til % 0,00 1,00 0% 0,00 2,00 0% 0,00 13,50 2,75% 1,00 1,20 5% 2,00 2,50 8% 13,50 14,00 3,00% 1,20 1,40 10% 2,50 3,00 10% 14,00 14,50 3,25% 1,40 1,60 14% 3,00 3,50 12% 14,50 15,00 3,50% 1,60 1,80 15% 3,50 4,00 14% 15,00 15,50 3,75% 1,80 2,00 16% 4,00 4,50 16% 15,50 16,00 4,00% 2,00 2,20 17% 4,50 5,00 18% 16,00 16,50 4,25% 2,20 2,40 18% 5,00 5,50 19% 16,50 17,00 4,50% 2,40 2,60 19% 5,50 6,00 20% 17,00 17,50 4,75% 2,60 2,80 20% 6,00 6,50 21% 17,50 18,00 5,00% 2,80 3,00 21% 6,50 7,00 22% 18,00 18,50 5,25% 3,00 3,20 22% 7,00 7,50 23% 18,50 19,00 5,50% 3,20 3,40 23% 7,50 8,00 24% 19,00 19,50 5,75% 3,40 24% 8,00 8,50 25% 19,50 20,00 6,00% 8,50 9,00 26% 20,00 20,50 6,25% 9,00 9,50 27% 20,50 21,00 6,50% 9,50 10,00 28% 21,00 21,50 6,75% 10,00 10,50 29% 21,50 22,00 7,00% 10,50 11,00 30% 22,00 22,50 7,25% 11,00 11,50 31% 22,50 23,00 7,50% 11,50 12,00 32% 23,00 23,50 7,75% 12,00 12,50 33% 23,50 24,00 8,00% 12,50 34% 24,00 24,50 8,25% 24,50 25,00 8,50% 25,00 25,50 8,75% 25,50 9,00% Skjal 1B 1) Veiðigjaldstalvur Talva 1: Svartkjaftur Talva 2: Makrelur, sild og lodna Talva 3: Botnfiskur Fiskaprísur í kr./kg. Veiðigjald Fiskaprísur í kr./kg. Veiði-gjald Fiskaprísur í kr./kg. Veiði-gjald Frá og við til % Frá og við til % Frá og við til % 0,00 1,00 0% 0,00 2,00 0% 0,00 13,50 4,75% 1,00 1,20 7% 2,00 2,50 10% 13,50 14,00 5,00% 1,20 1,40 12% 2,50 3,00 12% 14,00 14,50 5,25% 1,40 1,60 16% 3,00 3,50 14% 14,50 15,00 5,50% 1,60 1,80 17% 3,50 4,00 16% 15,00 15,50 5,75% 1,80 2,00 18% 4,00 4,50 18% 15,50 16,00 6,00% 2,00 2,20 19% 4,50 5,00 20% 16,00 16,50 6,25% 2,20 2,40 20% 5,00 5,50 21% 16,50 17,00 6,50% 2,40 2,60 21% 5,50 6,00 22% 17,00 17,50 6,75% 2,60 2,80 22% 6,00 6,50 23% 17,50 18,00 7,00% 2,80 3,00 23% 6,50 7,00 24% 18,00 18,50 7,25% 3,00 3,20 24% 7,00 7,50 25% 18,50 19,00 7,50% 3,20 3,40 25% 7,50 8,00 26% 19,00 19,50 7,75% 3,40 26% 8,00 8,50 27% 19,50 20,00 8,00% 8,50 9,00 28% 20,00 20,50 8,25% 9,00 9,50 29% 20,50 21,00 8,50% 9,50 10,00 30% 21,00 21,50 8,75% 10,00 10,50 31% 21,50 22,00 9,00% 10,50 11,00 32% 22,00 22,50 9,25% 11,00 11,50 33% 22,50 23,00 9,50% 11,50 12,00 34% 23,00 23,50 9,75% 12,00 12,50 35% 23,50 24,00 10,00% 12,50 36% 24,00 24,50 10,25% 24,50 25,00 10,50% 25,00 25,50 10,75% 25,50 11,00% Skjal 2 Umrokningarfaktorar Fiska slag Kruvdur, við høvdi Kruvdur, uttan høvd Kruvdur, skráskorin Japan­skorin Flak við skræðu & beini Flak, uttan skræðu, við beini Flak við skræðu uttan bein Flak uttan skræðu & bein Flak við skræðu uttan ugga Flak uttan skræðu & ugga Fiska­mjøl Toskur 1,18 1,50 1,80 2,60 2,90 2,95 3,25 Hýsa 1,14 1,40 1,65 2,65 2,95 2,80 3,15 Upsi 1,20 1,35 1,60 2,55 2,80 2,85 3,00 3,35 3,80 Svartkalvi 1,10 1,20 1,43 (1) 1,97 1,97 1,97 Svartkalvi 1,10 1,20 1,50 (2) 1,97 1,97 1,97 Longa – Blálonga 1,20 1,40 2,80 2,80 2,80 Brosma 1,20 1,40 2,55 2,55 2,55 Havtaska 1,20 2,80 5,60 5,60 5,60 Steinb. / Liri 1,10 1,65 4,08 4,08 4,08 Hvítingur 1,20 1,40 2,80 2,80 2,80 Lýsingur 1,20 1,40 2,80 2,80 2,80 Konga-fiskur 1,20 1,65 1,95 (3) 4,77 4,77 4,77 Kalvi 1,10 1,35 2,70 2,70 2,70 Reyðsprøka 1,10 1,20 2,40 2,40 2,40 Div. flatfiskur 1,10 1,20 2,40 2,40 2,40 Sild 1,00 1,00 2,00 2,00 2,00 5,11 Makrelur 1,15 1,30 2,60 2,60 2,60 5,11 Svartkjaftur 1,20 1,40 2,80 2,80 2,80 5,11 Hávur 1,10 1,30 (1) Japan-skorin svartkalvi við sporli. (2) Japan-skorin svartkalvi uttan sporl. (3) Japan-skorin kongafiskur. Skjal 3 Umrokningarfaktorar í russiskum sjógvi Umrokningarfaktorar fyri tosk í sjógvi: 1) Kruvdur, við høvdi 1,18. 2) Kruvdur, avhøvdaður, runtskorin 1,50. 3) Kruvdur, avhøvdaður, beintskorin 1,55. 4) Kruvdur, avhøvdaður, uggaskorin 1,74. 5) Flak við skræðu og beinum 2,65. 6) Flak, skrædlað, við beinum 2,84. 7) Flak, skrædlað, uttan bein 3,25. 8) Flak við skræðu, uttan bein 2,95. 9) Flak við skræðu, uttan bein, uttan búklepa 3,16. 10) Flak, skrædlað, uttan bein, uttan búklepa 3,43. Umrokningarfaktorar fyri hýsu: 1) Kruvd, við høvdi 1,14. 2) Kruvd, avhøvdað, runtskorin 1,40. 3) Kruvd, avhøvdað, beintskorin 1,69. 4) Flak við skræðu og beinum 2,76. 5) Flak, skrædlað, við beinum 3,07. 6) Flak, skrædlað, uttan bein 3,15. 7) Flak við skræðu, uttan bein 2,80. 8) Flak við skræðu, uttan bein, uttan búklepa 3,01. 9) Flak, skrædlað, uttan bein, uttan búklepa 3,28. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 1. juni 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 12 a kemur í gildi 1. januar 2024.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 25. mars 2025, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum. Stk. 2. § 1, nr. 3 kemur í gildi 31. desember 2025. Stk. 3. § 1, nr. 4 fer úr gildi 31. desember 2025.” 3) Broytt við løgtingslóg nr. 216 frá 22. desember 2025, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
veiðigjald á makreli, sild og svartkjafti 1. januar 2026 til 31. juli 2026 · innanhýsis
Søgulig · 22. desember 2025
Heimildir
veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum 2026 · innanhýsis
Galdandi · 15. desember 2025
Heimildir
býti av inntøkum frá veiðigjaldi og tøkugjaldi millum kommunurnar · innanhýsis
Galdandi · 23. desember 2024
Heimildir
veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum 2025 · innanhýsis
Søgulig · 13. desember 2024
Heimildir
veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum 2024 · innanhýsis
Søgulig · 15. desember 2023
Heimildir
veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum 2023 · innanhýsis
Søgulig · 14. desember 2022
Heimildir
veiðigjald á botnfisk í Barentshavinum 2022 · innanhýsis
Søgulig · 22. desember 2021
Broytingar
broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) · innanhýsis
Galdandi · 22. desember 2025

Tengdar rættarkeldur

(16)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

16 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙