Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. juni 2025 Nr. 105

Kunngerð um veiðigjald á makreli, sild og svartkjafti 1. januar 2025 til 31. juli 2025

Við heimild í § 5, stk. 3 og § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 25. mars 2023 og løgtingslóg nr. 41 frá 25. mars 2025, verður ásett:

Skylda at rinda veiðigjald

§ 1 Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í…

Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í tíðarskeiðinum 1. januar 2025 til 31. juli 2025 rinda veiðigjald av veiðu av makreli, sild og svartkjafti. Stk. 2. Veiðigjaldið er: 1) 1,45 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli. 2) 0,59 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av sild. 3) 0,40 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti. Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan. Gildiskoma og úrgilsisseting

§ 2 Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2025.…

Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2025. Samstundis fer kunngerð nr. 78 frá 14. juli 2024 um veiðigjald á makrel, sild og svartkjafti 1. august 2024 til 31. juli 2025 úr gildi. Fíggjarmálaráðið, 3. juni 2025 Ruth Vang (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙