Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. juli 2024 Nr. 78
Kunngerð um veiðigjald á makreli, sild og svartkjafti 1. august 2024 til 31. juli 2025
Við heimild í § 5, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 1. juni 2023, verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1 Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í…
Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í tíðarskeiðinum 1. august 2024 til 31. juli 2025 rinda veiðigjald av veiðu av makreli, sild og svartkjafti. Stk. 2. Veiðigjaldið er: 1) 1,45 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli. 2) 1,18 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av sild. 3) 0,40 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti. Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan. Gildiskoma
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2024
Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2024. Fíggjarmálaráðið, 14. juli 2024 Ruth Vang (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.