Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. desember 2024 Nr. 159

Kunngerð um býti av inntøkum frá veiðigjaldi og tøkugjaldi millum kommunurnar

Við heimild í § 12 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 1. juni 2023 og § § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 65 frá 30. mai 2024 um tøkugjald, verður ásett:

Býti av inntøku frá veiðigjaldinum

§ 1 Veiðigjald fellur til gjaldingar so hvørt, veiðan er landað, sbrt. § 12, stk. 1 í løgtingslóg um…

Veiðigjald fellur til gjaldingar so hvørt, veiðan er landað, sbrt. § 12, stk. 1 í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap. Veiðigjald fyri lodnu, ið er landað 1. mai árið frammanundan og til og við 30. apríl, fellur til gjaldingar 15. juli. Stk. 2. Inntøkur frá veiðigjaldinum sbrt. § 12 a í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap fella til ta kommunu, sum heimstaður skipsins í føroyskari havn er skrásettur sbrt. § 5, stk. 4 í løgtingslóg um skráseting av skipum. Stk. 3. Kemur skipið undir annan heimstað, fella inntøkur frá veiðigjaldinum til tann heimstað, sum er skrásettur, tá veiðan verður landað. Býti av inntøku frá tøkugjaldinum

§ 2 Inntøkur frá tøkugjaldinum sbrt. § 4, stk. 1 í løgtingslóg um tøkugjald verða býttar millum…

Inntøkur frá tøkugjaldinum sbrt. § 4, stk. 1 í løgtingslóg um tøkugjald verða býttar millum kommunurnar eftir lutfallinum av býtinum av partafelagsskatti til kommunurnar frá fyritøkum og samtøkum í alivinnuni fyri annað árið frammanundan. Útgjald

§ 3 Parturin hjá kommununum av inntøkunum frá veiðigjaldinum og tøkugjaldinum verður gjørdur upp so…

Parturin hjá kommununum av inntøkunum frá veiðigjaldinum og tøkugjaldinum verður gjørdur upp so hvørt hesi fella til gjaldingar. Stk. 2. Gjaldið til kommunurnar verður avgreitt gjøgnum kommunuavrokningina mánaðin aftaná, at parturin hjá kommunum er gjørdur upp sbrt. stk. 1. Gildiskoma og úrgildisseting

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025 og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 168 frá 20.…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025 og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 168 frá 20. desember 2023 um býti av inntøkum frá veiðigjaldi og tøkugjaldi millum kommunurnar. Fíggjarmálaráðið, 23. desember 2024 Ruth Vang (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
tøkugjald · innanhýsis
Galdandi · 30. mai 2024
Avtøkur
býti av inntøkum frá veiðigjaldi og tøkugjaldi millum kommunurnar · innanhýsis
Áður galdandi · 20. desember 2023
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙