Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
20. desember 2023 Nr. 168
Kunngerð um býti av inntøkum frá veiðigjaldi og tøkugjaldi millum kommunurnar
Við heimild í § 12 a í løgtingslóg nr. 77. frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 1. juni 2023 og § 2 b í løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu, sum broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 1. juni 2023, verður ásett:
Býti av inntøku frá veiðigjaldinum
§ 1 Veiðigjald fellur til gjaldingar so hvørt, veiðan er landað, sbrt. § 12, stk. 1 í løgtingslóg um…
Veiðigjald fellur til gjaldingar so hvørt, veiðan er landað, sbrt. § 12, stk. 1 í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap. Stk. 2. Inntøkur frá veiðigjaldinum sbrt. § 12 a í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap fella til ta kommunu, sum heimstaður skipsins í føroyskari havn er skrásettur sbrt. § 5, stk. 4 í løgtingslóg um skráseting av skipum. Stk. 3. Kemur skipið undir annan heimstað, fella inntøkur frá veiðigjaldinum til tann heimstað, sum er skrásettur, tá veiðan verður landað. Býti av inntøku frá tøkugjaldinum
§ 2 Inntøkur frá tøkugjaldinum sbrt. § 2 b í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu verða býttar…
Inntøkur frá tøkugjaldinum sbrt. § 2 b í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu verða býttar millum kommunurnar eftir lutfallinum av býtinum av partafelagsskatti til kommunurnar frá fyritøkum og samtøkum í alivinnuni fyri annað árið frammanundan. Útgjald
§ 3 Parturin hjá kommununum av inntøkunum frá veiðigjaldinum og tøkugjaldinum verður gjørdur upp so…
Parturin hjá kommununum av inntøkunum frá veiðigjaldinum og tøkugjaldinum verður gjørdur upp so hvørt hesi fella til gjaldingar. Stk. 2. Gjaldið til kommunurnar verður avgreitt gjøgum kommunuavrokningina mánaðin aftaná, at parturin hjá kommunum er gjørdur upp sbrt. stk. 1. Gildiskoma
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024. Fíggjarmálaráðið, 20. desember 2023 Ruth Vang (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.