Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. juli 2022 Nr. 111
Kunngerð um veiðigjald á makreli, norðhavssild og svartkjafti 1. august 2022 til 31. juli 2023
Við heimild í § 5, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1 Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í…
Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í tíðarskeiðinum 1. august 2022 til 31. juli 2023 rinda veiðigjald av veiðu av makreli, norðhavssild og svartkjafti. Stk. 2. Veiðigjaldið er: 1) 1,23 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli. 2) 0,89 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av norðhavssild. 3) 0,31 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti. Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2022
Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2022. Fíggjarmálaráðið, 15. juli 2022 Uni Rasmussen (sign.) landsstýrismaður / Djóni Højgaard (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.