Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
Nr. 67 13. juli 2026
Kunngerð um veiðigjald á makreli, sild og svartkjafti 1. august 2026 til 31. juli 2027
Við heimild í § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt løgtingslóg nr. 41 frá 25. mars 2025 og løgtingslóg nr. 216 frá 22. desember 2025, verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1 Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í…
Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í tíðarskeiðinum 1. august 2026 til 31. juli 2027 rinda veiðigjald av veiðu av makreli, sild og svartkjafti. Stk. 2. Veiðigjaldið er: 1) 7,73 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli. 2) 1,49 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av sild. 3) 0,76 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti. Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan. Gildiskoma
§ 2 Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd
Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 13. juli 2026 Aksel V. Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.