Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
25. mars 2025 Nr. 41
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin)
(Broyting av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv og nágreining av veiðigjaldi á lodnu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt…
Í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 1. juni 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Veiðigjald á makrel, sild og svartkjaft verður roknað eftir ásetingunum í § 9, stk. 1 og 2 og verður lagt á veiðu, landað 1. august til og við 31. juli. Stk. 2. Veiðigjald á lodnu verður roknað eftir ásetingunum í § 9, stk. 4 og verður lagt á veiðu, landað 1. mai til og við 30. apríl. Stk. 3. Á hvørjum ári, seinast 15. juli, ásetir landsstýrisfólkið í kunngerð veiðigjald fyri makrel, sild og svartkjaft, sum skal vera galdandi 1. august til og við 31. juli árið eftir, samanber tó § 7, stk. 2.” 2. Í § 7, stk. 2, 2. pkt. verður “makreli,” strikað. 3. Í § 7, stk. 2, 2. pkt verður aftan á “kvotu av” sett: “makreli,”. 4. Í § 7 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri makrel.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá…
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum. Stk. 2. § 1, nr. 3 kemur í gildi 31. desember 2025. Stk. 3. § 1, nr. 4 fer úr gildi 31. desember 2025. Í Tinganesi, 25. mars 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 39/2024
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.